hava leigað okkum ein minibuss, hildu vit avstað. Men sum Columbus á sinni, so endaðu vit á skeivum stað. Tá ið vit vóru sett av, vóru vit á økinum, sum kallast “Udelukket”, har bert húsvognar í alskyns útgávum [...] og tað var blivið myrkt. Vit fingu fatur á einum hýrivogni, sum koyrdi okkum aftur á Hotel Scandic. Eg var nú sera troyttur, eftir at hava sitið í uml. 5 tímar á einum træbeinki. So eg slapp mær til songar [...] Hallur skuldi á pall sunnudagin tann 14-8-2011, frá kl.13.30 til 14.30. Satt at siga, var eg eitt sindur ivasamur, um eg skuldi fara hesa søguligu ferð. Eg eri nú komin í pensiónsaldur, og heilsan er farin
børn seint á kvøldi. Og so minnir innleggingarseðilin meg á at gloyma alt um fríggjadagsstemmning, gera skjótt av, fara heim eftir tí neyðugasta og síðan halda leiðina út á hospitalið. Eg endaði á B6. Hendan [...] nýtti rákan av góða døgurðanum. Eg havi nógv at takka fyri, at heilsan er í lagi, ella soleiðis á einari leið. Hetta verði eg mintur á, nú eg eri á sjúkrahúsi millum sjúklingar sum sjúklingur. Yvir av mær, [...] mótfallin. Og so fái eg eina dundurtalu frá læknanum, sum er á stovugongd, stovugongdin, sum absolutt er hæddarpunktið á degnum á B6. Hann minnir meg á mína ábyrgd fyri heilsuni og harvið eisini fyri samfelagnum
»Freak Out« hvarv á einum ovastalofti heima á Sandi mitt í sjeytiárunum, tá eg goymdi ein kassa við plátum og øðrum, meðan eg búði á átta fermetrum í Havn. »Freak Out« er seinni komin á fløgu. Men tað er [...] vit spældu á studentaskúlanum á Akureyri, aftur og aftur, meðan vit fyrireikaðu 1. des. árshátíðina í 1971. Latið okkum bara taka hana fyrst. Frank Zappa og aðrir, sum spældu við, tosaðu nógv á konsertum [...] 1972. Á hesari plátuni hevur Frank Zappa ikki færri enn 21 sangarar og tónleikarar afturat sær. Hvør einasti hevur fingið eina fitta mynd á plátuhúsan. Frank Zappa dámdi væl at siga søgur. Av og á vóru
upp á kommunuvalinum í Nes kommunu hin 12. november í fjør, listi A við níggju valevnum og listi B við sjey. Millum menninar á lista A vóru tvær kvinnur, Rannvá í Túni Petersen og Elin Ólavsdóttir á To [...] umboð, og listi B fekk eitt. Eingin av kvinnunum á lista B fekk sæti í býráðnum á hesum sinni. Borgarstjórin undanfarnu fýra árini, Súni í Hjøllum, var á lista A, og hann gjørdi eitt nógv betri val, enn [...] Torkilsheyggi, sum báðar sótu í undanfarna býráði. Tær vórðu báðar afturvaldar á seinasta vali. Av sjey valevnum á lista B, vóru fýra kvinnur, Daisy Joensen Iversen, Bjørk Berg Wiggins, Harda Viljamsdóttir
kirkjuna, sært tú uppi á loftinum eina stórmansbalkong, ein svala, sum hevur verið tilhald hjá greivanum á staðnum, Bille-Brahe, og húski hansara. Har uppi á loftinum, haðani hann sá niður á prestin og prædikastólin [...] Petersen, sum var pápi Fríðrik Petersen, verið lærari á Nesi, á Toftum, á Glyvrum, í Søldarfirði og í Lamba. Men nú, í 1871, varð skúli aftur settur á stovn, og Johannes Petersen, sum nú var næstan 60 ár [...] bygdini Horne á hálvoynni Horne Land, ikki langt frá Fåborg sunnalaga á Fyn, er sjáldsom, við tað at hon í sínum upprunaskapi er ein av Danmarkar sjey gomlu rundkirkjum, og tann einasta á Fjóni við hesum
