Seinnapartin vóru eini hálvhundrað nissur at síggja í býnum í Klaksvík.
Tað var ítróttarfelagið Treysti, sum skipaði fyri Nissurenning nú beint fyri jól. Hetta var ein hugnarenning ikki kapping og kravið til rennararnar var, at teir skuldu í minsta lagi verða í nissuhúgvu. Fleiri høvdu tó gjørt seg út við nissuklæðum.
Runnið var í býnum í Klaksvík. Úr miðbýnum út eftir vestara armi, síðani norður eftir eystara armi og aftur í miðbýin, har Intersport bjóðaði okkur gott eftir renningina, sum var góðar 5 kilometrar til longdar.
Jólaaftan hevur Treysti aftur renning á skránni. Tað verður kirkjurenningin jólaaftansmorgun, og tá møta fólk í Badmintonhøllini kl. 9.00