Gunnar Dahl-Olsen liggur á einum tryggum fyrsta plássi í Grand Prix súkklukappingini, sum fer fram á summarstevnunum kring landið.
Gunnar hevur vunnið øll fimm umførini, og munurin niður til næsta súkklumannin er so stórur, at eingin kann nerta hann nú eitt umfar er eftir at súkkla. Sjálvt tað skuldi gingið heilt galið hjá Gunnar í seinasta umfari, hevur hann tryggjað sær samlaða sigurin longu undan kappingini á ólavsøku.
Næstseinasta umfar av kappingini var í góðveðrinum í Miðvági leygardagin, og eins og í 3. umfari, sum var í Hvalvík, skuldi tað hesaferð súkklast einkultstartur, hesaferð góðar 25 kilometrar.
Súkklararnir byrjaðu í Miðvági, súkklaðu móti Oyragjógv og vendu á Hálsi. Súkklaðu aftur til Miðvágs og hildu fram til flogvøllin, har tað varð vent og súkklað á mál í stevnubygdini Miðvági.
Undan kappingin var serligur spenningur um Jóhann Brend skuldi klára at taka Gunnar Dahl-Olsen, og vinna sína fyrstu kapping í ár. Jóhann er serliga góður til einkultstart, og í kappingini í Hvalvík var hann bert fýra sekund eftir Gunnar.
Gunnar langt fremst
Men millumtíðin vísti, at Jóhann einki fór at gera við Gunnar, sum var meiri enn ein minutt frammanfyri. Aftanfyri teir báðar spenningur stórur, tí súkklaranir lógu tættir.
Á málinum hevði Gunnar økt um munin og var ein minutt og 10 sekund frammanfyri Jóhann, sum var nummar 2. Sverri Mohr Edvinsson kom á málið sum nummar 3, og tað vísti, at eisini hann er góður til einkultstart. Sverri var óheppin í Hvalvík, tá hann punkteraði og harvið misti møguleikan fyri oddaplássi.
Kappingin millum súkklararnar longuri afturi var tætt, júst sum millumtíðin vísti, og Kári Simonsen og Ámundar Nolsøe, sum er búsitandi í Danmark, men er heima í summarfrí, endaðu við somu tíð á sjeynda plássi.
Seinasta súkklukappingin verður á ólavsøku seinni í mánaðinum, og tá kann oddafiskurin Gunnar Dahl-Olsen vænta sær harða mótstøðu frá besta føroyska súkklaranum seinnu árini, Boga Kristiansen, sum verður heima til kappingina.
Jóhann Brend, sum hevur givið Gunnari harða kapping alt ár, og sum liggur á næstfremsta plássinum, kann ikki náa heilt fram longur, og hjá honum snýr tað seg tí um at halda sítt pláss frammanfyri Kára Brattaberg og Sverra Mohr Edvinsson.