Vígdis dansar á G! MINI

Tað verður ikki bara tónleikur á G! MINI

Vígdis Hentze Olsen kemur saman við Tine Salling og Sarah Jordan at framføra tað, sum fyrireikararnir handan G! MINI kallareina nýskapandi og pumpandi dansisýning. – Electric boogie og contemporary dansur samansettur við yvirtalandi house rútmur er tað, sum Vígdis, Tine og Sarah í stuttum fara at vísa okkum, siga fyrireikararnir. At tær tríggjar ikki eru hvør sum helst, verður staðfest av langa listanum av framleiðarum, tær eru knýttar at: MTV, Roskilde Festival, Vero Moda, Hummel, Melody Grand Prix og House Dance International eru nakrir teirra.