At kalla alt serføroyskt er upprunaliga norskt. Líka frá turrum fiski til føroyska búnan. Trupulleikin við norðmonnum er, at teir líkjast okkum alt ov nógv. Teir "stjala" tað, sum hevur virði fyri teir, tað hava teir altíð gjørt, og tað gera teir framvegis.
Sverri kongur var føddur og uppvaksin í Kirkjubø. Sum føddur og uppvaksin í Kirkjubø mugu vit meta hann sum føroying. Men fyri norskar søgugranskarar er hetta lítið áhugavert, sum eitt positivt innslag í norskari søgu er hann sjálvandi norðmaður. Og tú skalt leita leingi og væl fyri at finna Kirkjubø nevndan við einasta orði.
Seinastu árini eru fleiri stór bókaverk komin út á norskum, sum snúgva seg um norska og norðurlendska søgu. Lesa vit "Norske Sagaer" (í sjey stórum bindum) fáa vit ilt í eyguni av tveimum teimum fyrstu, tí hvør einasta søga/saga í hesum bindum er skrivað/goymd av íslendingum, og ikki norðmonnum. Men tað verður ikki nevnt við einum orði. Fyrraárið var so galið, at eitt stórt bókaforlag mátti út í norsku fjølmiðlarnar at biða um umbering fyri at hava "stolið" norðurlendskar ritgerðir og "presenterað" tær sum norskar!
Leivur Hepni var vælsaktans íslendingur, ikki norðmaður. Gamaní segði hann seg at vera son ein hópdrápsmann av Jæren í Rogalandi, sum upprunaliga kom aðrastaðni frá, flutti til Íslands og helt fram at drepa fólk har. Leivur flutti til Grønlands, lokkaði fólk við sær, grundlegði eina bygd - so grønlendingar hava kanska størri krav uppá Leiv enn norðmenn. Men hann fann jú Vínland, og slíkt reystmenni má jú sambært norskum søgubókum vera norskt.
Loypa vit fram til okkara tíð, so kundu íslendingar prógva, at teir høvdu fiskað við Svalbard í sokallaðu gráu leiðini frá 1937 og fram til 1963. Men hetta var altjóða farvatn, sum norðmenn sjálvandi mettu teir skuldu forvalta, og so funnu teir uppá nakað snilt - fiskirættindini guldu bara fyri tey lond, sum høvdu søgulig rættindi innanfyri tey seinastu 10 árini. Snilt fyri norðmenn, men ikki íslendingar, sum mistu grundgevingarnar á gólv.
Tá so Gro Harlem Brundtland í sínum vanliga yvirlegni og ófatuliga óhøviskleika kallaði íslendsku mótmælini fyri "loppugoyggj vestan úr Atlantshavi", fleyt bikarið yvir hjá íslendingum, sum hava verið fornermaðir síðani. Men "gråsonen" bleiv meira ella minni norsk! Fiskurin bleiv eisini norskur. Sildin, vit, danir og íslendingar troyttu, gjørdist knappliga "norsk vårgytende sild". Toskurin yvirhøvur í Atlanshavi gjørdist norskur. Um tað so var Saragassoállurin, tú kann keypa á hvørjari matstovu í Noregi, so varð hann eisini norskur.
Stuttligasta, eg havi upplivað, var ein soljóðandi pástandur frá einum oljuráðgeva: "Engang i tertiærtiden flyttet kontinentalsokkelen seg, og derav kom Norskehavet. Det vil si, at opprinnelig var færøysk og norsk kontinentalsokkel to alen ut av et og samme stykke!" Við øðrum orðum hava norðmenn søgulig rættindi at útvinna olju við Føroyar - tí teir vóru fyrst - og tíat føroyski landgrunnurin eina ferð var partur av tí norska, hóast Noreg ikki var Noreg tá! Oljan varð til, áðrenn Føroyar vórðu til, upprunaliga var undirgrundin samanhangandi - norðmenn vóru fyrst við útvinningini, ergo eru rættindini til útvinningina norsk!! Logikkur fyri fimmáragomul.
Aftur til byrjanina. Nógv tosa um útbjóðingina av leitiøkjum, túnatosið gongur um donsk, ensk og norsk feløg, ella samansjóðingar av ymsum. Tað er náttúrligt, líkaso náttúrligt er tað, at fólk himprast, tá tey síggja Mærsk ovast á breddanum við Den Danske Bank og Poul Nyrup í rygginum. Ein gamalur segði mær ein dagin, at eftir hansara tykki skuldi alt, sum var í familju við Den Danske Bank verðið blakað langt út um "kontinentalsokkulin". Mong eru helst samd.
Nú helt kanska onkur, at eg fór so illa við norðmonnum. Men nei, mær dámar teir so ótrúliga væl. Havi búð millum teirra í áravís - teir eru akkurát líka bygdasligir og smáligir sum vit, og vit líkjast teimum so nógv, at hóast professionellir og profitthungrandi, so lumpa teir okkum ikki ein millimetur - tí okkara serføroyska lyndi er akkurát líka norskt sum tað norska!










