Tað var ein sera bilsin og ovurfegin havnadrongur, sum eftir at hava snarað Gekkahjólinum fyri triðju ferð fríggjakvøldið vann tann stóra vinningin. Martin Kjeld gjørdist yngsti vinnarin í Gekkaspælinum [...] eina bundna konto í peningastovninum. Tað hava verið nakrir eydnuríkir og spennandi dagar, síðani Martin vann í Gekkaspælinum, tí bæði vinfólk og grannar hava verið inni á gólvinum og ynskt honum tillukku [...] m í Sjónvarpinum, tá hann hetta kvøldið vann 260.000 kr. Hann átti sjálvur vinnaraplátuna. Mamman var í arbeiðsørindum í Runavík, tá hon av tilvild fekk eygað á Gekkaseðlarnar og keypti tveir teirra, harav
hettar var fysta stig til at fara inn og lækka skattin og lønirnar tilsvarandi, fyri á tann hátt at fáa hægri realløn. Alt hettar ljóðar sera áhugavert, men er so alt hervið sagt hesum viðvíkjandi? Tað ið [...] fyri allar bólkar í samfelagnum, hevur uppá longri sikt. Um vit hugsa um tann føroyska búskapin, so vita vit, at í dag hava vit handilsjavnayvirskot, og kemur tað helst av tí stramma fíggjarpolitikki, ið [...] ið er førdur tey seinastu árini. Fara vit inn og lækka skatt og lønir, tí tað er jú tað, ið liggur í tí, at ein lækkar skattin, so vit fáa hægri realløn, so veksur sjálvandi keypiorkan tilsvarandi og harvið
landsstýrið hevði sent uppskotini út til m.a. kommunubólkin (Býarfelagið), og tað einasta, sum bólkurin hevði at viðmerkja, var um spurningurin at flyta skattaálíkningina frá kommununum til landsumsitingina [...] inum varð tillutað langa tíð at viðgera hetta stóra mál, sum landsumsitingin hevur arbeitt við í longri tíð tí longu 28. nov. vórðu uppskotini løgd fyri løgtingið uttan at Kommunubólkurin hevði fingið [...] samráðst við kommunurnar og givið teimum stundir at koma við viðmerkingum.« 2. »Býráðini halda ikki, at tað er rætt at flyta ábyrgdina av álíkningini frá kommununum. Á fundi 28. november 1997 viðgjørdu býráðini
undanfarnu 2 árini. Tað er alneyðugt, at strandferðslan fær játtað 5 mill. til íløgur. Henda játtan skal nýtast til at leingja másan 2 m. og gera tað rúmsáttari fyri ferðafólk. Um summarið, kann tað koma fyri, [...] kemur á tingborð, eisini tað, vit kunnu ikki liva við hesum ótryggleika í framtíðini. Havnaríløgur Klaksvíkar kommuna, og Tofta kommuna hava havt eina umsókn um stuðul inni í longri tíð til at betra havn [...] ein tvørleiki hja útróðrarmonnum. Tað verða tíðir á árinum, vegna óveður í longri tíð og onnur brek, at tann vanligi útróðrarmaðurin fer at missa hesa inntøkutrygd. Tað er onki í vegin fyri at varðveita
at heildarveiðan skal skerjast komandi ár, so tað var sjálvsagt, at eisini okkara partur fór at minka. Nú vita vit, hvat vit fáa samanlagt, og so er tað upp til teirra, sum býta, hvussu úrtøkan hjá teimum [...] niður í 2.000 tons. Tað er nú ikki tað, at føroyingar hava fiskað so nógvan flatfisk eystanfyri, sigur Hanus Hansen, men eitt sindur hevur verið sum ískoyti kortini. Hanus Hansen, sum var við til samráðingarnar [...] men tað er so vunnið aftur við betri prísi. Hanus Hansen sigur, at tey fimm skipini, sum vanliga fiska í Barentshavinum, hava í ár keypt sær kvotu fyri góðar 20 milliónir krónur, fyri at fáa tað at bera
