leikararnir hava seinnu árini ikki tikið kappingina í álvara, og tað helt eg verða spell. Eg vóni og vænti, at henda kappingin, sum eg nú havi tikið stig til, fer at hava áhuga millum leikararnar, og at teir fara [...] kappingini. Tá ið eg nú skipi fyri sjálvari kappingini, so noyðist eg fyrst og fremst at hugsa um tað. Tí velji eg fyrst og fremst at verða á síðulinjuni og ansa eftir, at alt gongur, sum tað skal. Eg ivist tó [...] skipar fyri kappingini, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini leygardagin tann 21. januar. Jákup hevur arbeitt við kappingini í drúgva tíð, og tað hevur eydnast honum at fáa Føroya Banka at verða høvuðsstuðul
Djóna. Eg var smágenta, tá Magni og hon funnu saman, so alt tað eg kann minnast, hevur Begga verið ein partur av okkara familju. Tað sýnist so veruleikafjart, at tú ikki ert millum okkum longur. Tá eg siti [...] siti og hugsi um, hvussu eg best kann lýsa tín persón, er niðurstøðan heilt einføld, tú vart í roynd og veru framúrskarandi á so nógvum økjum. Tað er ikki av tilvild, at eg fyrst nevni tykkara heim. Tú dugdi [...] binda, seyma o. a. Tað var eisini uppí fleiri posar av pløggum og lutum, tú gavst til hesi tiltøk. Eg havi mangan undrast yvir, hvussu tú fekst tíð til alt tað, tú gjørdi. Hvørja summarferiu, ja mangan heilt
hann og longu, tá ið eg spældi mína konsert í 1972 hevði eg yrkingina “Tú dregur meg sum ein magnetur” við á skránni, sigur Hanus G. Síðani tá hevur Hanus G. Johansen arbeitt nógv við yrkingum hjá [...] í Hósvík, har hann framvegis býr. – Hesa heiðurslønina eri eg sera glaður fyri. Tað eru nakrir dagar síðani, at eg fekk at vita, at eg fekk eina av heiðurslønunum, men tað var loyniligt tá. Tað er [...] Heilar tríggjar plátur eru komnar við yrkingum hjá Poul F, sum Hanus G hevur gjørt løg til. – Eg havi gjørt løg til einar 90 yrkingar hjá honum, men fleiri eru ikki komnar út, sigur hann. Seinasta
málinum. Eg kundi hugsað mær at spurt eitt sindur generelt. Tit hava verið sparin við upplýsingum, men kanst tú siga mær, hvussu nógv fólk eru avhoyrd í málinum? Nei, tað kann eg ikki her og nú. Tað havi eg [...] ella 30 fólk? Tað fái eg ikki sagt, men tað er nógv meiri enn tað. Veitst tú so nú, hvussu nógv fólk hava gjørt vart við seg við upplýsingum til løgregluna? Nei, hasi tølini havi eg als ikki her og nú. Hatta [...] kanningina av málinum, um tit upplýsa, um tit hava eitt morðvápn? Jamen eg sigi tær, at tað fái eg ikki upplýst nakað um. Tað einasta eg kann upplýsa tær, tað er um hesa kanningina, og har halda vit fram at
er so lítið og innihaldið og ríkidømið í tær og tínum verki so stórt. Tó, so sigi eg takk! --- Gjøgnum hetta árið havi eg luttikið í fleiri tiltøkum, sum tú og Sprotin hava skipað fyri. Tit hava sett merkisfólk [...] besta dømi um at so er. Tað verður sagt so nógv gott um teg; “Jonhard er nógv tann besti lærari eg havi havt” segði ein næmingur. “Jonhard hevur heilt serlig evni at fáa fólk at trúgva uppá seg sjálvi” [...] var eisini nokk so symbolst, at tað fyrigekk so friðarliga. Tað er faktisk soleiðis, at eg upplivi teg Jonhard, og eg spyrji meg sjálva, hvussu kann eitt menniskja, sum hevur útint so nógv og so stórt vera
