Fríggjakvøldið fer Premier League aftur av bakkastokki eftir ein heldur longri summarsteðg. Sermerkt við kappingarárinum í ár er, at talan er um 25’inda kappingarárið við Premier League.
In.fo – ítróttur bjóðaði í fjør út eina kapping í spælinum Premier League fantasy, har øll hava møguleika fyri at stilla sítt egna dreymalið. Tað fer in.fo – ítróttur aftur at hava í ár. Deildin eitur in.fo – ítróttur og loyniorðið fyri at koma uppí kappingina er: 2459740-578602.
Í kappingini hjá in.fo – ítrótti í fjør, var ítróttarskrivarin hjá Norðlýsinum, Jákup Ósá, tann besti til at stilla lið. Hann vann tískil eitt gávukort frá Bowling høllini á Hálsi fyri tvey til búff og bowl. Vinnarin av kappingini í ár fer eisini at fáa vinning frá Miðlahúsinum.
Fyri at fáa eitt Premier League fantasy lið, er neyðugt at skráseta seg her. Tað er ókeypis at spæla við í kappingini.