innlivað, at tað kundi gera tað sama, hvønn munnvika teir brúktu, men guvuroykurin úr hesari lítlu grúgvu boðaði um vit og skil, men eisini var hetta eitt ósjónligt tekin um makt og megi. Tað kundi eisini bara [...] óskyldugum bygdadreingjum, ella hevði Nygaard brumma um, at tað var ósømiligt, óhøskandi at roykja pípu inni undir bitunum á læraraskúlanum? Um so var, eru teir farnir stillisliga útum , og latið Nygaard brumma [...] u inn á hesar oyðandi roykdrekarnar, sum fóru um tað kolakrunksvarta bikhavið morgun og kvøld. Um náttina var øðrvísi. Tá fingu hyljarnir frið. Nú var lítil og eingin ferðsla og fóru hesi smáu eygu upp
ilskast: ? Hvat er á vási?? Mister Matumbwe var eitt gott fólk, sum bara var við tí góða orðinum og ikki gjørdist tykkin, um onkur var ólátaður ímóti honum.:? Á, tað var bara okkurt smávegis, sum eg vildi vita [...] upp á annan, jú so sanniliga var hetta satt, sum maðurin segði. Nekarin var ungur og væl ílatin - í einum brúnum frakka. Høvur hansara var runt sum ein blýggjkúla. Hann var hattleysur. Í tí klára ljósinum [...] gimsteinar. Á nøsini sótu einar gullbrillur, og húðin var svørt sum ebonitt. Tað hvíta í eygunum var fløtafarva, og eyguni høvdu eitt sjaldsamt sker, sum var endurskin úr øðrum heimi. Gýðingurin hevði eitt fýrkantað
tómar, ikki eitt petti er inni í teimum. Og tó var tað einaferð, at her var almikið av øllum. Her ljóðaðu glaðar røddir, her var lív og gleði, men nú er einki. Tað, ið inni var, er spjatt fyri allar vindar [...] syngur so vakurt,« segði hann. »Ja, tað hoyrdu vit,« siga tey stóru vineyguni. »Og vit huga eisini dagin; tað var júst tá, at vit vóru tjaldaprýdd. Ja, tað var tá.« Tað var tá, og nú er einki.« »Ikki er púra [...] nógv børn, at vit ongantíð hava vitað skil á teimum. So var tað eisini hann, sum sat her inni í stovuni og skrivaði.« »Effinett,« sigur áin, »tað var júst hann. Hann sat og yrkti um meg og fuglarnar, hetta
Festivalur Meðan vit vóru í Hua Hin var ein stór festival, tey kalla Loy Kratong. Hetta merkir ljósfestival, ið so løgið tað ljóðar var tað sama sum vit upplivdu í Katmandu. Tað vóru tó als ikki teir somu siðir [...] nýggjum. Vit hildu hetta verða ein sera dámligan sið, so tað gjørdu vit glað. Tað vóru túsundtals fólk á strondini og gjørdu tað sama, og tað var ótrúliga vakurt at síggja øll hesi ljós fara út eftir havsbrúnni [...] kirkjugarður rundan um templið. Eisini sóu vit tað »nýggja« marmortemplið, ið varð bygt í 1899 av Rama V kongi. Tað er gjørt marmori og gulli, alt sum tað er. Har var eisini ein rúgva av buddah-standmyndum frá
Dímun. Og við í tyrluni var eisini myndamaður okkara. Og hvussu halda tey so jól úti í hesi eini av heimsins minst bygdu oyggjum! Tey hava tvey jólatrø, eitt úti í túninum og eitt inni í stovuni. Tey eru so [...] so við tyrluni úr Havn. Nú tað verður tosað so nógv um útjaðaran og umstøðurnar at varðveita búsetingina á smáplássunum spurdu vit Sunnvu, hvussu stóran týdning hon heldur tað hevur at varðveita búsetingina [...] búsetingina í eini so lítlari oyggj sum Stóru Dímun. -Eg veit væl, at tað eru tey, sum siga, at tað kann als ikki løna seg at brúka almennar pengar til at halda lív í slíkum smáoyggjum. Men hetta eru jú eitt