Ungdómsfjølmiðlar hittust

Fríggjakvøldið skipaði Ginna Midjord í útvarpinum fyri beinleiðis kjaksending um ungdómsfjølmiðlar. Í útvarpsstovuni sótu fólkini, ið hava ábyrgdina av útvarpssendingini Vingl, blaðstjórarnir á Krydd og Yngd, verkætlanarleiðarin fyri Ozon og so sjónvarpsstjórin

Lagt var upp til, at ungfólk kring alt landið kundu nýta høvið til at ringja inn og seta onkran spurning til onkran av teimum, sum sótu í útvarpsstovuni, ella lurtarin kundi ringja og gera sínar viðmerkingar til eitt nú Krydd ella Yngd.

Tíverri vísti tað seg, at áhugin fyri at ringja inn ikki var alt ov stórur. Bert ein lurtari ringdi inn, men hesin vildi ikki fara út í luftina, og tískil heitti hann á telefondamuna um at seta Tróndi Djurhuus ein spurning um enskan fótbólt í sjónvarpinum, og tað var ikki júst hetta, ið sendingin snúvi seg um.


Løgdu eftir sjónvarpsstjóranum

Áðrenn sendingin fór í luftina, var greitt, at sjónvarpsstjórin fór at fáa sínar ákoyringar fyri, at sjónvarpið ikki gera meiri tilfar til ungdómin. Eingin føroysk ungdómssending er og hevur heldur ikki verið í mong harrans ár, og tá havt verður í huga, at sjónvarpið er tann miðilin, sum er best egnaður til ungdóm, so er hetta ov galið.

Tróndur Djurhuus vísti á, at við teirri játtan á fíggjarlógini, sum sjónvarpið hevur á løgtingsins fíggjarlóg, er tað neyðugt hjá teimum at raðfesta sendingar og málbólkar, tí at fíggjarliga orkan er ikki nóg sterk til at útfylla øll ynskir.

Hetta vil siga, at ovast á listanum hjá sjónvarpinum stendur Dagur og Vika, sum er tann sendingin í sjónvarpinum, sum hevur nógv mest hyggjarar. Ungdómssendingar standa rættuliga niðarlaga á listanum, og Tróndur viðgekk eisini, at ungdómurin var fyri eitt sindur av vanbýti.

Ætlanir hava verið frammi um at gera eina føroyska ungdómssending í sjónvarpinum, og sjónvarpsstjórin greiddi frá, at SVF hevði verið hjá eini privatari fyritøku, sum kannaði hvat ein føroysk ungdómssending hevði kostað at gjørt. Úrslitið av hesi kanning var, at ein líkinda sending hevði kostað væl oman fyri 100.000 krónur fyri hvørja sending, og vanligani liggur kostnaðurin fyri ein tíma av føroyskum sjónvarpstilfari um tær 70.000 krónurnar, so tað er ein stórur munur, noyðast vit tíverri at viðganga.
Blaðstjórin á Krydd, Rúnar Reistrup, spurdi, um tað ikki var gjørligt at gera eina lágkostnaðarsending, sum jú hóast alt er betur enn einki. Til hetta segði Tróndur Djurhuus, at tað var vert at umhugsa, men at tað eisini er ein spurningur um arbeiðsorku.


Ozon

Ein av gestunum í útvarpsstovuni fríggjakvøldið var Laufey Haraldsson, sum er verkætlanarleiðari fyri norðurlendska ungdómsblaðið Ozon, sum júst er farið í søguna.

Ozon hevur verið skipað soleiðis, at ung úr teimum trimum londunum í útnorðuri, Føroyum, Íslandi og Grønlandi hava skrivað blaðið í felag. Tað hava fyrst og fremst verið næmingar á teimum føroysku miðnámsskúlunum, sum hava skrivað tann føroyska partin av blaðnum. Greinarnar hava fyri tað mesta snúð seg um, hvat ungdómurin í teimum trimum londunum í útnorðuri fær dagarnar at ganga við, og hvussu ungdómsmentanin er í teimum trimum londunum.

Í hesum døgum er tað seinasta Ozon júst komið út á skúlar og stovnar kring alt landið. Blaðið er við hesari útgávu júst farið í søguna, men vónandi verður ein líknandi verkætlan gjørd aftur í nærmastu framtíð.

Laufey Haraldsson hevði eisini tað uppskot, at ungdómsfjølmiðlarnir í Føroyum kundu gjørt eitt sindur meiri við at føra seg fram á alheims teldunetinum - internetinum. Ungdómssendingin í útvarpinum, Vingl, hevur sína egnu heimasíðu, og Laufey, sum til dagligt hevur fyritøkuna Norna, sum júst fæst við eitt nú internetið, metti, at Ginna og útvarpið áttu at gjørt meira við hesa heimasíðuna, so at upplegg til sendingarnar hjá Ginnu kundu verið at lisið á heimasíðuni.


Hvat kann man tola

Í fjør stóðst mikið rok av, at Vingl hevði eitt fast innslag hvørja viku, sum nevndist "Seks minuttir um sex". Nógv fólk kendu seg stoytt at hesum innslag, og Ginna Midjord fekk nógvar ákoyringar oman yvir seg.

Hóast talan var um siðiligar spurningar, sum vóru svaraðir av serkønum fólkum, so sum læknum, so var tað ov viðkvæmt evni hjá nógvum fólkum.

Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, segði, at hann ikki hevði ivast í at stuðla starvsfólki sínum, um tey høvdu ein "sexbrævkassa". Evni er eitt av mongum, sum ungdómar óivað hugsað, men ikki tosa so nógv um, og tískil er tað næstan ein skylda hjá ungdómsfjølmiðlum at viðgerða slík evnir. Sjálvandi skal tað verða á einum slíkum støði, so at tað ikki fer at líkjast einum pornoblaði.


Lítli áhugin

Vit, sum sótu í útvarpsstovuni fríggjakvøldið, vóru eitt sindur vónbrotin, tí at eingin lurtari ringdi inn. Tað er greitt, at tað hevur okkara størsta áhuga at fáa nakrar viðmerkingar til tað arbeiði, sum vit gera. Um viðmerkingar so eru negativar, so taka vit eisini ímóti teimum, tí at tær kunnu verða við til at menna okkara arbeiði og eitt nú vísa á ting, sum vit áttu at gjørt øðrvísi.

Serliga Ginna var eitt sindur firtin um, at so lítið "respons" var at fáa frá lurtarunum, og tað er væl skiljandi, tá ið havt verður í huga, hvussu nógv hon roynir at fáa ungdómin við í sínar sendingar.
Yngd vil her gera vart við, at um ein hevur áhuga fyri, at vit skulu taka okkurt upp í blaðnum, so er bara at seta seg í samband við blaðstjóran umvegis telefon, teldupost ella annað.