báðir Petur og Hjalmar høvdu góðar gávur á hesum øki. Dømi um hetta er sangurin, sum Petur yrkti á túrinum til 52 ára føðingardagin hjá Hjalmari. Hjalmar yrkti eisini á sama túri ein sang til Grækarismessu [...] vera við flekiborðið á stýrimannavaktini henda jólatúrin undir Grønlandi við stórtrolaranum. Manningin var úr ymiskum bygdum runt um landið, so sum ofta er á slíkum trolarum. Álvur á Tanganum og ein s [...] hann rætt, so fiskar hann, bert tað er veður, tað hava við gjørt á hvørjum jólatúri. Ikki tí, eg haldi, at hann skuldi lagt á dekkið á jólum og unnað okkum eina hvíld, so vit kundu betur minst Jesubarnið
smádrongurin í søguni, eisini er grundaður á hansara egnu lívssøgu. Gregorio Fuentes er føddur á canarisku oynni Lanzarote í 1897. Men livilíkindini vóru vánalig har á leið um aldaskiftið, og nógvir spaniólar [...] onkrum, sum hevði hug og tíð at læra teg tað, sum kravdist á floti. Tó hevur Gregorio Fuentes havt samband við familjuna á Lanzarote. Hann vaks upp á Cuba og byrjaði at vinna pening, sum hann sendi mammuni [...] var skipari á einum farmaskipi, og vit vóru á veg norður eftir at lasta timbur. Men ódnin noyddi okkum undir land at kroka. Og undir eini oyggj, nevnd Stóra Skjaldbøkuoyggin, fingu vit eyga á ein stuttleikabát
minnir um nýsprotna baldursbrá - tað er heilsan, Noreg gevur okkum, tá vit koma upp um níggjutíðina ein morgun í miðjum juli, á veg inn eftir Bergensfjørðinum umborð á einum av skipunum hjá Color Line. Sólin [...] seinni brend á Norðnesi. Eyðun fýrir hana sjálvur øvuga av hesti út á bálið. Barnið, hon hevur átt í myrkastovu, klývur hann sundur “í lutir tvá”, og síðani “kastar” hann eisini tað “út á bál”. Eisini [...] Søgufrøðingar hava undrast stórliga á henda sáttmála, á at Filip læt seg yvirtala og á, at Audun var so framligur at gera avtaluna, tí Noreg hevði ongan møguleika at halda hana. Fýra ár seinni doyði Eirikur
25 árini fest á blað. Tað var soleiðis, at summarið í 1951 legði ferðafólkaskipið Brand V at í Havn, fullfermt við norðurlendskum kvinnum á veg heimaftur eftir at hava verið í Íslandi á ráðstevnu hjá [...] størri fundir vóru hildnir aðrastaðni, oftast á Parnassinum á Hotel Hafnia. Mettustova Í 1956 stóð Mettustova felagnum í boðið, men sum Ebba Kamban Petersen vísir á í Minningarritinum vóru húsini so illa farin [...] ingin var stovnað á opnum fundi tann 8. mars 1976, og sum síðani fyri tað mesta hevði sínar felagsfundir á Býarbókasavninum. At fara upp í Kvinnufelagið kom ikki rættiliga upp á tal, men tað forðaði
fingu tey kortini. Á Sørvágsfirði var nógv bæði av fugli og fiski. Tað lá væl fyri at fara á flot. Nógvur seiður var inni við land, og honum kundi nót kastast eftir. Fuglur kundi skjótast á fjørðinum, og [...] heldur ikki var ov nógv av. Onkuntíð fingu teir kongafisk á snøri, sum teir flaktu. Flaktu á dekkinum Annars var tað tungt at vera við snøri, serliga á Eysturlandinum, har tað var so djúpt. Serliga tungt var [...] smittaður av tuberklum. Hann varð fyrst innlagdur á hospitalinum, síðan fór hann á TB, tuberkladeildina hjá hospitalinum. Síðan varð hann innlagdur á sanatoriinum í Hoydølum. Her lá hann í tríggjar mánaðir