Aldri kunnað um 27 uppsagnir

Helena Dam á Neystabø sigur seg einans hava hoyrt um eitt tal um 8 til 10 uppsagnir á Landssjúkrahúsinum

Tað stendur orð móti orði millum Helenu Dam á Neystabø og Jákup Mørkøre í málinum um sparingar á Landssjúkrahúsinum.

Landsstýriskvinnan sigur seg aldri hava hoyrt um, at 27 fólk máttu sigast úr starvi, fyri at tað skuldi bera til hjá sjúkrahúsleiðaranum at halda seg innan fyri givnu fíggjarkarmar. Hon hevði einans hoyrt um eitt tal á 8 til 10 uppsagnir, sigur hon og vísir á, at vit í dag fáa sjón fyri søgn, nú tær 27 uppsagnirnar ikki eru framdar.


Persónsmál

Jákup Mørkøre vísir í skrivi á, at hann fleiri ferðir bað um fund við landsstýriskvinnuna um sparingarnar og avleiðingarnar av sparingunum, men fekk at vita frá Høgna Joensen, aðalstjóra í Almanna- og Heilsumálastýrinum, at hetta var ikki neyðugt, tí landsstýriskvinnan var fult kunnað um málið.

Um hetta er so, vil Helena Dam á Neystabø einki siga um. Hon vísir á, at so leingi málið um Jákup Mørkøre koyrir, fer hon ikki at gera nakarar viðmerkingar til einstakar útsagnir, tí talan er um eitt persónsmál, og tí skal hon fylgja ávísum mannagongdum.

Einasta viðmerkingin, Helena Dam á Neystabø vil gera til sjálva uppsøgnina av sjúkrahúsleiðaranum er, at Jákup Mørkøre í løtuni ikki er leiðari á Landssjúkrahúsinum.


Skal húsast við ábyrgd

Helena Dam á Neystabø sigur, at Landssjúkrahúsið hevur fingið 13 milliónir eyka at húsast við í ár, og heldur hon, at tað átti at borið til hjá sjúkrahúsleiðaranum at húsast á forsvarligan hátt innan givnu karmar.

? Tað er sjálvsagt, at vit skulu rationalisera, men munur er á 8 - 10 uppsagnum, sum avleiðing av samanlegging og á 27 uppsagnum. Rationaliseringar krevja viðhvørt uppsagnir, men tær eiga í longdini at føra til eina betran, sigur landsstýriskvinnan.

Helena Dam á Neystabø sigur, at tað nú verður hildið fram at gera Landssjúkrahúsið til eitt betri stað, og skal hetta millum annað gerast við at leggja eina langtíðar sjúkrahúspolitikk. Hon vísir í sama sambandi á, at Landssjúrkahúsið í fjør fekk játtað 5 milliónir til tól, og at sjúkrahúsverkið í ár hevur fingið út móti 4 millixónum.

? Landssjúkrahúsið kemur upp á pláss, hóast viðurskiftini ikki eru so góð í løtuni. Vit fara framhaldandi at betra um karmarnar hjá Landssjúkrahúsinum við útbyggingum og so framvegis, men tað verður gjørt eftir fíggjarligu orkuni í landinum, sigur Helena Dam á Neystabø at enda.