Í vikuskiftinum verða steypafinalurnar í flogbólti spældar. Hjá kvinnunum verða tað Dráttur og KÍF, sum hittast.
Ruth Thomssen er yngsti leikari hjá Drátti. Hon er einans 17 ár. Hetta er seinna árið, hon spælir í meistaradeildini.
Ruth hevur leikt við ungdómslandsliðum, bæði U17 og U19, og hon klárar seg væl í meistaradeildini. Tað er lítil ivi um, at hon kann gerast gerast heilt góð, um hon heldur fram at spæla flogbólt.
Ruth gleðir seg eisini sera nógv til steypafinaluna leygardagin.
- Steypafinalan er tann størsti dysturin á árinum. Tað er ein dreymur at sleppa at spæla steypafinalu, sigur hon.
Hon metir, at KÍF er eitt torført mótstøðulið.
- Tað er torført at siga, hvør vinnur. Eg vænti, at tað verður ein sera javnur og strævin dystur. KÍF eru sera væl koyrandi fyri tíðina, so vit mugu spæla upp til okkara besta, sigur Ruth.
Spælir flogbólt og fótbólt
Ruth hevur sjálv altíð havt áhuga fyri ítrótti. Hetta hóast at eingin annar í familjuni spælir nakað serligt ítrótt.
- Eg byrjaði at spæla flogbólt sum 10 ára gomul. Eg havi altíð tímað væl allan ítrótt. Eg spæli eisini fótbólt, tá ið tað liggur fyri. Eg byrjaði eisini at spæla hondbólt sum lítil, men eg gavst skjótt við tí.
Ítrótturin tekur sostatt nógva tíð hjá Ruth. Um veturin spælir hon flogbólt, og um summarið spælir hon fótbólt. Umframt hetta, brúkar hon eisini stóran part av sínari frítíð í kristiligum arbeiði.
- Eg eri nógv í missiónhúsinum í Miðvági. Har er nógv virksemi, og eg syngi ofta fyri til ungdómsmøtir. Eg plagi at fylgjast við vinunum á møti, og vit eru á ungdómsmøti í Sørvági fríggjakvøld, í Miðvági leygarkvøld og í Sandavági sunnukvøld, sigur Ruth.
Vil vera løgreglukvinna
Ruth hevur ikki nakað fast arbeiði í løtuni. Hon gjørdist liðug í 10. flokki síðsta summar og hevur arbeitt okkurt fyrifallandi síðani tá. Hon er avloysari í barnagarðinum í Miðvági. Hon hevur annars ætlanir um at gerast løgreglukvinna.
- Eg vil vera politistur. Eg var í praktikk hjá løgregluni í 10. flokki, og tað helt eg vera sera spennandi. Eg eri eitt sindur rokalig, og tí vænti eg, at tað er akkurát nakað fyri meg. Tú skalt vera 21 ár, áðrenn tú tekur útbúgvingina, so eg fari møguliga í studentaskúla áðrenn, sigur Ruth, sum heldur, at kriminaløkið er tað mest spennandi.
Ruth fyllir 18 um tríggjar mánaðir, og tá ætlar hon at fáa sær koyrikort beinanvegin.
- Eg byrji skjótt at taka koyrikortið. Eg gleði meg nógv til at fáa koyrikortið. So kunnu vinirnir koma biltúr við mær, sigur Ruth, sum ikki ætlar sær at koyra ov skjótt, nú hon ætlar sær at vera politistur.
- Eg má jú vera ein góð fyrimynd, sigur hon smílandi.
Stuttligt at vinna móti SÍ
Tað eru tvey lið í Vágunum, Dráttur og SÍ, sum hava lið í bestu kvinnudeildini. Ruth heldur, at tað er serliga stuttligt at spæla móti SÍ.
- Leikararnir kennast væl uttanfyri vøllin, og tí er tað nakað serligt at spæla móti SÍ. Tað er nakað serligt at vinna móti teimum, sigur hon.
