Elprísurin lækkar 8 prosent

Millum tær avgerðir, ið tiknar vórðu á umboðsráðsfundi hjá SEV fríggjadagin, var avgerðin um at lækka elprísirnar 8 prosent helst tann best umtókta.

John Johannessen


Fríggjadagin 30. oktober hevði elfelagið SEV umboðsráðsnevndarfund. Á hesum fundi vóru tey áhugaverdastu málini á skránni helst lækking av elprísinum og bygging av nýggjari vindmyllu í Neshaga. Sum vanligt, so vóru umboð frá øllum kommunum í landinum við á fundinum, og hýrurin var góður, orsaka av góða úrsliti felagsins í 1997.


Vanliga húsarhaldið sparir 10 oyru

Tá ið málið um lækkan av elprísinum kom fyri, ynsktu ávísir nevndarlimir at lækka hann við heilum 12 prosentum, men hetta fekk tó ikki undirtøku. Úrslitið gjørdist, at einmælt varð samtykt at lækka elprísirnar við 8 prosentum. Hetta kemur at hava við sær, at tað vanliga húsarhaldið sparir 10 oyru pr. kwh. Hetta, sigur elfelagið, ger at eitt vanligt føroyskt húsarhald kemur at spara umleið 1.250 kr. um árið, tá ið meirvirðisgjaldið er íroknað.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at elprísirnir lækka. Í ár er nevniliga fjórða árið á rað, at elprísirnir eru lækkaðir. Og, um ein roknar saman samlaðu lækkingina hesi 4 árini, so er elprísurin fyri vanliga húsarhaldið lækkaður við 20 oyrum pr. kilovattíma.

Ídnaðarprísurin er eisini lækkaður, og er hann lækkaður meira enn eina helvt tey seinastu árini.


Rakstraravlop

Eitt annað, ið frøddi umboðsráðslimirnar var, at rakstrarroknskapurin fyri 1997 vísti eitt avlop á 26,3 mió., eftir avskrivingar á 56,7 mió. kr.

Langfreistaða skuldin við árslok 1997 var 371,1 mió. kr., og eginognin var 160,4 mió kr.

Samlaðu íløgurnar hjá felagnum vóru 36 mió. kr., og vórðu hesar fíggjaðar yvir raksturin hjá elfelagnum.


Eina vindmyllu afturat

Íløgurnar hjá felagnum umfata, umframt útbyggingina av vatnorkuni, bygging av einari vindmyllu afturat í Neshaga á Eysturoynni. Hendan vindmyllan hevur eina orku á 600 KW og kostar umleið 4,3 mió., tá ið hon er klár at taka í nýtslu. Um hendan myllan gevur gott úrslit, so er ætlanin at halda áfram við vindorkuroyndunum í Neshaga.