Sosialinum 10. september 2025: - Er tað ikki fantastiskt? Eg kann fara út úr skrivstovuni uttan at læsa hurðina. Tað hevði ongantíð gingið har, eg havi arbeitt fyrr, sigur Peter Freere, nýggjur dekanur á Náttú [...] indadeildini og Fróðskaparsetrinum sum heild. - Setrið er nógv minni enn universitetini, ið eg havi arbeitt á fyrr. Tað er eitt ungt universitet, sum enn er í menning, og tað er spennandi at vera ein partur [...] trupult at liva har. Har er ógvuliga vandamikið, og tú kanst ongantíð kenna teg tryggan, sigur hann. Arbeitt í nógvum londum Peter Freere hevur frá barnsbeini verið vanur við at flyta millum lond. Hann var
til einkis. Eg fekk tann framíhjárætt at virka saman við Carl í nevndini í sjey ár, og fekk eg almikla læru burtur úr tí tíðini; honum veiti eg tøkk fyri tað! Onga kunning, takk! Eitt havi eg hug at vísa [...] Havi frá ikki so fáum limum felagsins fingið fyrispurningar um, hví eg ikki tók við uppstilling til nevndarvalið ? um eg var bangin fyri ikki at verða valdur aftur, ella hvat. Nei, tað var ikki slíkt sum [...] baklandi, og tað gjørdi eg upp við meg sjálvan, fór ikki at bera til. Tað hevði helst ført til standandi kríggj okkara ímillum. So fyri felagsins ? ikki mína egnu ? skuld valdi eg ikki at taka við afturvali
listini hugtaka fólk. Nú eg havi arbeitt í nøkur ár, verði eg boðin við á framsýningar, og tað er avgjørt eitt privilegium í mun til onnur ung. Tey skulu stríðast nógv meiri enn eg at sleppa uppí part, sigur [...] sum eru í. Eg arbeiði ikki út frá plássum sum eru kend, men útlendsk listafólk siga, at tey síggja føroyska náttúru í mínum málaríum. Tá ið eg komi inn í mítt atelier, tá ið tað er tómt, byrji eg altíð við [...] um formar, sum eg finni fram og komi fram til í sjálvari arbeiðstilgongdini. Íblásturin kemur av at arbeiða. Eg byrji við fleiri løriftum og so formar eitthvørt seg á løriftinum, sum eg so arbeiði víðari
viljað verið øðrvísi - At eg eri samkyndur er ikki nakað eg eri keddur av. Eg hevði ikki viljað verið øðrvísi enn eg eri. Eg havi góð vinfólk og royni ikki at goyma, at eg eri sum eg eri, sigur Ulrik. Spurdur [...] merkis í mínum atburði gjøgnum uppvøksturin. Eg havi ein tvíburðabróður og vit eru sum dagur og nátt. Tá vit vóru yngri arbeiddi beiggi mín altíð úti meðan eg var við í tí húsliga saman við mammu, sigur [...] - Eg kundi sjálvandi roynt at hildið út, og skúgva tankan um at eg eri samkyndur til viks. Og kanska eisini fingið børn saman við onkrari, men tað hevði bara verið órættvíst ímóti tí gentu, um eg so seinni
ítrótt. - Eg byrjaði at spæla flogbólt sum 10 ára gomul. Eg havi altíð tímað væl allan ítrótt. Eg spæli eisini fótbólt, tá ið tað liggur fyri. Eg byrjaði eisini at spæla hondbólt sum lítil, men eg gavst skjótt [...] flokki, og tað helt eg vera sera spennandi. Eg eri eitt sindur rokalig, og tí vænti eg, at tað er akkurát nakað fyri meg. Tú skalt vera 21 ár, áðrenn tú tekur útbúgvingina, so eg fari møguliga í studentaskúla [...] sjálvandi spent. Eg gleði meg í øllum førum til dystin. Eg vænti, at tað verður ein 5 settari, og so vóni eg bara, at tað fellur til okkum, sigur Ruth Thomssen at enda. ----------- Ruth um móta - Eg royni at fylgja