200 á G!

Tá 200 í seinastu viku blástu SMS um koll í sambandi við søluna av G! atgongumerkjum, lá tað tjúkt í luftini, at hetta var eitt av nøvnunum, sum skuldi við á festivalin. Nú hava fyrireikararnir vátta, at 200 verða við.

Sum vit skrivaðu tá, vildu fyrireikarnir ikki vátta nakað í vikuskiftinum. Men okkara git vísir seg nú at vera rætt.
Fyrireikarnir siga at framførslan á G! Festival verður nakað heilt serligt.
Tann næstan legendariski pappmasjefokkjúfingurin verður faldaður við eini 10 í kraft og stødd og vekt og úttrykki, og goysandi eldur verður lagdur afturat. Hetta ljóðar av nógvum, men er ivaleyst nógv meira.
Vit kunnu longu byrja at gleða okkum. Sambært G! spæla 200 bara tvær konsertir í summar á G! og á Sandi. So hervið er eitt navn til festivalin á Sandi eisini kunngjørt.