fram til málið - til sjúklingin. At vera lækni á sløttum lendi, er lítið í mun til hvat tað er, tá ið tú skalt fara upp um dalar og fjøll og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein linna ella ein lætta [...] Ikki varð sagt, at eg fari til læknan, nei, her var sagt: Eg fari niðan, norður, heim ella oman til Emmu. Emma var móðirin sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá ið svárast stóð til. Hennara vitan var ikki [...] ókyrt, at hon mátti ganga inn aftur til Funningsfjarðar. Veðrið var ikki av tí besta - vátakavi og vindur. Tá ið hon kom til bilin, hevði hon mist lyklarnar. So til gongu til Skálafjarðar, at fáa onkran har
fram, eisini at Birgit í mong ár hevur vitjað fólk, sum á ein ella annan hátt vóru illa fyri. Birgit hevur sungið, lisið Guds orð, biðið og harvið veitt troyst og gleði til mong. Tað var rørandi at hoyra [...] klaverið og sang sangin ”Góða mamma tú, ið lívið gav mær”. Nógv vóru rósandi orðini um Birgit sum góð kona, mamma og omma. Birgit viðmerkir: ”Eingin æra til mín; øll æra til Harran!”. Av tí at talurnar vóru [...] eitthvørt. Ymiskar vitjanir úr Ísrael, sum Birgit hevur tikið hond um og víst blíðskap. Síggi teg fyri mær, við kaffikannuni og onkrum góðum á borðinum til ymisku fundirnar í tykkara stovu. Í 1. Mós. 12:3a
uttanlanda, uppá landsins besta – tú! Hvussu haldi tit, at Atlansflog, hevði klára seg, uttan øll hesi fólkini, sum ferðast uttanlanda til arbeiðis? Havi í longri tíð lang til merkis, at bólkurin av almennum [...] Landsstýrið bjóðar okkum BREYÐ OG SIRKUS “Sitat úr Roma” Samgongan hevur avgjørt, at blokkurin skal skerjast við hundra milliónum - til hvat og hví? Um landskassin stóð, at bresta av pengum, so kundi eg kanska [...] skatt uttanlanda, eitt nú í Noreg. Skilji ólukksáliga væl, at tað ikki er lætt, at vita hvat - sum vendir upp ella niður, í øllum hesum. Tí vit, sum arbeiða uttanlanda, eru undir so nógvum ymiskum skipanum
og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Jákup Mikal hevur trivist sera væl í Undirhúsinum, hevur verið fastur [...] liðugt-gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Alt hetta er trupult, ella ómøguligt at ímynda sær í dag. Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. okt. 1924. Sonur til Karolinu, sum var [...] ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og tykkum, sum starvast á Vesturskin á Toftum og dagliga eru um Jákup Mikal, ynski eg eisini hjartaliga til lukku. Tey í eldra ættarliðnum
var hann, og slíkur maður verður biðin til mangt og hvat. Hvør minnist ikki Jógvan norði við Minnisvarðan Alla Halgunardag, syngja fyri við sínum vakra málið, ella við jólahaldið á Torginum. Jú, tað tíð [...] kanska bylgjurnar gingu høgt. Um neyðugt so plagdi tú at tala at við tínum vakra eystanmáli. Jógvan´sa partur lá ikki eftir, tá tað umráddi at útvega skip til oynna, saman við bygdamonnum úr Dali, og má sigast [...] tað var eitt satt bragd, hóast ikki teir stóru pengarnir vóru í hesi ætlan, sum tó eydnaðist til fulnar. Til seinast farið eg at ynskja tær nógv góð ár framyvir. Gerhard Lognberg
sum, at guðsóttin varð hornasteinurin í lívinum hjá teimum, og eftir tí blivu vit uppald. Hvat vit hava tikið til okkum, tað er ein onnur síða av sakini. Viðvíkjandi tí dagliga arbeiðinum, so kann eg av [...] yngru blivu sett til at luttaka í tí dagliga arbeiðinum frá heilt umgum av, tað veri seg at vera við at hoyggja, at passa kúnna og seyðin, at reinsa hjá hønunum, og dunnunum, at vera við til at seta niður [...] sentrifuga, uppvaskimaskina ella turkitrumla vanligt í tí føroyska húsarhaldinum og heldur ikki hjá okkum. Tær løtur, sum bæði mamma og systrar okkara hava brúkt, bæði til at vaska klæðir, vaska upp og
tað. Tú hevur mangan ansa eftir mær, tá mamma og tey av eini ella aðrari orsøk hava verið burturstødd. Tað var so hugnaligt. Tú átti altíð eitt reiður av góðgæti onkustaðni, og samstundis sum tú loysti [...] fortaldi tú mær fyri 147. ferð um tá ein gás kom eftir tær. Ella onkra aðra grípandi søgu frá tínum barndómi, ið ikki var nakar dansur á rósum. Ikki fekst tú ta skúlagongd ella útbúgving, tú ynskti tær [...] víðari til mínar egnu døtrar, sum so eisini kunnu fáa gleði av hesum. Mong ár starvaðis tú á Kósavirkinum, har tú hevði ábyrgd av góðskuni. Eg má bara siga, at tað skuldi ein rættiliga góð pera til at hava
og var tú deknur og organistur har til í oktober 1975, tá tú fór til Havnar at búgva. Hetta stendur sum ein karmur um míni barna- og ungdómsár, og er tað ongin býarmynd ? hvørki her á landi ella aðrastaðni [...] sum eg fái«. Og júst hetta at takka Guði fyri tað, sum tú hevur fingið, hevur sermerkt teg, tí ongantíð havi eg sæð teg ónøgdan við nakað, tú hevur fingið, men altíð takksamur. At kunna siga takk er ein [...] boðarnar í fjørðinum, og tú spurdi meg, hvat hatta var fyri eitt skip. Eg segði tær, at tað var Norðlýsið úr Havn, sum kom til Regattasiglingina, ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag. Tú stóð tigandi eina løtu
Hansara andaliga heim hevur síðani hann flutti til Havnar í 1956 verið í Ebenezer, har hann hevur sungið í sangkórinum, nú syngur hann í manskórinum. Eisini er hann raskur at hjálpa til við ymiskum fyrifallandi [...] 1977-1979 og í 1981. Hann arbeiddi sum brandmaður til 1994, tó við undantaki av árunum 1983 til 1988, tá ið hann starvaðist hjá býráðnum. Hann var leysur brandmaður til 2007 og var sostatt knýttur at brandstøðini [...] kenningur, tí hann starvaðist sum eykapolitistur frá 1984 til 1990. Hetta starvið røkti babba, til hann 67 ára gamal valdi at gevast. Enn hevur hann tó samband við Politistøðina, tí hann hjálpir við onkrum
lagdur undir at siga ella skriva slíkt, sum hann ikki hevur sagt ella skrivað, letur hetta um seg ganga og er so lagaligur og hjálpsamur, sum eg velji at vera. Øll góðynski annars til tykkum trý, [...] við at straffa hann ella við at normalisera tað ónormala, klappa honum á herðarnar og siga- hatta gongur nokk, tú ert skaptur soleiðis, lat okkum bara kalla tað normalt, hatta, tú stríðist við? Nei, [...] at hava sagt slíkt, sum eg aldrin havi tikið uppá tungu ella kundi funnið uppá. Eg komi við hesari rættleiðing, í vón um at onkur tekur hana til sín, lærir av henni, og verða meira varðin at koma við pástandum