styrktir í mun til í fjør, sigur venjarin. Men var tað ikki ein smeitur, at tit mistu Áka? ? Sjálvandi er tað keðiligt at missa ein so góðan leikara sum Áka, tað sigur seg sjálvt, men hondbólturin í Vestmanna [...] hann ein skaða, sum enn ikki er grøddur. Í vikuni skuldi hann til kanningar hjá serkønum lækna, og ikki fyrr enn tann kanningin var av kann hann svara fyri hvussu hansara kappingarár fer at vera. [...] Í Vestmanna eru so at siga bara tvær ítróttargreinir. Tær hava so aftur býtt árið sínámillum soleiðis at kappróðurin tekur sær av sumrinum, meðan hondbólturin hevur lagt sína tungu hond á teir longu v
vinnuni. Hetta er so eisini í tráð við, at sparikassin vil vera meira við í vinnulívsfígging sum heild. Vit halda hetta avgjørt vera áhugavert, og so er tað eisini nakað heilt nýtt og nakað sum tú kanst fyrihalda [...] fáa ein føroyskan partabrævamarknað. M.a. eru gjørdar kanningar av hesum. Hetta tiltakið er sum so fyrsta royndin á tí leiðini at seta á stovn ein føroyska partabrævamarknað, har almenningurin kann keyp [...] komandi tíð. Og tað er hesum útviklingi, sum Atlantic Petroleum vil vera við í og geva øllum føroyingum møguleika at vera við í. Í samstarvi við peningastovnar Talan er so heldur ikki um nakra vanliga parta
nevniliga 4 krónur og 67 oyru fyri minuttin, og sostatt kann føroyingurin bert tosa heim í eitt korter. Hann má gjalda góðar átta ferðir so nógv sum danin fyri hvønn minutt. Kunnu einki gera Andras Róin [...] eitt so lítið land, er ferðslan á telefonkervinum úr útlondum til Føroya ikki serliga stór. Tískil hava útlendskir televeitarar ikki serliga stóran áhuga í sambandinum til Føroya. Tað er jú bara ein evarska [...] kundi havt eitt sindur av ávirkan á prísirnar, men sum er, hevur felagið ikki orku til tess. Stjórin á Føroya Tele vísir tó á, at í einum so stórum landi, sum USA, eru nógvir televeitarar, og tí ber væl til
siga, hvussu stórt tað skal vera, hvussu tað skal byggjast, og, hvar tað skal vera. Byggjast í Hvalvík Í nevndini, sum fyrirreikar byggingina, sita Jógvan Mørkøre í Hósvík, sum er formaður og Heðin Zachariasen [...] um leiðir er tað sostatt bara Eiðis Kommuna, sum eisini umfatar Ljósá og Svínáir, sum ikki er í felags kommununi. Men Jógvan Mørkøre sig-ur, at hóast tað er felags Kommunan, sum arbeiðir við málinum, er [...] landið og kommunurnar skulu býtast. ? Nú er so langt síðani, at ellis og røktarheim er bygt í Føroyum seinast, at tann fíggingarhátturin, sum tá varð brúktur, kann ikki brúkast enn, sigur hon. Hon sigur, at
síðulinjuni, so havi eg tað so, at eg eri ein fjakkari. Eg støðist ikki so leingi. Fyri at kenna ?kikkið?, sum tey rópa tað, so er hetta neyðugt hjá mær, tí kenni eg, at tað verður ov lætt og rutina, so má okkurt [...] í sekstiárunum og hann sær tað sum eina uppgávu at venda hesi gongdini. Eins og Gríma hevði sum mál at vitja úti á bygd, so metir Eyðun, at ein tjóðpllur eisini skal vera fyri øll, hóast hann skal hava [...] lagt tær treytir, at eg eri leikhússtjóri, men kann seta ein leik upp sjálvur, umframt at eg kann seta ein leik upp árliga uttanlands. Og eg skal seta ein upp á Kongaliga Teatrinum, ið verður famførdur
