Kvinnulandsliðið í borðtennis er í hesum døgum í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo, har tær komandi dagarnar skulu spæla HM-kapping fyri lið.
Tær, sum umboða Føroyar, eru Henrietta Nielsen úr Flensborg TSB í Týsklandi, Anna Mikkjalsdóttir úr Team Nørreå í Danmark og nýklakti føroyameistarin Durita F. Jensen úr Tór í Havn.
Føroyska liðið er í niðasta styrkislagnum, sum er fjórða styrkislag. Tær eru í bólki O saman við Kongo, Pakistan, Guernsey, Jamaica og Suðurafrika.
Vit frætta frá landsliðsvenjaranum, Jan Berner, at tey í løtuni stríðast við jetlag eftir longu ferðina, men at tey annars eru klár til fyrsta dystin, sum verður ímóti Jamaica kl.8.30 í morginárini føroyska tíð.