Í dag kunngjørdi G! festivalurin, at ársins høvuðsnavn - Princess Nokia - hevur avlýst sína konsert í summar.
Róð hevur verið fram undir, at orsøkin til avlýsingina er, at hon hevur verið undir trýsti frá umhvørvisfelagsskapinum Blue Planet Society, sum í nógvar vikur hevur heitt á útlendskar tónleikarar um at boykotta G! Festivalin orsakað av grindadrápi.
Men tað avsannar Fred Ruddick, sum tekur sær av bókingunum til G! festivalin.
- Tað hevur einki við grindadráp ella nakran felagsskap at gera. Vit hava heldur ikki tosað við hana um grindadráp yvirhøvur. Hon hevur avlýst av persónligum orsøkum, sigur Fred Ruddick.
- Fríggjadagin fara vit at kunngera nøkur nýggj nøvn, sum vit eru sera fegin um, sigur hann.
##med2##
Ikki bara G! sum er avlýst
Princess Nokia hevur nevniliga eisini avlýst nakrar aðrar konsertir, sum verða um somu tíð sum G! festivalurin í summar. Talan er um írska festivalin Body&Soul, norska festivalin RakettNatt and svenska Garden Festival.
So hennara avlýsing í Føroyum hevur als einki við grindadráp at gera, hóast hon hevur verið undir trýsti á sosialu miðlunum. Hini høvuðsnøvnini á G! festivalinum eru Fat Boy Slim og Lewis Capaldi og hesi hava eisini fingið sama umgang frá Blue Planet Society.
Felagsskapurin sigur seg ikki skilja, hvussu hesir tónleikararnir kunnu spæla á føroyska festivalinum, nú høvuðspallurin er á sandinum, har grind eisini hevur verið hildin til. Í hesum sambandi heitir felagsskapurin á útlendsku høvuðsnøvnini á ársins G! festivali um at boykotta konsertirnar í Føroyum.