Hvør er bestur innandura?

Seinni í hesum mánaðinum fara flestøll fótbóltsfeløg í landinum at kappast um óalmenna FM-heitið í innandura fótbólti. Vinnandi felagið fær stóra peningaupphædd, sum skal nýtast til ungdómsarbeiði í felagnum.

Tað er landsliðsleikarin Jákup á Borg, sum skipar fyri kappingini, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini leygardagin tann 21. januar. Jákup hevur arbeitt við kappingini í drúgva tíð, og tað hevur eydnast honum at fáa Føroya Banka at verða høvuðsstuðul, og tað er bankin, sum letur peningaupphædd til tey bæði fremstu feløgini.
Spurdur, hvussu tað ber til, at hann nú einsamallur tekur stig at skipa fyri einum slíkum óalmennum FM í innandura fótbólti, sigur Jákup á Borg.
 Tað hevur verið skipað fyri slíkari kapping í Vági í fleiri ár, men glansurin er so líðandi farin av kappingin har suðuri, og leikararnir hava seinnu árini ikki tikið kappingina í álvara, og tað helt eg verða spell. Eg vóni og vænti, at henda kappingin, sum eg nú havi tikið stig til, fer at hava áhuga millum leikararnar, og at teir fara at taka hana í stórum álvara, sigur hann.

Eitt lið frá hvørjum felag
Jákup á Borg sigur, at væntandi verða tað eini 18 feløg, sum fara at taka lut í kappingini, og hvørt felag kann luttaka við einum liði.
Kappingin er skipað á tann hátt, at hvørt lið kann hava fimm mans á vøllinum í senn, og ein teirra skal verða málverji. Hóast liðini hava málverja, so verða tað tey smáu innandura málini, ið verða nýtt í kappingini.
 Hóast liðini bert kunnu hava fimm mans á vøllinum í senn, so er tað mín ætlan, at hvørt felag kann hava átta leikarar við til kappingina, greiðir Jákup á Borg frá.

Drúgv kapping
Ætlanin er at skipa kappingina soleiðis, at fyrst verða leiktir fýra innleiðandi bólkar við ávíkavíst fýra og fimm liðum í hvørjum bólki. Tá ið hesir bólkar eru spældir, koma tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki víðari í kappingini.
Hesi átta liðini, sum á henda hátt spæla seg víðari, verða so býtt upp í tveir millumrundubólkar við fýra liðum í hvørjum, og tvey tey fremstu liðini í báðum hesum bólkum koma víðari í hálvfinaluna. Bæði í innleiðandi bólkunum og í millumrundubólkunum verða dystirnir seks minuttir til longdar.
Tá ið komið er til tey seinasu fýra liðini í kappingini, sum fara at dystast í hálvfinaluni, verða dystirnir eitt sindur drúgvari. Jákup á Borg sigur, at helst verða teir seinastu avgerandi dystirnir átta minuttir til longdar.
Tá ið vinnandi liðið er funnið, verða steyp og heiðursmerki handað, og sum áðurnevnt fær vinnandi liðið eisini ein gávukekk handaðan. Somuleiðis fær næstfremsta liðið ein gávukekk, sum tó er nakað minni enn tann hjá vinnandi liðnum.
 Umframt heiður til fremstu liðini, so fær toppskjúttin í kappingini eisini eitt steyp. Eisini skal besti leikari í kappingini kjósast, og tað verða umboð fyri ítróttarmiðlarnar, ið saman við øðrum finna henda leikaran, sigur Jákup á Borg.
Dómarar í óalmenna FM-kappingini í innandura fótbólti verða teir somu, ið til dagligt døma í heimligu fótbóltskappingini, so leikararnir kunnu kenna seg tryggar í, at tað verður hildið eitt vakið eyga við, hvussu leikur fer.

Eisini sosialt tiltak
Tá ið sjálv kappingin er av, verður skipað fyri einum sosialum tiltaki, har leikararnir savnast til ein betri bita og hugna sær saman.
 Vit spæla móti hvørjum øðrum fleiri ferðir um árið, men kennast mest frá sjálvum vøllinum. Tað er tí eisini hugaligt, at vit kunnu savnast á ein eitt sindur øðrvísi hátt, sigur Jákup á Borg.
Hóast liðið hjá Jákupi sjálvum, HB, verður við í kappingini, so verður landsliðsleikarin sjálvur ikki millum leikararnar í kappingini.
 Tá ið eg nú skipi fyri sjálvari kappingini, so noyðist eg fyrst og fremst at hugsa um tað. Tí velji eg fyrst og fremst at verða á síðulinjuni og ansa eftir, at alt gongur, sum tað skal. Eg ivist tó ikki í, at HB-liðið verður eins sterkt, sjálvt um eg ikki eri við, sigur Jákup á Borg.