Hondbóltur
Við Stjørnuni í Klaksvík var talan ikki um lættastu hugsandi byrjanina hjá blaðunga VÍF-liðnum, sum nú aftur roynir seg í Sunset-deildini.
Fyrstu lítlu løtuna av dystinum tóktist hetta tó ikki at nerva tað allarminsta. Helst hildu tær hjá heimaliðnum, og sigurin bara skuldi koma av sær sjálvum, men tað vildu gestirnir tó ikki.
VÍF loypti hvøkk á alt og øll, tá teir eitt skifti vóru á odda 5-2, men so raknaðu tær hjá heimaliðnum við.
Time-out’ið, sum varð tikið, hevði eisini ta avleiðing, at gestirnir brádliga fóru at hugsa um, hvat tær gjørdu, heldur enn bara at spæla, og so fingu premieru-nervarnir veruliga fatur á unga VÍF-liðnum.
Talan gjørdist at enda eisini um ein tryggan sigur hjá Stjørnuni, sum fyrst og fremst hevði veldugar fysiskar fyrimunir móti blaðungu mótstøðuni. Og við níggju málum og einum góðum hugburði annars, sýndi Valentina Siciu eisini, at hon kann verða góður fongur hjá Stjørnuni, sum aftur í ár strembar eftir gullinum.
Tað gera tær hjá VÍF ikki, men minni kann eisini gera tað.
Setningurin hjá liðnum er fyrst og fremst at halda sær í deildini, og skal metast eftir fyrstu royndini, so er nógv og gott tilfar at byggja á. Royndirnar og kropsliga styrkin koma við størru avbjóðingunum, sum nú standa fyri framman, og megnar liðið samstundis at halda fast um góða hondbóltsskilið, sum ofta slapp framat leygardagin, er talan á ongan hátt um ómøguliga uppgávu.
Fakta um dystin
Stjørnan-VÍF 33-19 (16-9)
10 min: 4-5
20 min: 11-7
40 min: 21-16
50 min: 25-17
Málskjúttar
Stjørnan: Valentina Siciu 9(3), Simona Petersen 6(1), Joan Midjord Djordjevic 3, Una Olsen 3, Hanna Mikkelsen 2, Durita Mikkelsen 2, Ella Petersen 2, Bára Skaale Klakstein 2, Maria við Neyst 2, Edith Hansen 1, Judith Hansen 1
VÍF: Halla Midjord 6, Liljan Djurhuus 6, Rannvá á Rógvu 2, Heidi Joensen 2, Rakul Joensen 1, Tóra Seloy 1, Finngeðr Jensen 1
Brotskøst: Stjørnan 3
Útvísingar: Stjørnan 3, VÍF 2
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg