Jón tekur ein steðg frá G!

Jón Tyril, sum var við til at stovna G! Festivalin í síni tíð, tekur í løtuni ein steðg frá festivalfyriskipan

Jón Tyril, sum var við til at stovna G! Festivalin í síni tíð, tekur í løtuni ein steðg frá festivalfyriskipan. Í eini fráboðan til starvsfólkini á G! skrivar Jón soleiðis:

 

»Hesin mailur er fyri at lata tykkum vita, at eg havi avtalað við Sigvør og Boga frá nevndini, at eg taki ein steðg frá G! í nakrar mánaðar. Eg havi gjørt skránna. Verið talsmaður og mangt annað á G! nú í 13 fantastisk ár. Arbeiðið fyllir nógv og eg havi onkuntíð seinastu árini kent meg móðan og havt ynski um at fáa ein meira yvirskipaðan leiklut, men havi skúgvað tað til viks og díkt á aftur. Herfyri tók hendan kenslan enn einaferð dik á seg og vildi ikki fara avstað aftur.

 

Tíbetur hevði eg álitispersónar, sum skilja grundarlagið, vit standa á, og sum vildu taka ábyrgdina av skrá og øðrum ábyrgdarøkjum hjá mær. So nú var kjansurin. Tað vil siga, at Rasmus Borðoy hevur tikið yvir skránna og alla ábyrgd í tí sambandinum. Meðan nevndarformaðurin, Bogi Andreassen, tekur yvir sum talsmaður. Hóast eg ikki havi nakra formliga uppgávu í samband við sjálvan festivalin nú, so eri eg framvegis í nevndini. Á tann hátt fái eg meira fuglaperspektiv, eins og eg havi ynskt mær.

 

Mest av øllum gleði eg meg at njóta G! fyri fyrstu ferð nakrantíð uttan formligar ábyrgdir. Tað hevur leingi verið ein dreymur. Einaferð aftaná tað fari eg at taka støðu saman við nevndini, hvør mín leiklutur verður í samband við G! komandi árini.

 

Til seinast vil eg bara siga fyribils takk, og at hóast eg havi ein steðg, so er loyvt at spyrja meg um mína meining um eitthvørt, um tit halda at tað kann vera til hjálp.

 

Siggjast á G! um ikki áðrenn.”

 

G! Festival hevur verið hildin árliga síðani 2002. Tað er vælgerandi felagið G! Grunnurin, ið skipar fyri festivalinum. Í nevndini fyri G! Grunnin sita: Bogi Andreassen, formaður, Sigvør Laksá, næstformaður, Jón Tyril, Oluffa Joensen, Theodor Kapnas og Marni Tyril.