Ósemja um Felagsskúlan á Oyrarbakka

Tað hevur tikið seg upp ein ósemja millum Sunda kommunu og Eiðis kommunu um Felagsskúlan á Oyrarbakka, í sambandi við, at Sunda kommuna ynskir at flyta 7. flokk í hølini hjá Felagsskúlanum

Skúlaeindirnar eru flokkaðar í 1.-3. flokk, 4.-6. flokk og so 7.-10. flokk.
Í tí sambandi ynskir Sunda kommuna at flyta 7. flokk í Felagsskúlan, so tann eindin kann samansjóðast betri.
- Vit hava uppsagt sáttmálan við Eiðis kommunu í tí sambandi, men formalia er ikki fylgt heilt, tí tað skrivi skuldi verið komið inn áðrenn 1. september, men tað kom so ikki fyrr enn 9. september, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Hann sigur tó, at støðan er ikki øðrvísi enn tað, at tað kann gerast ein nýggjur sáttmáli um alt tað, ið kommunurnar samstarva um.
Í brævinum, sum Sunda kommuna hevur sent Eiðis kommunu stendur, at sáttmálin teirra millum verður uppsagdur, og at ein nýggjur sáttmáliverður gjørdur sum sigur, at Sunda kommuna flytur 7. flokk úr kommunalu skúlunum í Felagsskúlan á Oyrarbakka.
- Har liggja tvey ting í tí, nevniliga at vit sleppa undan at útbyggja kommunala skúlan, tí tað er nóg mikið av plássi i Felagsskúlanum, og tann nýggja eindardeilingin, sum leggur 7. flokk saman við 8.-10. flokk, sigur Heðin Zachariasen.
Hetta hevur einki at gera við, at Sunda kommuna ikki vil hava Eiðisbørn at ganga í Felagsskúlanum.
- Tað hevur einki við tað at gera. Eiðis kommuna eigur sín part av skúlanum. Næmingarnir av Eiði ganga her í sínum egna skúla, og tað koma teir eisini at gera í framtíðini. Tað einasta vit ynskja er, at okkara næmingar í 7. flokki sleppa í Felagsskúlan at ganga, sigur Heðin Zachariasen.
Hann sigur, at hann sær tað als ikki sum ein trupulleika, at skúlin hevur eina leiðslu fyri allar flokkar frá 1. til 10. flokk.
- Tað er bara ein spurningur um planlegging. Og lat meg siga tað, at talan er bara um broytingar fyri næmingar í Sunda kommunu, og ikki fyri næmingar av Eiði, sigur Heðin Zachariasen.

Lata seg ikki kroysta
Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, heldur ikki, at talan er um tað stóru ósemjuna.
- Eg veit ikki, um tað skal leggjast so nógv í hesa ósemjuna akkurát. Tað var soleiðis, at vit settu ein samstarvsbólk við umboðum frá Eiðis og Sunda kommunu, sum skuldi finna eina loysn á Felagsskúlanum og skúlaøkinum sum so í økinum, sigur Jógvan í Skorini.
Tað kom eingin semja tá, og síðani hevur Sunda kommuna tikið sakina í egnar hendur.
- Vit hava einki ímóti tí, teir mugu gera tær broytingar, teir hava hug til. Men í bygnaðarbroytingunum er Felagsskúlin á Oyrarbakka eisini við, og har eiga vit okkara part, og tí vilja vit ikki verða við, fyrr enn semja er um tær bygnaðarbroytingar, ið skulu vera, sigur Jógvan í Skorini.
Tað snýr seg ikki bara um at fáa 7 flokk í Felagsskúlan.
- Nei, teir vilja hava eina leiðslu fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka, og tað er gjørt, uttan at teir hava boða okkum frá tí. Vit hava ein sáttmála á økinum, og tað kann ikki gerast sambært tí sáttmálanum, sigur Jógvan í Skorini.
Sáttmálin gongur í 10 ár fram til 1. september 2016.
- Skal sáttmálin sigast upp, skal tað henda við trý ára freist, og tað vil siga áðrenn 1. september 2013. Og tað er ikki gjørt. Tað stendur í sáttmálanum, at er hann ikki uppsagdur í rættari tíð, heldur sáttmálin fram í trý ár aftrat til 1. september 2019, sigur Jógvan í Skorini.
Hann sigur, at tað kann ljóða sum um teir bara vilja seta føtur í spenni.
- Men tað er ikki so. Vit met bara, at tað skal fara rætt fram, og tað er tað ikki. Vit vija fegnir hava eitt samstarv við Sunda kommunu. Men eg má sum borgarstjóri verja ognirnar hjá Eiðis borgarum, og tað gera vit á besta hátt, meta vit, sigur Jógvan í Skorini.

Nógv samstarv
Hann væntar kortini ikki, at hendan ósemjan fer at standa ið leingi.
- Vit samstarva so tætt. Og vit byrja eitt nýtt samstarv á eldraøkinum nú. Vit samstarva um lækna, vit samstarva um barnaøkið. Vit samstarva á so nógvumøkjum, so eg eri vísur í, at vit fara at finna eina loysn á hesum trupulleikanum eisini, sigur Jógvan í Skorini.
Hann heldur kortini, at rætt skal vera rætt.
- Vit her norðuri vilja ikki finna okkum í, at tað verður gjørt í sjálvdrátti í Sunda kommunu, slær Jógvan í Skorini fast.
Hann sær kortini fleiri møguleikar í einum komandi samstarvi við Sunda kommunu.
- Her norðuri frá eru vit ógvuliga opin fyri at fáa 1. til 3. flokk úr Sunda kommunu at koma her norður at ganga í skúla. Tað eru vit rættiliga samd um í bygdarráðnum tí vit eru størsta bygdin í samstarvinum, sigur Jógvan í Skorini.
Hann sigur, at teir hava ein lutfalsliga nýggjan skúla í bygdini.
- Hann er umvældur fyri stuttari tíð síðani og har er ein høll í sambandi við skúlan, so vit hava fantastiskar umstøður. So tað er nakað, vit høvdu tikið væl ímóti, men annars eru vit til reiðar at lurta eftir øðrum økjum innan samstarv, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði.