Ein gøla at fólk fingu løn fyri at ganga heima

Hetta er onki minni enn ein skandala, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, um málið um Serdagsstovnin á Argjum, har seks starvsfólk vórðu sett í starv og hava fingið løn seinastu mongu mánaðirnar, hóast stovnurin ikki er til enn.


- Slíkt eigur ikki at koma fyri og eg fari at seta meg í samband við Almannastovuna beinanvegin, so vit kunnu fáa greiði á, hvussu tað kundi henda, at fólk verða sett í starv, áðrenn húsini til stovnin eru klár, sigur landsstýrismaðurin við Sosialin.
Hann sipar til málið, sum varð umrøtt í blaðnum í gjár, har vit skrivaðu, at 839.652 almennar krónur higartil eru farnar til lønir og húsaleigu til Serdagstovnin á Argjum, hóast stovnurin als ikki er farin at virka enn.
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, segði, at talan hevur verið um eina samanrenning av óhepnum hendingum, sum seinkaðu stovninum, ið upprunaliga skuldi latið upp 1. mai, men nú hevur verið áleiðis í fimm mánaðir longri.
 
Ov hart press
Hans Pauli Strøm sigur, at tað als ikki kann góðtakast, at 840.000,- krónur fara fyri skeyti á hendan hátt.
- Peningur, sum kundi verið nýttar so nógv skilabetri innan almannaøkið, har tað frammanundan er ilt at fáa játtanina at røkka, staðfestir landsstýrismaðurin. Og sigur seg undrast á mannagongdirnar hjá Almannastovuna í hesum málinum, tí tað hevur altíð hevur verið vanligt, at húsini til stovnar eru fingin til vega, áðrenn hann verður mannaður.
- Tað hava uttan iva verið umstøður í hesum førinum, har mett hevur verið, at tað var neyðugt at manna stovnin skjótari enn vanligt. Og har skal eg als ikki taka meg sjálvan frían, tí eg havi kanska pressað í so hart á at fáa stovnin upp at koyra, sigur Hans Pauli Strøm.
 
Pistól fyri tinningin
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hann ímyndar sær, at Almannastovan hevur ikki havt vanligar arbeiðsumstøður, júst í málinum um serdagstovnin til børn við atferðatrupulleikum.
Og hann vísir á, at í fyrsta lagi hevur hann givið til kennar, at málið hevur skund, og harumframt er tað eingin loyna, at tað nærum var ein fólkakrav at fáa eitt tilboð til hesi børnini skjótast gjørligt. Tí ímyndar hann sær, at trýstið hevur verið so stórt, at Almannastovan hevur gjørt av at seta fólkini í starv sum skjótast, so tann parturin av tilgongdini ikki varð darvandi.
- Tá avgerðir verða tiknar við einum pistóli fyri tinningin og í skundi, er skjótt at taka skeivar avgerðir, sigur Hans Pauli Strøm, sum samstundis sigur, at tað var skeivt at seta fólk í starv longu 1. mai, hóast leigusáttmálin ikki var undirskrivaður fyrr enn 12. juni.
 
Eykajáttan mátti til
- Tað er ikki minst ørkymlandi, tá hugsað verður um alt rokið, ið var um stovnin fyri nøkrum mánaðum síðani. Málið hevði so stóran skund tá, at eykajáttan mátti til, og tað er uppaftur meira syndarligt, tá hugsað verður um, at hetta er eitt øki, sum frammanundan verður politiskt undirmett og sum tað er ómetaliga torført at fáa pening til.
 
Ongar avleiðingar
Men hvørjar verða avleiðingarnar av hesum? spyrja vit Hans Paula Strøm.
- Eg átaki mær ein part av ábyrgdini fyri, at tað kom so vítt, og eg fari ikki at hanga nakran. So málið fær ongar beinleiðis avleiðingar, hóast tað sjálvsagt ger, at tað framyvir hevur við sær, at tað verður torførari hjá mær og ráðnum at argumentera fyri at fáa pening til nýggj tiltøk, tá vit í hesum førinum hava prógvað, at vit ikki hava gjørt okkara heimaarbeiði nóg gott, sigur ein harmur landsstýrismaður at enda.