Sig framtíðini hvat nútíðin hevst at

Fornminnissavnið heitir á fólk, um at skriva niður tað, sum tey havast at tann 20. oktober í ár, og senda teimum tað. Ikki av forvitni, men fyri at goyma tað til eftirtíðina, soleiðis at eftirtíðin fær eitthvørt at vita um gerandisdagin í dag

? Eftirtíðin kann altíð finna stórhendingarnar fram, sum hendu í okkara tíð, men tað er verri við tí, sum merkir gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum, segði Vár í Ólavsstovu, tá hon legði fram ætlaninar við tiltakinum »Dagbókadagur 99«.

Tað eru Fornminnissavnið, Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Skúlabókagrunnurin, Studentaskúlin, Føroyamálsdeildin og Útvarpið, sum við stuðuli frá Texaco-samtakinum eru farin undir tiltaki.


Skrivið tað

tit havast at

Ætlanin við tiltakinum er sum sagt at fólk skulu siga eftirtíðini tað sum fyriferst í gerandisdegnum hjá føroyingum í 1999.

Tilfarið skal síðani sendast fornminnissavninum, sum fer at goyma tað í 100 ár, til eftirtíðina at lesa.

Fyrireikararnir aftanfyri tiltakið meta at tað hevur sera stóran týdning fyri eftirtíðina at vita, hvat fólk hava tikist við á okkara døgum, samstundis sum tað hevur týdning fyri eftirtíðina at vit hvat føroyingar hugsaðu um um aldarskifti.

Ikki tí at talan er um eitt aldarskiftið, men tí tað er ein partur av tí dagliga

Fyrireikararnir eru onga løtu í iva um, at spurningurin um fullveldi ella ikki nokk skal fara at standa í søgubókunum um eini 100 ár, men tað fer tað sum vanligi føroyingurin hugsaði um grindadráp, fótbólt, bjargafugl ella konufólk ikki at gera.

Tí vilja tey hava øll okkum, sum búgva i hesum landi at festa tað niður á blað, sum er partur av gerandisdegi okkara, og lata teimum tað.


Sjúkrasystrarnar

samstarva

Meðan fyrireikingarnar til hetta tiltakið hava verið í gongd, er tað komið fram, at aðrir bólkar antin hava hug at gera tað sama, ella hava góðan hug at samstarva við »Dagbókatiltakið«.

Sjúkrasystrafelag Føroya vil fegið hava eitt yvirlit yvir gerandisdagin hjá limum sínum, og tí eru tær farnar aktivt inn í fyrireikingarnar.

Eldraráðið ætlaði sær eisini undir at skráseta gerandisdagin hjá teimum eldru í Føroyum, m. a. til at brúka sum dokumentatión í tilfari til landsstýri, um gerandisdagin hjá teimum eldru her á landi.

Hetta seinna verður nú ein partur av »Dagbókatiltakinum«, sum eldraráðið fær atgongd til.


Anoynymt

Konrtini nýtist ongum vera bangin fyri, at upplýsingar kunnu beinast aftur á tann, sum skriva tær hevur.

Fyrireikararnir heita á fólk um at skriva allar persónligar upplýsingar á eitt annað pappír, sum verður goymt fyri seg.

Allar dagbøkurnar, sum koma inn vera goymdar í øðrum stað, soleiðis at tað ikki ber til at finna aftur til persónarnar.

Kortini fer at bera til at hyggja at tilfari, sum ávísir bólkar hava latið úr hondum, sum t. d. sjúkrasystrarnar.

Ætlanin er, at tey, sum hava brúk fyri hesum kunnu sleppa framat tilfarinum, men tað verður gjørt eftir greiðum treytum, soleiðis at tað ikki ber til at siga hvør tað er, sum hevur skriva júst tað dagbókina.


Sviar og danir

undangongumenn

Sum so ofta fyrr, so er hugskotið til tiltakið ikki føroyskt burturav.

Fyri góðum átta árum síðani heittu sviar á sítt fólk um at siga teimum hvat tey høvdust at tann 14. mei 1991.

Eitt gott ár eftir tað tóku danir táttin upp eftir svium og sambært føroysku fyrireikarunum sendu 50 túsund danir inn dagbók.

Burturúr hesum eru spurdar fleiri bøkur. Millum aðrar hevur Lone Kühlmann givið út dagbøkur hjá kvinnum, og hetta skal eisini vera møguligt í Føroyum.

Treytin er bara, at dagbøkurnar skulu vera anonymar, eins og tær eru tað eitt nú í bókini hjá Lone Kühlmann.


Oljusamtak fíggjar

Sum nevnt er tað Texaco Oljusamtakið, sum veitir tiltakinum fíggjarligan styrk.

Ikki so lítið av peningi skal til, tá litríkar lýsingar og faldarar skulu prentast, og eisini skal fitt av peningi til, tá faldararnir skulu sendast í hvørt hús í landinum.

Jóhan Mac Donald, frá Texacosamtakinum sigur, oljufeløgini í samtakinum fegin vilja stuðla slíkum tiltøkum sum hesum, tí tey vilja vera við í tí, sum fyriferst í teimum samfeløgum tey arbeiða.

? Oljufeløgini vilja fegin vera partur av umhvørvinum har tey eru, men tað verður ikki so, at vit fara inn at stuðla liðum, bátum ella líknandi. Tað skulu vera tiltøk, sum t. d. hetta, sigur Jóhan Mac Donald.

So verður bara at seta seg til telduna ella blokkin og festa tað niður á blað, sum vit gera 20. oktober.

Tilfarið kann sendast fornminnissavninum antin í brævið ella við telduposti.

Teldupostadressan, sum sendast skal til eitur josdam@natmus.fo.

Freistin at senda inn er 1. november í ár, men hon merkir ikki, at tilfar ikki kann sendast inn eftir tað.

Eftir henda dag verður kastaður lutur um nakrar vinningar millum øll tey sum hava sent inn dagbók.