Dávur í Tjørnuvík, sum hann vanliga verður nevndur, er ein livandi legenda. Hóast høga aldurin er hann framvegis væl fyri, er skemtingarsamur, og sjaldsama góðu frásøguevnini hevur hann enn. Eftir eitt sera virkið og hendingaríkt lív hevur hann nógv at siga frá.
Dávur er tjørnuvíkingur í báðar ættir, hann er triðelstur av teimum 7 børnunum hjá Jensinu, f. Jensen, Frammi á Grønagarði, og Hans Jacob Davidsen, Yvir á Húsbaki í Tjørnuvík.
Elst av systkjunum var Jens Pauli, sum giftist við Stinu úr Tjørnuvík, tey bygdu í Nesvík, Katrina, giftist við Hans Jacob Ellingsgaard, trúboðara á Eiði. Síðan er tað Dávur, Elsebeth, giftist til Eiðis við Poul Poulsen, Karolina, giftist við Jens Poulsen, bónda í Hósvík, Olga, giftist við Hans Olsen úr Haldórsvík, tey búsettust á Skála, og
yngstur var Hans Olaf, sum var ógiftur og búði í Tjørnuvík.
Umframt Dáva eru tvær systrar á lívi í dag: Karolina býr á eldrasambýlinum í Kollafirði, og Olga býr hjá dóttrini á Skála.
Í 1926 fór Dávur 14 ára gamal til skips, á Eysturlandið við Havgásini, sum hvørki hevði motor ella stýrihús.
Hann hevur verið við mongum skipum og róð út bæði í Føroyum og Íslandi. Hann hevur fiskað kring Føroyar og Ísland, í Grønlandi, við Bjarnoynna og Svalbarð.
Í fjør kom út bókin Dávur í Tjørnuvík: Lívssøga 1911-1937, sum Sveinur Ísheim Tummasson hevur skrivað.
Í bókini greiðir Dávur frá, tá hann og ein annar tjørnuvíkingur stjóraðu allar sekstan menninar av Blithsome, sum fórst á Kappanum í 1935 í einum tí ringasta ódnarveðri, sum menn vita um. Hetta verður mett sum eitt stórt bragd.
Dávur er sera takksamur fyri, at fólk tóku so væl ímóti bókini, tí sum hann sigur: Hon er ikki fíggjað av nøkrum almennum grunni, tað er ikki ein skattakróna í henni. Eftir ætlan kemur annað bind um Dáva út í næstum.
Dávur arbeiddi eisini í fleiri ár í Íslandi, har hann treivst sera væl og knýtti nógv vinarbond, sum hava hildið til dagin í dag. Dávur metir Ísland sum sítt annað heimland.
Í mong ár var Dávur arbeiðsformaður hjá kommununi, og hann stóð fyri nógvum av teimum stórarbeiðum, sum gjørd eru í bygdini. Hann var eisini vegformaður í sambandi við vegin til Tjørnuvíkar, men sum kommunustýrislimur fyri Haldórsvíkar kommunu hevur hann verið heitur talsmaður fyri, at ein tunnil kemur ístaðin fyri vegin, sum nú er. Hann sigur skemtandi, at nú angrar hann, at hann ikki stillaði uppaftur, tá hann legði frá sær sum 84 ára gamal, tí so hevði tunnilin helst verið komin nú. Hann var kommunustýrislimur í heili 56 ár.
Dávur var ein av stigtakarunum og fyrsti stjórin á flakavirkinum í Haldórsvík, sum varð tikið í nýtslu í 1975.
Dávur giftist við Onnu Elisabeth, f. Heinesen, ættað úr Tjørnuvík. Hon doyði 20. september 1993, 84 ára gomul. Anna Elisabeth og Dávur fingu 5 børn, tey eru: Alisa Andreasen, sum býr í Tjørnuvík, Heinina Fossadal og Jannvá Hansen, sum búgva í Haldarsvík, Hensia, sum býr uttan fyri Keypmannahavn, og Hildibrandur, sum býr í Tjørnuvík. Abbasonurin, Birgir Davidsen, sum í dag býr í Hoyvík, vaks upp sum sonur í húsinum hjá Onnu Elisabeth og Dáva í Tjørnuvík.
Higartil hevur Dávur fingið 18 abbabørn og 36 langabbabørn.
Føðingardagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Tjørnuvík fríggjakvøldið 18. august.