fantastiskt at fáa hana út, og eisini varð hon vælmóttikin. - G og Grót er ein stórur partur av mær, og hetta verður átjandi ferð eg spæli á G. Sum oftast hevur tað verið keys, viðhvørt havi eg diskað, og [...] tónleikarum, og vit verða sjey fólk á pallinum - tað verður stórt! Hvussu ofta hevur tú verið á G festival? - Eg havi verið hvørt ár síðan 2002. Er annað tú gleðir teg serliga til at uppliva í ár? - Ja
væl í móti teimum. G! hevur seinastu árini havt m.a. Mugison, Pétur Ben, Bloodgroup, Hjálmar, Dr Spock og onnur íslendsk növn á G! Í ár sleppa Bárujarn og FM Belfast framat pallinum á G!, sigur Jón Tyril [...] í íslandi við yvir 100 luttakandi bólkum. Jón Tyril frá G! var sjálvur ein av dómarunum í kappingini, har ein av vinningunum var at sleppa á G! at spæla. Bárujárn var stovnaður í 2008 í Reykjavík. Bárujárn [...] sum spælir theramin og Sindri Freyr Steinsson, sum spælir guitar og syngur. Jón Tyril sigur, at G! Festival hevur sum eitt av endamálum sínum at byggja upp sambond við grannalondini, soleiðis at tónleikur
hevur heitt á útlendskar tónleikarar um at boykotta G! Festivalin orsakað av grindadrápi. Men tað avsannar Fred Ruddick, sum tekur sær av bókingunum til G! festivalin. - Tað hevur einki við grindadráp ella [...] sera fegin um, sigur hann. ##med2## Ikki bara G! sum er avlýst Princess Nokia hevur nevniliga eisini avlýst nakrar aðrar konsertir, sum verða um somu tíð sum G! festivalurin í summar. Talan er um írska festivalin [...] RakettNatt and svenska Garden Festival. So hennara avlýsing í Føroyum hevur als einki við grindadráp at gera, hóast hon hevur verið undir trýsti á sosialu miðlunum. Hini høvuðsnøvnini á G! festivalinum eru Fat
Nú komandi hóskvøld skipar Meginfelag Føroyska Studenta fyri G! Festival café kvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, við G! fyriskipara, atgongumerkjasølu og bólkum Á skránni er sitikonsert við besta nýggja [...] søgusangir, sita fólk rúnarbundin. Høvuðsfyriskiparin handan G! Festivalin, Jón Tyril, fer at greiða frá bólkunum, og tónleikinum, á komandi G! Festivalið. Hetta kvøldið verður møguligt hjá MFS limum at
til hjálp. Siggjast á G! um ikki áðrenn.” G! Festival hevur verið hildin árliga síðani 2002. Tað er vælgerandi felagið G! Grunnurin, ið skipar fyri festivalinum. Í nevndini fyri G! Grunnin sita: Bogi Andreassen [...] Jón Tyril, sum var við til at stovna G! Festivalin í síni tíð, tekur í løtuni ein steðg frá festivalfyriskipan. Í eini fráboðan til starvsfólkini á G! skrivar Jón soleiðis: »Hesin mailur er fyri at lata [...] avtalað við Sigvør og Boga frá nevndini, at eg taki ein steðg frá G! í nakrar mánaðar. Eg havi gjørt skránna. Verið talsmaður og mangt annað á G! nú í 13 fantastisk ár. Arbeiðið fyllir nógv og eg havi onkuntíð
Ivalu í Ólavstovu og Jákup Andrias Kristiansen, bæði búsitandi í Keypmannahavn, komu á G! í gjár. - Vit búgva í einum kampingvogni saman við trimum øðrum á kampingøkinum yviri í Norðragøtu. Tað er eitt [...] vurderi okkum ov gomul til tað, sigur Jákup Andrias. Sambært Jákupi Andrias orka tey ikki longur á festival í tríggjar dagar. Tí hava tey skorið fyrsta dagin burtur. - Fyrsti bólkurin, vit lurtaðu eftir, [...] vóru so mikið góðir, at teir burdu spælt á sandinum, sigur Ivalu. Tað týdningarmesta at hava við á festival er góðan føroyskan mat. - Vit hava tikið eina rúgvu av føroyskum mati við. Í dag vaknaðu vit ikki
G! Mini boðar frá, at dansarindan Vígdis Hentze Olsen kemur við tveimum vinkonum á G! Mini at framføra eina nýskapandi dansisýning. Electric boogie og contemporary dansur samansettur við yvirtalandi house [...] tað, sum Vígdis og vinkonurnar, Tine og Sarah, í stuttum fara at vísa, tá tær dansa í Ground Zero á G! Mini um minni enn tvær vikur. Allar hava tær etablerað netverk kring heimin og starvast dagliga saman [...] saman við stórum artistum og films-, klædna- og tiltaksframleiðslum so sum MTV, Roskilde Festival, Vero Moda, Hummel, So you think you can dance Scandinavia, Melody Grand Prix og House Dance International
pallinum í løtuni, tá ið teir í felag kallast GØ og trína á pall á G! 2025. Vanliga avdúka vit hvønn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, tí práta vit bert [...] um konsertina: "The first time I encountered this Faroese group was at last year's Reykjavík Jazz Festival and they blew me away with their eclectic exuberance and 'anything goes' approach to music-making [...] Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ og nógv onnur. G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.
fleiri nummar-eitt-hittum, gimpum og fokkjúfingrum í bakkataloginum, koma 200 at øsa mannfjøldina á G! Festival upp enn einaferð, skrivar festivalurin á heimasíðu síni. [...] Virksemið hjá 200 hevur verið størri uttanlands enn innanlands seinastu tíðina, men á G! ferð bólkurin aftur á pall í Føroyum. Hóast vit ikki hava hoyrt so nógv til teir her heima í seinastuni, sum vit
væleydnaðar og vælmóttiknar fløgur og við eini nýggjari ávegis, kemur Høgni Lisberg nú heimaftur á G! Festival. Singer/songwriter bylgjan, ið hevur brúsað yvir Føroyar seinastu árini, hevur fingið nógv nýggj [...] okkara fremstu og feitastu tónlistarfólk og er tað tí ein heiður at hava hann á skránni í ár, skrivar G!Festivalurin á heimasíðu síni.