heimadystirnar í Gundadali. Talan verður ikki um í fullum líki at útinna Tórsvallarætlanini, soleiðis sum hon varð løgd fram fyri meiri enn trimum árum síðani. Men tann ætlanin er ikki slept. Fíggjarligi veruleikin [...] sær av fyrireikingararbeiðnum ígjøgnum ein grunn. Poul Michelsen varð valdur at umboða býráðið, og hann hevur verið formaður í nevndini, sum skuldi koma við einum tilmæli innan 1. november í ár. Landsstýrið [...] Mortensen. Poul Michelsen váttar, at nevndin er liðug við arbeiðið, sum skuldi gerast í fyrstu atløgu. Hann sigur, at síðsti nevndarfundurin, har tilmælið varð gjørt liðugt, var í Klaksvík mánadagin í síðstu
sparir 10 oyru Tá ið málið um lækkan av elprísinum kom fyri, ynsktu ávísir nevndarlimir at lækka hann við heilum 12 prosentum, men hetta fekk tó ikki undirtøku. Úrslitið gjørdist, at einmælt varð samtykt [...] vanliga húsarhaldið lækkaður við 20 oyrum pr. kilovattíma. Ídnaðarprísurin er eisini lækkaður, og er hann lækkaður meira enn eina helvt tey seinastu árini. Rakstraravlop Eitt annað, ið frøddi umboðsráðslimirnar [...] Neshaga á Eysturoynni. Hendan vindmyllan hevur eina orku á 600 KW og kostar umleið 4,3 mió., tá ið hon er klár at taka í nýtslu. Um hendan myllan gevur gott úrslit, so er ætlanin at halda áfram við vin
eftir hesa góðu umtalu frá donsku fjølmiðlunum. Hann leggur aftrat, at tað er sera trupult at fáa fatur á tey rættu fólkini og harvið fáa kontaktirnar í lag. Hann vónar at fáa eitt gjøgnumbrot ikki bert í Danmark [...] nýggju fløgu. Henda seinasta fløgan fær 4 av 5 stjørnum frá Sjællands Tidende av Kristina ElkjærRicken hon sigur m.a. »Denne CD repræsenterer, ifølge bandet selv en mere kommerciel side af deres repertoire [...] som blues, rock, heavy og death metal som bliver mixet til en meget bred og i øre hængende stil.« Hon heldur áfram ..» Hvis bandet sørger for at holde samme standard som de har gjort indtil videre skulle
einum merkisverdum skemtingarsemi - við sínum tíðuliga Jamaica máldámi spýtir hann dúgliga út turrar skemtisøgur - so sær hann einki skemtingarsamt við støðuni í Washington. - Vit eiga at vera á varðhaldi [...] guvernørurin, ið lýsti við, at hann kundi skapað yvirskot á fíggjarlógum statsins, sjálvur hevði eina persónliga skuld á yvir 100.000 dollarar. Hetta skelkaði mong - hann av øllum! Men tað, ið skelkaði [...] mongum amerkiumonnum, so er professarin, ið er føddur og uppvaksin á Jamaica, ikki so líkasælur, at hann bert er nøgdur við at yppa uppgevandi á akslarnar, yvir vánirnar fyri ríkisrættarsakini móti Clinton
Hann hevur fleiri ferðir verið uppi og vent, var við í sonevnda skúlapakkanum á sinni, men so spurdist ikki meir burturúr. Nú eru ítøkilig stig tikin til, at ætlan verður til veruleika. Fyrsta dagin fer [...] g. Hvussu undirvísingin í nýggja lista- og handverksskúlanum verður skipað, og hvørji viðurskifti hon fer at byggja á, eru mál, sum arbeiðsbólkurin fer at arbeiða við. Men frá Undirvísingar- og mentam [...] Spurningurin er eisini, hvussu undirvísingin skal verða skipað, sum vikuskeið ella styttri skeið. Og um hon skal verða samskipað við framhaldsdeild fólkaskúlans, soleiðis at ein slíkur skúli kann bjóða næmingum