Ruth var úttikin til landsliðið í flogbólti í summar. Hon kendi seg tó noydda at geva avboð.
- Vil skuldu námsferð til Róm samstundis, og eg valdi heldur at fara á námsferð. Eg vóni tó at vera úttikin til Oyggjaleikirnar í summar, sigur hon.
Oyggjaleikirnir er kanska størsta avbjóðingin hjá flogbóltsspælarum í Føroyum, og Ruth ynskir at uppliva tað.
- Tað hevði verið spennandi at sloppið við. Eg veit frá U-landsliðnum, at tað er gott samanhald, tá ið landsliðið fer avstað, sigur Ruth.
”Indianararópið”
Eitt sereyðkenni við liðnum hjá Drátti er ”indianararópið”. Tær feira stigini við at rópa eins og indianarar. Ruth hevur sjálv verið við til at fáa hetta ”ritual” inn á liðið.
- Einaferð var eitt brailianskt par her. Maðurin spældi fótbólt her vesturi. Konan hugdi eftir einum dysti hjá okkum, og hon gjørdi hatta rópið hvørja ferð, vit fingu stig. Síðani hava vit tikið tað til okkum, sigur Ruth.
Ruth er komin rímiliga langt við flogbóltinum, hóast hon er so ung. Hon væntar tó ikki, at hon var komin so langt, um tað ikki var fyri Ninu Alter, sum spældi við Drátti í fjør.
- Allar tær útlendsku kvinnurnar, sum spæla flogbólt í Føroyum, eru góðar. Nina spældi við okkum í fjør, og hon lærdi okkum ótrúliga nógv. Hon hækkaði støðið munandi, sigur Ruth.
Ruth metur, at hennara størsta styrki spæligleðin.
- Eg fari ikki niður við høvdinum og gevi ongantíð upp, sigur hon.
Foreldrini stuðla væl
Ruth hevur altíð verið væl stuðlað av foreldrunum, og tað er hon takksom fyri.
- Foreldrini stuðla mær í míni avgerð at gerast løgreglukvinna. Tey stuðla mær eisini sera væl í flogbóltinum. Tey eru við til hvønn dyst, og tað er sera deiligt, sigur hon.
Annars verða tær í Drátti væl stuðlaðar av viðhaldsfólkunum.
- Fólk stuðla væl, tá ið liðið liggur ovarlaga í kappingini. Í ár hevur gingist væl, og vit eru í steypafinaluni, so fólk eru sjálvandi spent. Eg gleði meg í øllum førum til dystin. Eg vænti, at tað verður ein 5 settari, og so vóni eg bara, at tað fellur til okkum, sigur Ruth Thomssen at enda.
-----------
Ruth um móta
- Eg royni at fylgja við. Eg havi stóran áhuga fyri móta, men tað kostar nógv at fylgja við mótanum. Men eg geri mítt besta
------------
Ruth um kvinnur í politikki
- Eg eri als ikki áhugað í politikki. Tað tykist, sum at politiskt arbeiði er meira fyri mannfólk. Men eg haldi kortini, at tað er gott, at okkurt konufólk er á Tingi. Men politikkur og eg hoyra ikki saman.
------------
Ruth um føroyskan mat
- Mær dámar væl føroyskan mat. Mær dámar alt burtursæð frá blóðpylsu og seyðarhøvd. Mær dámar serliga væl ræst kjøt og súpan. Annars eri eg ikki serliga kræsin.
-----------
Ruth um trúgv
- Trúgvin á Jesus hevur nógv at týða fyri meg. Trúgvin hevur stóran týdning fyri alla familjuna. Eg lesi og biði hvørt kvøld. Eg biði eisini altíð áðrenn, eg spæli dyst. Eg royni at vera eitt vitni – eisini á vøllinum. Tað er tó ikki altíð lætt, tá ið tú ert heitur.
-------------
Fakta um Ruth Thomssen
17 ár
Fødd 10.05.1989
Foreldrini er Annika og Albin Thomssen
Býr í Miðvági
Spælir flogbólt við Drátti