eisini verið galdandi alt tíggjuáraskeiðið hjá Annfinni Brekkstein í býráðnum. Tað nýggja við hesum málinum er, at vit við hesari umbøn til Almannaráðið vilja javnseta allar borgarar, soleiðis at hesir, sum [...] til vega fleiri røktarheimspláss, kann eg ikki vera annað enn samd við honum í hesum. Orsøkin er tó lutvíst tann, at vit fyrst máttu byggja fleiri skúlar, sum hann og undanfarna samgonga høvdu raðfest [...] at varpa ljós á málið, ið kom fram í vikuni. Talan er um at dagføra lógina, so hon javnsetur fólk við atliti til at flyta bústað, soleiðis at tað ikki er ein spurningur um persóns- ella heilsustøðu, um
Roknistykkið gongur ikki upp. Annars eru hesi føroysku sjófólk við donskum skipum, við til at gjalda fyri Ríkissjúkrahúsið. Tey sum sigla við skipum í FAS, rinda sín skatt til landskassan, men so hevur landið [...] breyð. Men so hendi eitt skifti. Hesi londini, Grønland, Ísland, Noreg og onnur við, fóru at krevja skatt av teimum. Tá máttu okkara politikkarar taka stig til at hesi framvegis kundu halda fram og fáa úrtøkuna [...] myndugleikar hava í avtalu við Danmark góðtikið hetta, soleiðis at føroyingar kunnu halda fram at sigla har, uttan at verða skattaðir av síni nettoløn í Føroyum. Annars máttu nøkur hundrað føroysk sjófólk
viðgerð. Tað er rætt, at eg saman við øðrum, máttu taka á okkum eitt stórt upptak í 1989 og frameftir, men øll hendan gongdin hevur so nógv aspektir í sær, sum ikki hava við hetta orðaskifti at gera, men sum [...] knípur tað álvarsliga við minninum hjá hesum fyrrverandi stórpolitikara, tí frammalaga í omanfyri standandi brævinum til mín, skrivar hann: ”Tað er rætt, at eg saman við øðrum, máttu taka á okkum eitt stórt [...] Men at byrja tína grein við at gera meg til eksponent fyri ørskapin í áttatiárunum er eitt sindur langt úti, í øllum førum í samband við tað, sum hetta málið snýr seg um. Hetta vísir mær, at tú ikki altíð
hon hekk. Hon hoyrdi hana tosa við hjálparfólkið og hon fekk ordiliga ilt í búkin av spenningi ? hevði bestan hugin at gera vart við seg og rópa:" Hygg henda veg ? tak meg við", men tað tordi hon hóast alt [...] hon ordiliga ilt í búkin aftur. Hesum hevði hon ikki roknað við. At sleppa at flúgva! Hon hevði hoyrt sum sleyg, at nógvar agurkur ferðaðust við skipi og hevði alla tíðina væntað, at hon eisini skuldi ferðast [...] galið kortini. Har var so altíð okkurt grønmeti, tú kundi tosa við. Og litfagurt fór tað óivað at gerast. Kanska bleiv tað ov turrisligt við viðskeranum ? hon visti, at livurpostei var ikki serliga prátingarsamt
flogfarið fór á glið. Tað eydnaðist flogskiparunum at fáa tamarhald á støðuni, men trý fólk máttu á sjúkrahús við smávegis snuddum. Flogfelagið Vola Wind Jet eigur flogfarið. [...] uttan fyri italska býin Palermo í dag. Italskir fjølmiðlar skriva, at flogfarið var komið úr Rom við 145 ferðafólkum. Sagt verður, at tað regnaði illa, tá flogfarið setti seg, og at tað helst var tað
hann. Vantandi avleiðingarnar høvdu við sær, at harðskapurin vant upp á seg, og gjørdist ógvusligari. Fólk fingu skaða, tá ið Sigmundur Brestisson gekk berserksgang við vinunum. Treytaleysur kærleiki Ló [...] Er útlærdur og arbeiðir nú sum húsasmiður, men er eisini skiparalærdur. Men lívsleiðin hjá manninum við tí mergjaða navninum hevur ikki altíð verið so vallað og mjúk sum nú. Villur og vreiður Barnaárini [...] var spennandi. Men Sigmundur Brestisson var eisini ítróttarmaður. Í tí leikinum slapp Sigmundur av við vreiðina. Og ítrótturin avmarkaði rúsdrekkanýtsluna av somu orsøk. Sigmundur gjørdist sum fráleið ein
upp, tá aksilin og leiguni á bakhjólunum brotnaðu. Býbussurin var júst komin úr ovaru rundkoyringini við Skansan, tá bussførarin merkti, at okkurt var galið. Í síðuspeglinum sá hann, at vinstra bakhjól stóð [...] sentimetrar út frá síðuni, og skjótt stóð bussurin stillur. Eini 10 fólk vóru í bussinum, og tey máttu so klára seg víðari á annan hátt. Bíðað verður nú eftir at fáa fatur á sleipibili, sum kann fáa bussin
Hetta er Jakku við Stein. Hann kemur at tosa við meg. So spyr hann, um eg hevði fingið nakað at eta. Nei, eingin hevði talað um tað. Tað skuldi hann orðna. Tað var eisini skjótt, at teir komu við einum bakka [...] Eg kom heim við einum fiskadampara hjá teimum á Gørðunum. Jógvan Dahl var við sum supercargo. Hann var sera fittur maður. Vit komu so til Vágs. Hetta var ein norskur bátur. Hovmeistarin umborð var [...] eina song við hús. Hetta tók eina langa tíð, tá eg eisini gekk við høkjum. Alt hetta árið fór sum tað var. Aftur var eingin sosialhjálp av nøkrum slag. Eg hevði lán í húsinum í sparikassanum, tað var
1919 var eg aftur við Marshall. Hannus hjá Demmusi førdi hana. Um heystið fóru vit niður til Leith við fiskinum. Vit vóru sjey sum fóru niður við. Johannes í Funningsstovu kom sjálvur við sum kendur maður [...] tíðina, hevði selt sítt skip Kristina til Kjølbro. Hon bleiv burtur við allari manningini. Onnur skip vóru Helena við 20 monnum og Karin við 13 monnum. Eg bleiv so sjúkur. Á heimreisuni fór eg at spýta blóð [...] sum lossað varð við. Tá var jú eingin kei í Havn. Skipini lógu úti á redini, og seglbátarnir sigldu til lands við vøruni. Annar báturin æt Velið, og hin æt Drotningin. Teir sum sigldu við Velinum vóru Hendrik
ikki er leiðari á Landssjúkrahúsinum. Skal húsast við ábyrgd Helena Dam á Neystabø sigur, at Landssjúkrahúsið hevur fingið 13 milliónir eyka at húsast við í ár, og heldur hon, at tað átti at borið til hjá [...] málinum um sparingar á Landssjúkrahúsinum. Landsstýriskvinnan sigur seg aldri hava hoyrt um, at 27 fólk máttu sigast úr starvi, fyri at tað skuldi bera til hjá sjúkrahúsleiðaranum at halda seg innan fyri givnu [...] ar ikki eru framdar. Persónsmál Jákup Mørkøre vísir í skrivi á, at hann fleiri ferðir bað um fund við landsstýriskvinnuna um sparingarnar og avleiðingarnar av sparingunum, men fekk at vita frá Høgna Joensen