Aksil og leigu í knús

Klokkan 8.45 í morgun steðgaði ein býbussur í Havn upp, tá aksilin og leiguni á bakhjólunum brotnaðu. Býbussurin var júst komin úr ovaru rundkoyringini við Skansan, tá bussførarin merkti, at okkurt var galið.

Í síðuspeglinum sá hann, at vinstra bakhjól stóð einar tjúgu sentimetrar út frá síðuni, og skjótt stóð bussurin stillur.

Eini 10 fólk vóru í bussinum, og tey máttu so klára seg víðari á annan hátt. Bíðað verður nú eftir at fáa fatur á sleipibili, sum kann fáa bussin á verkstað.