Ingibjørg. Hon var blíð sum altíð, og eg bleiv settur til borðs, skuldi sjálvandi hava ein drekkamunn. Meðan vit sita og práta, kemur Jóan Jakku inn. Hon spyr um hann kennur henda fremmanda mannin. Hann svarar [...] smíli fortelur hon so, at hatta var maðurin, sum blakaði hann út úr neystinum hatta vælsignaða bingokvøldið. Tá var Bjarni eitt sindur flóvur. Lætt hevur hon havt lyndið, sum oftast er hon í góðum lag, físti [...] hevur Ingibjørg víst ein heilt ótrúligan áhuga og trúfesti fyri felagnum. Hon hevur reist við út á stevnur at stuðla, og ikki hevur hon lagt fingrarnar ímillum at verja kappróðrarfólkið, tá ágangurin frá øðrum
spurdu hann, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri Vágsbygd um øll fiskavirkini í Vági fara á heysin. Hann sigur, at fara virkini á heysin, verður støðan í Vági akkurát líka ring aftur, sum hon var tey [...] tey ringastu kreppuárini. Eini 60 fólk Hann sigur, at tilsamans er ikki sørt arbeiði á hesum virkjunum, og tað hevur hartil víst seg at vera nokk so støðugt arbeiðið. -Tilsamans arbeiða eini 60 fólk á hesum [...] ymsar tænastur. Býráðsformaðurin sigur, at hóast virkini hvørt sær eru smá, muna tey væl samanlagt. Hann sigur, at honum dámar onki serligt gondina í fiskivinnuni. -Fyrst legði Fiskavirking tað stóra flakavirkið
Henrik Old sigur, at hann fer at reisa fyrispurning í tinginum um hesi viðurskiftini. Hann sigur, at tað má eisini fáast greiði á, hvussu avlagandi tær almennu stuðulsskipanirnar eru. - Hann sigur, at tað er [...] sigur, at hann hevði fund við landsstýrismannin í vinnumálum í gjáramorgunin. -Landsstýrismaðurin váttaði fyri mær, at hann tók orðingarnar í samgonguskjalinum um økismenning í størsta álvara. Hann segði seg [...] hallið ár um ár - samstundis sum tey bjóða onnur virki av í kappingini um rávøruna. Hann sigur, at í summum førum hevur hann varhugan av, at tað er nettupp hetta, sum ger seg galdandi. Henrik Old sigur, at
alt ov stórur. Bert ein lurtari ringdi inn, men hesin vildi ikki fara út í luftina, og tískil heitti hann á telefondamuna um at seta Tróndi Djurhuus ein spurning um enskan fótbólt í sjónvarpinum, og tað var [...] læknum, so var tað ov viðkvæmt evni hjá nógvum fólkum. Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, segði, at hann ikki hevði ivast í at stuðla starvsfólki sínum, um tey høvdu ein "sexbrævkassa". Evni er eitt av mongum [...] "respons" var at fáa frá lurtarunum, og tað er væl skiljandi, tá ið havt verður í huga, hvussu nógv hon roynir at fáa ungdómin við í sínar sendingar. Yngd vil her gera vart við, at um ein hevur áhuga fyri
rokkbólkinum Oasis er í iva, um hann skal gevast við tónleikinum. Sjálvur sigur hann, at hann hvørki dugir at syngja ella spæla gittar, og hann er haraftrat troyttur av tí eisini. Hann hevur aldri sæð seg sjálvan [...] (Emma Burton) var við, noktaði hann blankt. Naomi Campbell stevnd Enn einaferð verður supermodellin Naomi Campbell skuldsett fyri harðskap. Fyri kortum frættist, at hon hevði lagt á einum mann í einum [...] einum flogfari, tí at hesin hevði hugt ov nógv eftir henni, sum hon sjálv málbar seg. Nú er tað so ein fyrrverandi skrivari hjá Naomi, sum kemur við ákærunum. 25 ára gamla Georgina Galanis krevur ikki færri