og vónbrotin, tá eg tórskvøldið í farnu viku las um ungan mann, sum ikki fær frið at ganga í býnum, men verður háðaður og niðraður, av tí at hann er samkyndur. Hetta vísti seg ikki at vera einasti tilburðurin [...] meiriluta felt í Løgtinginum í fjør. Í løtuni eru útlitini vánalig fyri at fáa broytt hesa lógargrein, men eg ivist ikki í, at framtíðar politikarar fara at ásanna, at tað er neyðugt. Tíðin er langt síðan búgvin
renningini. - Tað er frálíkt, at vit kunnu endurtaka væleydnaðu tiltøkini í Havn og í Suðuroynni. Men eg eri sjálvsagt sera glaður fyri, at dillan við at renna, ganga ella bara røra seg meira í ár eisini [...] at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum - yngri sum eldri - eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað stendur sjálvsagt púrasta
tá var eitt annað. Hesaferð skal Galathea 3 sigla heilt suður til m.a. Kili og Galapagosoyggjarnar, men Susannah og Asbjørn skulu tó mynstra av longu í Nuuk, har aðrir studentaskúlanæmingar sum nevnt koma [...] Føroyum fyrr, skunda tey sær at siga við ein munn. Miðlastunt Tey skulu mynstra av tann 12. september, men ivast ikki í, at fáa brúkt nógv av hesum í øðrum lærugreinum enn teimum náttúruvísindaligu, tí verkætlanin
allar sekstan menninar av Blithsome, sum fórst á Kappanum í 1935 í einum tí ringasta ódnarveðri, sum menn vita um. Hetta verður mett sum eitt stórt bragd. Dávur er sera takksamur fyri, at fólk tóku so væl [...] stórarbeiðum, sum gjørd eru í bygdini. Hann var eisini vegformaður í sambandi við vegin til Tjørnuvíkar, men sum kommunustýrislimur fyri Haldórsvíkar kommunu hevur hann verið heitur talsmaður fyri, at ein tunnil
heilsurøktari ikki hevur førleika at útinna. Tí eigur hetta at síggjast aftur í starvsfólkasamansetingini, men sigast má at nógva staðni er tað harmiligt at síggja, hvussu leiðslan heldur fast í gamlar vanar. Í [...] heilsurøktarir. At arbeiða við fólki krevur at tú ert fyrikomandi og dugir at lurta og tosa við fólk. Men hetta er als ikki nokk, at kunna veita týdningarmikla røkt og umsorgan. At kunna stuðla, menna, ít
samanrenning av óhepnum hendingum, sum seinkaðu stovninum, ið upprunaliga skuldi latið upp 1. mai, men nú hevur verið áleiðis í fimm mánaðir longri. Ov hart press Hans Pauli Strøm sigur, at tað als ikki [...] n verður politiskt undirmett og sum tað er ómetaliga torført at fáa pening til. Ongar avleiðingar Men hvørjar verða avleiðingarnar av hesum? spyrja vit Hans Paula Strøm. - Eg átaki mær ein part av ábyrgdini
so sum eina fyrimynd fyri okkum, at so høgt áttu vit eisini at raðfest okkara sjúkrahúsverk. Jú, men veruleikin er, at okkara raðfesting, okkara vøkstur í játtanini hevur verið lutfalsliga munandi størri [...] eftir talvuni: seinastu 3 árini hava vit økt játtanina og tá tosa vit ikki um alt sjúkrahúsverkið, men bara um Landssjúkrahúsið - við 13 mió um árið ! Altso ein lutfalsliga væl størri vøkstur í játtanini
eru jú so ymiskar, og vit eru væl øll ein samanseting av øllum teimum trimum nevndu fólkasløgunum. Men greitt er, at Klaksvík í dag, kanska meir enn nakrantíð, hevur tørv á og dúvar uppá virkisfýsni og [...] skapa trivnað fyri okkara borgarar og framburð til økið okkara: Tí liggja stórar ætlanir fyri framman, men kappingin er hørð, og fyri summar tættir í samfelagnum verður hon enn harðari undir nýggju umstøðunum
børn, Dagtilhaldið í Rók í Eysturoynni. Hesin stovnur hevur síðani 2001 verið ein royndarskipan, men virkar nú sum ein fastur stovnur. Raksturin av hesum stovni er lagdur inn í raksturin hjá Almannastovuni [...] sum menniskju og sum samfelag ikki vera fyriuttan. So vóru vit ikki longur eitt vælferðarsamfelag, men eitt samfelag uttan tað neyðuga trygdarnetið at lofta teimum, sum onkursvegna koma illa fyri í tilveruni
til um búsetingarsøguligu leivdirnar. Ikki bert vórðu bústaðafláir skrásettar í upp til 2 m dýpi. Men talan er um eitt hitt mest víðfevnda og áhugaverda fornminna-umhvørvi í føroyskum høpi yvirhøvur. [...] úr Føroyum, Íslandi, Onglandi, Skotlandi og USA. Farið varð undir forkanningina við byrjan av mai, men í ár verður bert arbeitt í ein góðan mánað. Um-framt sjálva fornfrøðiligu rannsóknina, sum í ár fer