tons í rundum eystan fyri í fjør, men í ár er henda kvota bert 3.700 tons. Minkingin í kvotuni eystan fyri er sostatt 1300 tons og við tí flakaprísi, sum er nú, hava hesi 1300 tonsini eitt søluvirði um [...] keypti Pf. Vesturvón ein bygning frá Fiskavirking, sum nú verður gjørdur klárur til flakavirki. Bygningurin er 1400 fermetrar stórur og frystaríið tekur 900 tons. Ætlanin er at flakavirkið West Fish, sum [...] norskan sjógv, har kvotan er 1123 tons í rundum tilsamans. 396 tons av hesi samlaðu kvotu í norskum sjógvi eru flutt úr russiskum sjógvi, 339 tons toskur og 57 tons hýsa. Norska kvotan er 600 tons toskur og 127
tá tað eru fólk við myndugleika, ið kunnu øsa eina »hysteri-bylgju« fram, soleiðis at tað knappliga gerst eitt fólkakrav at hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey [...] til. Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka hámarksferðina. Fyri tað fyrstu eru teinarnir so stuttir at koyra, soleiðis at so lítið av tíð er at vinna inn [...] hóast tú setir ferðina upp. Siga vit, at vit t.d. koyra av Eiði til Hoyvíkar (her byrjar tað bygda økið í Havn), so er hetta eitt strekki upp á 49 km. Av hesum munnu í minsta lagi 5 km. (helst væl meir) vera
afturat, um tey vilja tað. Gott nokk er tað leingi at vera burtur frá arbeiðinum í 1 1/2 ár, og nógv kann broytast arbeiðsliga. Men er barnið og tørvurin hjá tí ikki tað týdningarmesta? Tað er bara ein stutt [...] tíð heima, um tað so skuldi verið uttan løn, men fekk at vita, at farloyvið er bert 24 vikur, og at tað er prísurin fyri at hava arbeiði. Eg havi eitt »gott« arbeiði og útbúgving. Tað er so galið, at eg [...] ofta sjúk. Møguleikin at verða smittaður er jú størri. Dóttur mín er bróstabarn. Hon tekur hvørki suttu ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvirhøvur at fáa
Spurningurin er so, um ikki hetta er ein óheppin gongd, ið fer at hava stórar ójavnar við sær. Altíð eitt politiskt element - Tað kanst tú siga, men tað er trupult at síggja, at hendan gongd er undansleppandi [...] eldri verður lutfalsliga størri og krøvini til tað almenna alt størri. Tí fer altíð at hanga ein politiskur partur uppivið eftirlønarspurninginum, og tað er tað orðaskiftið, ið landsstýrismaðurin hevur sett [...] tryggingarøkinum førdi frá ársskiftinum við sær, at Føroya Lívstrygging varð loyst frá Tryggingarsambandinum og fekk egna nevnd og egnan stjóra. Tummas Eliasen eitur nýggi stjórin. Hann er 42 ár og útbúgvin
»eginogn« = eitt og tað sama! Løgmaður heldur fram: »Frá danskari síðu hevur einki verið í vegin fyri at geva loyvi til at konvertera skuld til grundkapital«. Tað er givið, at tað mugu vera mong, sum gerast [...] pissað í saltvatn í sínum politiska lívi. ? Og tað er til danskan fyrimun, um nú Føroyar fara heilt av knóranum. Tað, sum ein er sigraður av, ? trælur tess er hann vorðin! Men fær SONURIN (Jesus Kristus) [...] alur«, sum stórt sæð er danskt orð, meðan hitt orðið er: Stovnsfæ! Orðið »stovnspeningur« er at finna í Føroysk-donsku orðabók hjá Chr. Matras og M. A. Jacobsen, og tað merkir: Grundkapitalur, meðan orðið
fundi og tað er av tí mesta. Men tað vóru eisini álvarsmál á skránni. Eitt stórmál var eitt uppskot frá nevndini um at fáa undirtøku frá aðalfundinum um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag. Og tað fekk [...] ætlaði at taka ræði í meginfelagnum. Men tað er fullkomiliga misskilt. Vit ætlaðu ikki at taka ræði í meginfelagnum. Men vit kravdu okkara lógliga rætt - og tað er hvør sítt. Eyðfinn Petersen sigur, at [...] roynt at útihýsa okkum frá allari ávirkan, og tað kunnu vit als ikki góðtaka, sigur Eyðfinn Petersen. Hann sigur, at Føroya Handverkarafelag hevur uppá ein ella annan máta fingið tað í høvdið, at tey í Havnini
og fremst um at skapa arbeiðspláss. Tað er ein grund til, at skilið er so illa vorðið í føroyskum vinnulívið, at tað er so trupult at fáa nakað at bera seg. Tað er ikki uppgávan hjá vinnulívinum at hugsa [...] hetta er við til at avlaga kappingina, tí tað er oyðileggjandi fyri bátar, sum ongan stuðul fáa, um henda milliónin t.d. verður brúkt til at keypa fiskidagar fyri. Annars heldur hann, at tað er nógv fyri [...] trýsti, sum liggur á honum frá teimum, sum ikki vilja missa stuðulin. Tí hann er púra sannførdur um, at hann er ikki einsamallur um at ynskja allan stuðul, har ið piparið grør. Tað eru nógvir reiðarar, sum
98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum [...] skúli Sunnudagin kl. 14 er sunnudagsskúli. Bøn verður kl. 17.30 og kl. 18 er møti við fríum vitnisburði. Øll eru hjartaliga vælkomin. Oasan J. Broncksgøta 25 Mánakvøldið kl. 20 er lovsangs- og bønarmøti [...] Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá?í-samfelagið í Tórshavn Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag
nógvar altjóða samráðingar. Og hetta kann hann dúva uppá. ? Hetta við at samráðast, tað er ikki tann stóri munurin, um tað so er um fisk ella olju, sigur hann. [...] úr Tinganesi inntil ár 2000. Men eg havi boðað frá, at eg møguliga søki um at fáa longt farloyvi fýra ár aftrat, sigur Kjartan Hoydal, sum í løtuni júst er staddur í Íslandi. Hann virkar nevniliga sum stjóri [...] NORA. Men hvussu ber tað til, at Kjartan Hoydal, sum fyrst og fremst hevur gjørt vart við seg í fiskivinnuumsitingarligum høpi, nú skiftir hest og fer í oljuna? ? Eg fekk eina áheitan frá teimum, ið hava tikið
kunnu vera við. ? Tað vísir seg ofta í innandurakappingum, at tað eru ov fá góð lið. Tað skal sjálvandi eisini vera pláss til tað, men vit hava so valt at kalla aðra av teimum báðum innandurakappingunum, B36 [...] Sigfríður Clementsen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tey hava valt at kalla kappingina fyri eina óalmenna FM-kapping, so tað eru feløgini, ið melda lið til, í staðin fyri tað vanliga, har øll kunnu [...] tvey lið frá hvørjum felag sleppa við í kappingina. Byrjað verður leygardagin klokkan 9.00 við smápiltum, klokkan 12.00 byrja piltarnir, klokkan 15.00 smádreingirnir og klokkan 19.00 eru tað dreingirnir