Eingin fekk stórvegis skaða, tá eitt flogfar av slagnum Airbus 300 gleið út av lendingarbreytini, tá tað setti seg á flogvøllin uttan fyri italska býin Palermo í dag. Italskir fjølmiðlar skriva, at flogfarið var komið úr Rom við 145 ferðafólkum. Sagt verður, at tað regnaði illa, tá flogfarið setti seg, og at tað helst var tað nógva vatnið á breytini, sum gjørdi, at flogfarið fór á glið.
Tað eydnaðist flogskiparunum at fáa tamarhald á støðuni, men trý fólk máttu á sjúkrahús við smávegis snuddum.
Flogfelagið Vola Wind Jet eigur flogfarið.









