Bæði hava tørv á stigum

EB/Streymur stríðist fyri altjóða luttøku, og AB roynir at sleppa undan niðurflyting. Sundalagsmenn og argjamenn hava tørv á stigum við Margáir í annað kvøld

Sundalagið stríðist í hesum døgum við at koma aftur á beint. Eftir eitt miseydnað kappingarár higartil, er Heðin Askham settur sum nýggjur venjari. Sunnudagin vann EB/Streymur knúsandi stórsigur á klaksvíkingum. Leikarar, sum ikki hava lýst av spæligleði seinastu nógvu vikurnar, gjørdu av álvara um seg. Liðið stóð fyri einum tí besta avrikinum, sum føroyskur fótbóltur hevur sæð.

Men í morgin skulu sundalagsmenn aftur til próvtøku. AB vitjar við Margáir, og kravið er trý stig. Liðið er í vanda fyri ikki at vinna sær altjóða luttøku í 2010, og tí er umráðandi, at EB/Streymur vinnur fótbóltsdystir alt fyri eitt. Startskotið hevur í øllum førum ljóðað.

Gudmund Nielsen fekk ein lítlan snudd undir upphitingini til steypafinaluna. Hesin darvaði eisini undir landskappingardystinum móti KÍ um vikuskiftið, men Heðin Askham, venjari, segði við Sosialin í gjár, at sandoyingurin væntandi verður við í morgin.

René Torgarð er smátt farin undir venjingarnar aftur. Hann hevur havt stórar trupulleikar í knæum seinastu mánaðirnar, sum helst er orsøkin til, at Gunnar á Steig hevur vart málið.

Pauli G. Hansen verður helst ikki við komandi vikurnar, tí hann hevur vøddaskaða at dragast við.


AB er trýst

AB hevur bara vunnið sær tvey stig í seinastu seks royndunum. Argjamenn hava heldur ikki skotið nakað mál í seinastu seks royndunum. Úrslit, sum ikki eru nøktandi. Og at skula reisast seg á útivølli móti EB/Streymi er í øllum førum ikki lætt.

John Petersen, venjari, staðfesti um vikuskiftið, at talan ikki er um kreppu á Argjum. Argjamenn sova framvegis trygt, men tað er eyðvitað, at trýst er á uppflytarunum,

Miðvallarin Evrard Blé er leikbannaður í morgin, og Høgni Joensen er skaddur. Kenneth Jacobsen og Mortan úr Hørg, sum ikki spældu í útidystinum móti Víkingi sunnudagin, eru aftur tøkir, meðan John Hansen, sum hevur verið darvaður av sjúku í seinastuni, helst eisini verður við í hópinum.




MYNDATEKSTUR: Arnbjørn Hansen og liðfelagarnir hava tørv á trimum stigum, tá AB vitjar við Margáir í morgin