Rannsókn í Junkarinsfløtti

Aftur í ár fer fram fornfrøðilig rannsókn í Junkarinsfløtti heima á Sandi. Hetta er framhald av rannsóknunum, ið gjørdar vórðu summrini 2000 og 2003

Tíðindaskriv

Tað var her, at bakkin máðaði summarið 2000, har umfatandi bústaðaleivdir komu til sjóndar í einum uml. 80 m longum øki í bakkanum. Fyri at fáa eitt betur yvirlit yvir, hvat slag av bústaðaleivdum, talan mundi vera um, gjørdi Fornminnissavnið tá eina minni skráseting í tveimum støðum í bakkanum. Henda skráseting var so áhugaverd, at lagt varð upp fyri at gera enn fleiri kanningar av staðnum. M.a. varð funnið eitt lítið runt prunkað bronsuspennið, ið kann tíðarfestast til 900-árini. Tey mongu og sera væl varðveittu djórabeinini vóru so forkunnug, at leitað varð til útlendskar serfrøðingar fyri at skapa áhuga fyri fundinum.
Kolevnis-14 tíðarfestingar av prøvum av beinunum vístu seinni, at tað, ið her var komið undan kavi, vóru bústaðaleivdir, ið stavaðu úr eldra partinum av víkingaøld. Hetta og so tað, at hesar leivdir vóru hóttar av tí áhaldandi máðan av bakkanum, eggjaði til framhaldandi royndir at arbeiða víðari við málinum.
Í samband við eina umfatandi altjóða náttúruvísindaliga verkætlan í Útnorði um árin, fólk og dýr hava á landslagið, har tey seta búgv, og sum tá var sett í verk í Føroyum, varð áhugin fyri staðnum vaktur. Talan er um verkætlanina "The Leverhulme Trust project: Landscapes Circum Landnám". Við fígging úr hesi verkætlan og úr amerikanska vísindagrunninum bar Fornminnissavninum til saman við altjóða serfrøðingum at fara undir eina minni rannsókn í bakkanum undir Junkarinsfløtti seinasta summar.
Úrslitið av hesi rannsókn staðfesti ta niðurstøðu, skrásetingin hjá Fornminnissavninum var komin til um búsetingarsøguligu leivdirnar. Ikki bert vórðu bústaðafláir skrásettar í upp til 2 m dýpi. Men talan er um eitt hitt mest víðfevnda og áhugaverda fornminna-umhvørvi í føroyskum høpi yvirhøvur. Serkunnleikin kundi harumframt vísa á enn fleiri tættir innan Føroya søgu, sum tilfarið úr Junkarinsfløtti kann vera við til at lýsa, serliga tá hugsað verður um búskaparligu viðurskiftini í elstu tíðum. Tann avmarkaða rannsóknin seinasta summ-ar var so mikið áhugaverd, at avgjørt varð at halda á fram við arbeiðinum. Tó so, í fyrsta umfari verður roynt at fáa til vega enn meiri vitan av ymiskum slag, áðrenn lagt verður til brots av álvara. Talan er sostatt um forkanningar til eina ætlaða størri fornfrøðiliga og tvørvísindaliga verkætlan ? eina verkætlan í altjóða høpi, har arbeitt fer at verða saman við starvsfeløgum úr Føroyum, Íslandi, Onglandi, Skotlandi og USA.
Farið varð undir forkanningina við byrjan av mai, men í ár verður bert arbeitt í ein góðan mánað. Um-framt sjálva fornfrøðiligu rannsóknina, sum í ár fer fram í sjálvum vøllinum á Junkarinsfløtti, verða gjørdar kanningar av ymiskum nátturuvísindaligum slagi við m.a. innsavnan av sýnislutum at nýta til at lýsa, hvussu lendið har um leiðir er vorðið til gjøgnum øldirnar og til tíðarfestingar av bústaðafláunum og lendisbroytingunum annars. Harumframt verða gjørdar royndir við ymiskum geofysiskum skrásetingum av lendinum, ið vónandi fara at geva eitt betur støði, tá hildið verður á fram við útgrevstrinum og áðrenn sett verður á at grava.
Útgrevstrarfólkini í ár eru úr Íslandi, Skotlandi, Finlandi, Eysturríki og USA, og samstarvsstovnarnir eru lærdu háskúlarnir í New York (CUNY), Edinburg, Bradford, Stirling, Aberdeen, Glasgow, Sheffield umframt Fornleifastofnun Íslands. Arbeiðið fer annars fram í neyvum sambandi við lokalu myndugleikarnar og eigara. Aftur í ár verður arbeiðið fíggjað við stuðli úr enska The Leverhulme Trust, The National Science Foundation og CUNY Northern Science & Education Center, USA.
Vit fara at venda aftur til sjálv úrslitini av kanningunum seinni.