hýsa og 2/3 gráur fiskur. Hann sigur, at nú streymurin er betur aftur, og veðrið er gott, er nógvur bátur at síggja. - Tað vóru nógvir bátar norðanfyri í nátt, og eg haldi, at teir yvirhøvur fiskaðu hampiligt [...] pund á línuna, segði hann, at tað gera teir reiðiliga. - Okkum dámar væl, tá ið blandingur er í veiðini, t.v.s. at tá ið bæði toskur og hýsa er á línuni. Og soleiðis var tað í morgun. - Flestu bátarnir egna [...] veiða gággu, sum teir selja til útróðrarmenninar. Á útróðrarmanninum skiltist, at summir egna á vanligan hátt við hond og aðrir seta úr trakt. Sjálvur helt hann fyri, at tað er minni arbeiði av at seta
Kallanes, hava í fjør og í ár riggað bátin soleiðis til, at teir, umframt at kunna fiska tosk og hýsu við línu, eisini kunnu fiska makrel við dorg. Tað eru Eyðólvur Vang í Klaksvík og Kári Klettskarð í Kongstovu [...] Kongstovu í Haraldsundi, sum eiga bátin, og tað er Kári Klettskarð í Kongstovu sum er skipari. Umborð á Kallanesi hava teir tíggju makreldergur, og tað eru 40 húkar tilsamans á hvørjari dorg. Íløgan í [...] hava teir á Kallanesi fingið eini 10 prosent í stuðli til royndirnar. At fiska makrel við dorg er ikki nakað nýtt uppfinnilsi, um vit so kunnu siga. Tað hava eitt nú norðmenn gjørt í fleiri ár, og royndir
hevur dreggjað eftir skeljum. - Hetta hevur borið til, tí talan hevur bert verið um tað eina skipið, sum eisini hevur sýnt fyrilit, samstundis sum gott samskifti hevur verið millum partarnar, ið hava roynt [...] m sigur løgtingsmaðurin ikki, hvat skip talan er um, sum nú er á gágguveiði. Skipið er bert tað eina, og tað er nevniliga Bergunn, fyrrverandi Skansatanga, sum í fjør summar royndi eftir krabba undir Føroyum [...] øki av við hundraðtals gággurúsum?", sum hann tekur til. Kári vil tí í fyrsta lagi hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu nógv loyvir eru givin til veiði eftir gággu við glúpi ella rúsum. Hann spyr
ella fiskavirking at gera. Í slíkum førum kann tað vera kærkomið, um fiskavirki er í bygdini, ella um bygdin í minsta lagi hevur eitt gott havnalag, so til ber at reka útróður – uttan at hava ampa av bátinum [...] Norðurfisk í Árnafirði og Klivar í Nólsoy. Onnur virki eru umbygd til saltfiskaarbeiði, kryvjing av laksi, virking av gulllaksi í vertíð ella til servirking av ávísum fiskasløgum og vørum. Valdi útróðurin Eins [...] er 42 føtur langur, rúmligur og hevur ómetaliga gott dekspláss. 18 kør, sum taka eini 500-600 pund hvørt, kunnu standa á dekkinum, men lastarúm er so gott sum einki. Fiskurin verður kruvdur, vaskaður og
høvdu jú langan veg bara inn til Flesjarnar. Tað var tað góða við at koma til Flesjarnar, at har vóru fleiri bátar, og um nakað hendi, var eisini lættari at fáa hjálp. Tað vóru eisini bátar úr Vági í somu [...] sleipaðu teir til lands. Ein av hesum deksbátum kom til lands við trimum opnum bátum uppá sleip. Uttan hjálp frá deksbátinum hevði illa staðið til hjá hesum bátum. Soleiðis komu fleiri ein og ein til lands, [...] Veðrið var so gott tá, so hann var farin so langt suður. Tað plagdi hann annars ikki at fara. Hann mátti eisini sleipast til lands av onkrum av hesum deksbátunum. Komin heim ringdi hann til Porkeris at vita
Landssjúkrahúsið við teimum til kanningar. Lagt verður aftrat, at báðir menninir høvdu tað eftir umstøðunum gott. Løgreglan dugir ikki at siga, hví báturin fór at leka, men tað verður kannað. Sambært løgregluni [...] vestanfyri, har báturin var staddur, og tað gekk bæði skjótt og væl at bjarga monnunum úr bátinum. - Tað tók bert eina løtu frá tí, at tyrlan var komin á leiðina, til hon hevði tikið menninar upp og var á
veðrið verið gott, og væl av útróðrarfiski er komið uppá land í bygdum, har útróður er. Streymurin hevur verið góður, men sum skilst, er hann nú harðnandi. Klaksvíkin er gomul útróðrarbygd, og tað var tann [...] hava nóg mikið av egndari línu til næstu setu. So hvørt, sum fiskiskipaflotin og virkini eru vorðin størri, er týdningurin av útróðrinum lutfalsliga minkaður. Men tað vildi verið eitt undarligt og fátæksligt [...] útróðrarbátum, ongum útróðrarmonnum og ongari egning. Einki ber til Nú smápláss eru við at doyggja út, kundi ein gongd leið kanska verið at vent aftur til tíðina, tá ið útróður og fiskakjallari var á nógvum bygdum
– Tað er gott slag av toski. Vit hava roynt norðanfyri, og tað hava verið nakrir stórir toskar uppí. Hetta er vanligt hesa tíðina av árinum, sigur Eyðstein Sørensen. Síðsta túrin høvdu teir 140.000 pund [...] vóru nakrir stórir toskar millum 10 og 20 kilo. Hetta er toskur, ið kemur inn at gýta, og hann sær út til at vera væl fyri, sigur Jóhannus Ziska.
eyga at forða fyri, at tað, sum hendi í Frøyanes málinum, ikki skal kunna henda aftur. Tvs, at tað skal ikki kunna lata seg gera aftur at keypa útróðrarbátar og flyta loyvini til størri bátar. Annars vóru [...] at forða fyri tað eru menn, sum at kalla bara brúka sínar egnu fiskidagar til at selja ístaðin fyri at rógva út sjálvir. ? Útróðrarbátarnir millum 15 og 40 tons hava verið illa fyri við tað, at nógvir teirra [...] fer at geva hvørjum útróðrarbáti yvir 40 tons einar 100 fiskidagar, ella gott tað. Sum er hava teir ikki meiri enn 80, so tað verður eitt munandi framstig. Avmarkaðar møguleikar at leggjs saman Formaðurin
toski, hýsu, longu og brosmu. Um útlitini til útróður teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin er hampiligur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - So, vit vænta nakað av fiski [...] - Eitt ísfiskalínuskip fiskar norðanfyri og kemur væntandi inn at landa síðst í næstu viku. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Um frystilínuskipini, sum eru fleiri í tali, verður sagt soleiðis: