Nógv ungfólk í Sunda kommunu

- Tað er nógv hent í Sunda kommunu, síðan samanleggingina fyri 10 árum síðan, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen.

- Eg haldi, at Sundalagið er ógvuliga nógv broytt hesi 10 árini, síðan nýggja Sunda kommuna varð skipað. Í dag ivast fáur í, hvar Sunda kommuna er, hvørjar bygdirnar í kommununi eru, og hvar umsitingin í kommununi er. Fólk, sum ætla at spyrja seg fyri um eitt hvørt í kommununi, vita, hvar tey skulu venda sær.

 

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

Hann vísir á, at tá tær seks kommunurnar løgdu saman fyri tíggju árum síðan, vóru 1490 borgarar í kommununi, og nú er talið umleið 1655.

 

- Um vit samanbera samansetingina í fólkatalinum í Sunda kommunu við samansetingina í eitt nú Vestmanna og Kvívík, sæst, at rættiliga nógv ung fólk búgva í okkara kommunu.

 

Heðin Zachariasen sigur, at tær bygdir í kommununi, sum ikki høvdu reint vatn, tá lagt varð saman, nú hava fingið reint vatn, og í bygdum eru bøtt um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátar við betri brúgvum, el og vatni á øllum kaiøkjum og bátahyljum.

 

- Handilslívið við Norðskála stendur í besta blóma við nýggjum handlum, og á havnalagnum í Hvalvík byggir HP Jarn nýggjan bygning. Volvo-Stórbilar hava fyri nøkrum árum síðan bygt bygning á havnalagnum í Hvalvík, og við Norðskála hevur Løvu Betong bygt stóran bygning aftrat, eins og Sjógæti hevur bygt út.

 

Hann sigur, at á havnalagnum í Hósvík hevur matvøruvirkið Krás nógv virksemi, og her eru eisini ætlanir um útbygging. Á havnalagnum í Hvalvík húsast eisini Norðsetur, sum í nógv ár hevur verið ein dyggur og trúgvur veitari av sethúsum.

 

Heðin Zachariasen sigur, at á havnalagnum í Hósvík hevur stóra reiðaríið Thor eisni sítt skrivstovuvirksemi og hevur ein heilan hóp av fólki í starvi kring um á havinum.

 

- Vónin hevur flutt ein part av sínum virksemi til Norðskálar, har Elementvirkið var áður, og her verða nótir vaskaðar.

 

Hann sigur, at í Haldarsvík hevur Marine Harvest keypt gamla fiskavirki, sum felagið hevur sett í stand, og spennandi verður at frætta, hvat alifelagið fer at brúka bygningin til, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.