eisini vera møguligt í Føroyum. Treytin er bara, at dagbøkurnar skulu vera anonymar, eins og tær eru tað eitt nú í bókini hjá Lone Kühlmann. Oljusamtak fíggjar Sum nevnt er tað Texaco Oljusamtakið, sum veitir [...] líknandi. Tað skulu vera tiltøk, sum t. d. hetta, sigur Jóhan Mac Donald. So verður bara at seta seg til telduna ella blokkin og festa tað niður á blað, sum vit gera 20. oktober. Tilfarið kann sendast fornm [...] slíkum tiltøkum sum hesum, tí tey vilja vera við í tí, sum fyriferst í teimum samfeløgum tey arbeiða. ? Oljufeløgini vilja fegin vera partur av umhvørvinum har tey eru, men tað verður ikki so, at vit fara
1963. Men hetta var altjóða farvatn, sum norðmenn sjálvandi mettu teir skuldu forvalta, og so funnu teir uppá nakað snilt - fiskirættindini guldu bara fyri tey lond, sum høvdu søgulig rættindi innanfyri tey [...] Atlanshavi gjørdist norskur. Um tað so var Saragassoállurin, tú kann keypa á hvørjari matstovu í Noregi, so varð hann eisini norskur. Stuttligasta, eg havi upplivað, var ein soljóðandi pástandur frá einum [...] at eg fór so illa við norðmonnum. Men nei, mær dámar teir so ótrúliga væl. Havi búð millum teirra í áravís - teir eru akkurát líka bygdasligir og smáligir sum vit, og vit líkjast teimum so nógv, at hóast
fremmandur og veit ikki rættuliga, hvar hann hoyrir heima. Men tað kann eisini vera ein fyrimunur, tí tá er tú ikki so bundin av trongskygninum, sum mangan ræður í lítlum samfeløgum. Bløðini eru fylt við tjakinum [...] nú taka dømi, at vit eiga ein hálvvaksnan son, sum megnar sjálvur at vinna helvtina av tí peningi, sum hann tørvar. Ein dagin kemur hann til mín og sigur, at nú er hann ikki so bundin av okkum foreldrum [...] enn daggomul, tá tey liggja á borðinum. Eri eg enn meira forvitin, so kann eg altíð fara út á nótina, og tá fái eg blaðtíðindini, so skjótt tey eru skrivaði. Onkuntíð latið eg heimasíðuna hjá Hans Blåsvær
Nillegaard er ein, og kona - nú einkja - smiðin Janniksen er ein onnur. Tað sigst, at smiðurin skjeyt seg, tí konan og Ankersen plágaða hann so við teirra evindaliga syndatosi. Í illveðri fer ein kroysa úti [...] persónlig trongd. Tíðin hjá Grýluni er við at vera av. Aðrastaðni hava tey fyri langari tíð síðani slept henni, og Dunaldur eigur bara døtur, so eisini her hómast ein endi. Tá ið traditiónir ikki longur eru eyðsæddar [...] flogálop fremja ein villan deyðadans. Tað einasta hampiliga menniskjað í søguni er ein sjúkrasystir, og hon er tablettnarkomanur. Dámurin er skemtiligur, men svartskygdur. Søgan er øll sum hon er ein langur m
stóru fyritøkurnar, sum stýra, og so hava vit fingið euro. Tað norrøna hvørvur í baksýninum og norðanlondini vera limað frá hvør øðrum. Finn Jor vónar, at ²Nordiske kunstnerhjem² kann vera við til at vísa [...] húsini, litirnir og tað sum er inni í húsunum, fortelur okkum, hvør sum býr har. Soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara listafólkum. - Øll lond hava onkran, sum gevur tjóðini ein samleika, og her eru [...] gera tað til okkara, ein part av sjálvum lívinum; tí er tað ikki so løgið, at vit hava varðveitt so nógv av heimunum hja okkara listafólkum, meinar Finn Jor, ið hevur arbeitt sum mentanarblaðmaður millum