síggja í býnum í Klaksvík. Tað var ítróttarfelagið Treysti, sum skipaði fyri Nissurenning nú beint fyri jól. Hetta var ein hugnarenning ikki kapping og kravið til rennararnar var, at teir skuldu í minsta [...] minsta lagi verða í nissuhúgvu. Fleiri høvdu tó gjørt seg út við nissuklæðum. Runnið var í býnum í Klaksvík. Úr miðbýnum út eftir vestara armi, síðani norður eftir eystara armi og aftur í miðbýin, har Intersport [...] hevur Treysti aftur renning á skránni. Tað verður kirkjurenningin jólaaftansmorgun, og tá møta fólk í Badmintonhøllini kl. 9.00
Kvinnulandsliðið í borðtennis er í hesum døgum í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo, har tær komandi dagarnar skulu spæla HM-kapping fyri lið. Tær, sum umboða Føroyar, eru Henrietta Nielsen úr Flensborg TSB í Týsklandi [...] Mikkjalsdóttir úr Team Nørreå í Danmark og nýklakti føroyameistarin Durita F. Jensen úr Tór í Havn. Føroyska liðið er í niðasta styrkislagnum, sum er fjórða styrkislag. Tær eru í bólki O saman við Kongo, Pakistan [...] landsliðsvenjaranum, Jan Berner, at tey í løtuni stríðast við jetlag eftir longu ferðina, men at tey annars eru klár til fyrsta dystin, sum verður ímóti Jamaica kl.8.30 í morginárini føroyska tíð.
, ið stendur í vøkstri. Vit gleða okkum til næstu kapping, sigur felagið á heimasíðu síni. Kappast varð í Sinclair, meðan metini vóru sett í vektklassunum, sum lyftararnir stillaðu upp í. Harumframt vóru [...] Í gjár var fyrsta kappingin í olympiskari vektlyfting, og tað var Styrkifelag Føroya, sum skipaði fyri. Felagið sigur, at ongantíð fyrr eru so nógv met sett á einum degi. – Styrkifelag Føroya vil takka [...] vóru bæði ungdóms- og masterlyftarar, ið eisini settu met í hesum aldursbólkum. Úrslitini frá fyrstu kappingini kunnu síggjast á myndini niðan fyri her: ##med2## ##med3##
endaspurturin higartil í dag var, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust. Sundalagsstevna er í Hósvík, og tað vóru hósvíksdreingir umborð á Heyki, sum vunnu. Talan var um øgiliga kapping millum Heyk og Fípuna [...] ein hálvan skut undan Fípuni Føgru. At tað er stórur áhugi fyri kappróðri millum dreingir í Klaksvík sást aftur í dag á tann hátt, at Sævarmoy úr Klaksvík endaði á triðja plássi.
Í gjár var tað ikki bara føroyameistarin í fótbólti, sum varð funnin. Á Vatnaskørðum í Hoyvík var nevniliga eisini ein onnur FM kapping í gjár og tað var kappingin um at finna Føroya besta seyðahund. Tey [...] Tey í Seyðahundafelagnum, siga, at veðrið var einki serligt, men at kappingin hepnaðist væl. Tað vóru 22 hundar við í kappingini og tey kappaðust bara í bólki trý, sum er tann torførasti bólkurin. Úrslitið
m hjá Ajax, Andre Onana, leikbann í eitt ár frá øllum fótbólti. Hann hevur eina positiva dopingroynd frá 30. oktobur í fjør, tá hann bleiv testaður uttanfyri kapping. Andre Onana sigur, at hann av óvart [...] at ein spælari altíð skal tryggja sær, at hann ikki tekur nakað, ið er á dopinglistanum. Ajax hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at felagið ætlar at kæra dómin til ítróttardómstólin CAS.
Eins og seinastu trý árini, fer in.fo aftur í ár at hava eina kapping í Premier League Fantasy, har kappast verður um, hvør føroyingur dugir best at seta lið í Premier League. Fyrsta árið vann Jákup Ósá [...] sum vinning. Felags fyri øll trý árini hevur verið, at luttøkan hevur verið stór. Deildin hjá In.fo í Fantasy kappingini eitur in.fo – ítróttur og loyniorðið fyri at spæla við er: 2p8m6p
Føroyska a-landsliðið hjá monnum í hondbólti tapti í dag annan dystin í HM-undankappingini móti Rumenia við 28-20. HM-undankappingin verður spæld í Italia, og er kapping millum Føroyar, Ukreina, Rumenia [...] tapið í dag, er føroyski liðskiparin, Tróndur Kragesten, ikki so mótfallin. Tróndur Kragesten sær stóra framtíð í føroyska liðnum, og heldur at ein av orsøkunum til nógvu misnýttu møguleikarnar í dag vera [...] liðnum á hægri stigið. Hoyr samrøðuna sum okkara maður í Italia, Tróndur Arge, gjørdi við navnan hjá sær, Tróndur Kragesten, eftir dystin móti Rumenia í dag við at trýsta á pílin undir myndini.
tapt 0-2 ímóti 07 Vestur á heimavølli við Margáir í Streymnesi. Rógvi Egilstoft Nielsen heldur, at EB/Streymur spældi tað besta spælið higartil í ár í fyrra hálvleiki, men tíverri vóru teir ikki nóg effektivir [...] koma at verða í harðari kapping við á stigatalvuni. Tað var 07 Vestur hinvegin, og tað gjørdist munurin millum liðini. Rógvi Egilstoft hevur tó góðar vónir til komandi dyst ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.
hevur áður luttikið í X Factor og í Grand Prixnum, og nú skal hon royna seg í Dansk Top Talen finaluni. Trýst á pílin í myndini omanfyri og hygg eftir framførslu hjá Kristel Lisberg í kappingini. [...] verið hildnar, og 10 luttakarar eru komnir í finaluna, sum verður hildin í Forum í Horsens. Finalan kann eisini síggjast á dk4. Ein av teimum, sum skal verða við í finaluni, er føroyska songkvinnan Kristel [...] Tann 21. januar verður finalan í kappingini, tey kalla Dansk Pop Talent. Hetta er ein kapping fyri populertónleik á donskum máli, sum sjónvarpsrásin dk4 skipar fyri. Innleiðandi kappingar og hálvfinalur