ting, av grundleggjandi týdningi fyri land og fólk og tað er, hin andaliga drívmegin í daglig degnum á øllum stigum í samfelagnum. Søgan ber prógv um, at har tey grundleggjandi tingini vóru skúgvaði til [...] framtíðina er yvir øllum øðrum spurningurin, um tann andi, sum livir millum manna og setir sín dám á samfelagi og mentanina er burðardyggur í verki. Tí er alt tað, sum gjørt verður fyri at stuðla rætta [...] honum, er óheftur av tí sjónliga stórleika og ríkidømi, søgan ber boð um, at hitt týdningarmesta árinið á vesturlendsku mentanina og andslív er sprotti úr tveimum smærri londum við Miðarahavi: Ísrael og Grikkaland
Oyragjógv og vendu á Hálsi. Súkklaðu aftur til Miðvágs og hildu fram til flogvøllin, har tað varð vent og súkklað á mál í stevnubygdini Miðvági. Undan kappingin var serligur spenningur um Jóhann Brend skuldi [...] stórur, tí súkklaranir lógu tættir. Á málinum hevði Gunnar økt um munin og var ein minutt og 10 sekund frammanfyri Jóhann, sum var nummar 2. Sverri Mohr Edvinsson kom á málið sum nummar 3, og tað vísti, [...] Gunnar Dahl-Olsen liggur á einum tryggum fyrsta plássi í Grand Prix súkklukappingini, sum fer fram á summarstevnunum kring landið. Gunnar hevur vunnið øll fimm umførini, og munurin niður til næsta súkklumannin
sigur Jógvan í Lon Jacobsen. Fyrsta stig Orðabókin er gjørd á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur gingið á odda í gerðini av nýggju móðurmálsorðabókini. Hini í ritstjórnini [...] okkum, tí tað ber til at leita upp á allar hugsandi mátar í forritinum. Tað eru avgjørt nógvir fyrimunir við tí, sigur Jógvan í Lon. Fjølbroytt mál Stórur saknur hevur verið á eini móðurmálsorðabók. Hvønn týdning [...] liggur á teldu, so hugsandi er, at ein dagførd orðabók kemur út um nøkur ár, sigur Jógvan í Lon. Hvussu nógv báðar orðabókaútgávurnar fara at kosta vil Jógvan í Lon Jacobsen ikki avdúka fyrr enn á hátíðarløtuni
Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum og nýggjur nevndarformaður í Fiskasøluni røðu, og tað sama gjørdi núverandi stjórin, Hans Jóhannes á Brúgv Bjørt framtíðarútlit Í síni røðu segði Hans Jóhannes á Brúgv, at [...] Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri. Tí eru vónirnar um eitt gott rakstrarúrslit fyri 1998 sera góðar. Kostnaðarstøði støðugt Í røðu síni kom Hans Jóhannes eisini inn á, uttanífrá komandi ávirkanina á okkara [...] Nógv fólk høvdu leitað sær inn á gólvið fyri at ynskja avvarðandi persónum tillukku við degnum. Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri, sigur, at eini 200 fólk mundi verða inni á gólvinum. Eingin útlendingur var
tað hent, at tað ikki er veður at fara niðan á Slættaratind, kann túrurin møguliga ístaðin gerast niðan á Eiðiskoll. Um ynskist, kann smyrjibreyð bíleggjast á Látrinum, hetta er tó tengt at, at nóg nógv [...] Skipað verður fyri einum túri niðan á Slættaratind leygardagin 25. juli. At stíga fótin á hægsta fjall okkara, Slættaratind við sínum 882 m, er hvørja ferð eitt upplivilsi. At hava Føroyar allar í vakurleika [...] 100 - børn upp til 14 ár gjalda 50 kr. Máltíð á Látrinum: kr. 100 (skal bíleggjast í seinasta lagi fríggjadagin kl. 12) Tilmelding til túrin hjá: Olaf í Garði Joensen, tlf. 423442 Jóannes Mørkøre, 423031
umfarinum. Í 1994 taptu teir 3-0 á útivølli og 4-1 á heimavølli ímóti Motherwell úr Skotlandi. Tað var Andreas F. Hansen, sum skoraði fyrsta altjóða málið fyri HB. HB endaði á næstfremsta plássinum í land [...] Batumi vann 6-0 á heimavølli og 3-0 á Svangaskarði. Í fjør varð mett, at HB átti at havt ein møguleika ímóti Apoel FC Nicosia úr Kypros, men HB stóð seg ikki væl. Í tjúkkum mjørka á Svangaskarði javnaði [...] Tað er málið hjá HB, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í Europa Cup kappingini. Tað er eisini málið hjá teimum, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í meistarakappingini. Higartil hava teir ongantíð
Olaf í Garði Joensen og Jóannes Mørkøre. Til ber eisini at tekna seg hjá teimum á tlf. 42 34 42 ella 42 30 31. Eini 10 slíkir túrar verða gjørdir árliga. Tvær ferðir afturat í ár verður farið niðan á Slættaratind [...] Slættaratind. Áhugaði kunni møta á Eiðisskarði ella í kirkjuni á Eiði 1/2 tíma áðrenn fráferð. Nærri fæst at vita frá ferðaleiðarum ella kunningarstovuni. Heitt verður á luttakarar at tryggja sær, at túrurin [...] eisini vera til vildar. Á kunningarstovuni í Runavík siga tey, at undirtøkan vanliga er góð. Bæði føroyingar og útlensk ferðafólk nýta henda møguleika at koma út í náttúruna og upp á hægsta fjall í Føroyum
HB-FC VPS Vaasa 2-0 (1-0) Á Toftum mikudagin 22. juli 1998, kl. 19.00 430 áskoðarar 1-0: Súni Fríði Johannesen 28 2-0: Súni Fríði Johannesen 73 HB: 1. Kaj Leo Johannesen - 11. Jóhannes Joensen, 20. Hans Fróði [...] Fróði Hansen, 8. Jan Dam, liðformaður, 12. Hans á Lag - 9. Allan Mørkøre, 7. Rúni Nolsøe, 18. Hallur Danielsen (17. Rói Árting, 63), 6. Jens Erik Rasmussen - 10. Andrew av Fløtum (19. John Heri Dam, 69) [...] 69), 4. Súni Fríði Johannesen (2. Bjarki Mohr, 78) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Bárður Johannesen, 3. Ingi Rasmussen, 5. Bernhard Petersen og 15. Eyðun Højgaard Gult og reyð kort: einki Venjari:
málverji, litu á hvønn annan, kom Súni Fríði ímillum. Málverjin var fyrstur á og sendi í ryggin á HB álopsmanninum, sum síðani bara skuldi trilla í tóma málið. 2-0 til HB og ein øgiligur rómur á teimum 430 [...] SVANGASKARÐ: Tað letur til, at í hvussu so er eina ferð á hvørjum sumri skal tað vera hugaligt at vera til Europa Cup fótbólt á Svangaskarði. Hesa ferð vóru tað so sera røsku HB spælararnir, sum hildu [...] vongspælarin í høgru, Juha Karvinen, ið er 31 ára gamal og áður hevur roynt seg á landsliðnum, hevði fýra næskar royndir, meðan Hans á Lag, ið hevði til uppgávu at ansa honum, royndi at finna stevið. Millum annað
juli Hildibjartur á Hvítanesi, Hvítanes, vanliga nevndur Hiddi, 63 ára gamal. 22. juli Jana Gaard Høgensen, ættað úr Oyndarfirði, búsitandi í Havn, 82 ára gomul. Jóhannes Clementsen á Skipabakka, ættaður