verður gjørt í sjálvdrátti í Sunda kommunu, slær Jógvan í Skorini fast. Hann sær kortini fleiri møguleikar í einum komandi samstarvi við Sunda kommunu. - Her norðuri frá eru vit ógvuliga opin fyri at fáa [...] fáa 1. til 3. flokk úr Sunda kommunu at koma her norður at ganga í skúla. Tað eru vit rættiliga samd um í bygdarráðnum tí vit eru størsta bygdin í samstarvinum, sigur Jógvan í Skorini. Hann sigur, at teir [...] Skúlaeindirnar eru flokkaðar í 1.-3. flokk, 4.-6. flokk og so 7.-10. flokk. Í tí sambandi ynskir Sunda kommuna at flyta 7. flokk í Felagsskúlan, so tann eindin kann samansjóðast betri. - Vit hava uppsagt
tey í Sunda kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at vegurin verður sera nógv brúktur og so at siga allir bussar, sum vitja bygdina, koyra um brúnna til Gjáargarð. - Økta ferðslan og trygdin í tí sambandi [...] sambandi vóru viðvirkandi til, at Sunda kommuna hevur valt at fara undir arbeiðið at breiðka brúnna. Í Sunda kommunu vænta tey, at arbeiðið verður liðugt í summar.
leiga. Í Sunda kommunu vísa tey á, at leigan er fyri eitt ár í senn, og søkjast má á hvørjum ári. - Vit tilskila okkum rætt at tilluta plássini millum allar umsøkjarar, siga tey í Sunda kommunu í dag. Á [...] Á heimasíðuni - www.sunda.fo - kann søkjast um vinnulig parkeringspáss, og her sæst eisini, hvør kostnaðurin fyri parkering er.
vann Sámal Debes FM í Skeet-skjóting. Kappingin var leygardagin á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag og sunnudagin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúli í Sandvíkum. Tað var Sunda Byrsufelag, sum var [...] fyrra umfar í FM-kappingini avgerandi. Áðrenn vikuskiftið lá Tórur Fløtt á odda, tríggjar dúgvur framman fyri Sámal Debes. Trý tey fyrstu umførini í FM-kappingini taldu við í Føroya Cup og í hesum trimum [...] Joensen, umboða allir Sunda Byrsufelag. Teir gjørdu eisini reint borð í liðkappingini. Sunda Byrsufelag A, mannað av Sámali Debes, Tóri Fløtt og Magna Dam, vann liðkappingina, meðan Sunda Byrsufelag B, mannað
nýggja Sunda kommuna varð skipað. Í dag ivast fáur í, hvar Sunda kommuna er, hvørjar bygdirnar í kommununi eru, og hvar umsitingin í kommununi er. Fólk, sum ætla at spyrja seg fyri um eitt hvørt í kommununi [...] fólkatalinum í Sunda kommunu við samansetingina í eitt nú Vestmanna og Kvívík, sæst, at rættiliga nógv ung fólk búgva í okkara kommunu. Heðin Zachariasen sigur, at tær bygdir í kommununi, sum ikki høvdu reint [...] borgarstjóri í Sunda kommunu. Hann vísir á, at tá tær seks kommunurnar løgdu saman fyri tíggju árum síðan, vóru 1490 borgarar í kommununi, og nú er talið umleið 1655. - Um vit samanbera samansetingina í fólkatalinum
verður í Sunda kommunu í døgunum 10.-19. september. Ein fjølbroytt, forvitnislig og rúgvusmikil skrá er løgd fyri dagarnar frá og við hósdegnum 10. september til og við leygardagin 19. september. Í skránni [...] á in.fo í kvøld, er nógv ymiskt og áhugavert, og her verða tiltøk bæði til yngra og tilkomna ættarliðið. Tá lagt verður fyri hóskvøldið klokkan 19, fer Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, [...] at seta mentanarvikuna. Setanin fer fram í Eydnuni á Oyrarbakka, og her verða eisini tónleikaframførslur við Sundakórinum, Nicolinu av Kamarinum og Teiti & Silju. Hóskvøldið verður fyrilestur við Helga
Sunda kommuna er millum tær kommunur í Føroyum, ið best merkja økta áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland. Mett verður at árliga vitja umleið 100.000 ferðafólk tær tríggjar bygdirnar Tjørnuvík, Saksun [...] Viljin tykist at vera til staðar í Tjørnuvík har hjúnini Søren Magnussen og Naiana Azevedo Magnussen seinasta vikuskifti lótu upp eina kaffistovu. Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni. Kaffistovan [...] navnið Sand og hevur umleið 20 sitipláss inni. Harumframt ber til at seta seg oman á sandin at eta. Sunda kommuna upplýsir, at kaffistovan fer at selja døgurðamat og dessert umframt kaffi og leskidrykkir
bussleið koyrt millum bygdirnar í Sunda kommunu, og nú Sunda kommuna hevur eftirhugt brúkaratølini, staðfestir hon, at bussleiðin er komin væl við hjá fleiri. - Nú vit eru komin inn í fimta mánaða kann kommunan [...] bussleiðina. Hetta svarar til at á leið 480 brúkarar um mánaðan, skrivar Sunda kommuna. Bussleiðin, sum er borgarartænasta til tey sum búgva í kommununi, koyrir allar gerandisdagar frá kl.15.45 til 22.05. Umframt [...] Umframt hetta er eisini til kalling fyri borgarar við Gjógv og í Saksun. Tað var í 2016 at byráðið samtykti, at seta á stovn ókeypis bussleið millum bygdirnar. 2017 er royndarár og til viðgerðina av fígg
fundur í Hósvík. Hetta er ein ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini, har møtt verður á parkeringplássinum við kirkjuna í Hósvík. Tað, sum er til viðgerðar á hesum fundi, er ein umsókn hjá Sunda kommunu [...] Tað sigur Kristian Martin Joensen, sýslumaður, í einari fráboðan um ástaðarfundin, og fráboðanin kann lesast á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo . - Tey, ið hava fingið fundarboð og ikki ynskja [...] eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, og umrøðan skal verða sýslumanninum í hendi í fundardagin, verður lagt aftrat.
Sunda kommuna veksur í hvørjum, og nú er fólkatalið farið upp um 1.600 Um ársskiftið búðu 1.591 fólk í Sunda kommunu, men nú er talið komið upp á 1.615, skrivar kommunan á heimasíðuni. Sagt verður, at [...] vøkstri í kommununi. Væntað verður eisini, at tann nógva húsabyggingin fer at kvinka fólkatalið longri upp, so kommunan eisini í komandi tíðini fer at teljast millum tær kommunur, ið standa í vøkstri. [...] útvega byggilendi í teimum bygdum, har áhugi hevur verið fyri tí, og tí kemur hetta ikki at vera nøkur forðing hjá teimum, sum hava ætlanir um at seta fótin undir egið borð, sigur Sunda kommuna.