Arbeiðið við at breiðka brúnna um Stórá við Gjógv er nú komið so mikið áleiðis, at betongelementini eru sett upp.
- Ætlanin er eisini at gera gonguteig og asfaltera vegin av nýggjum. Seinni er so ætlanin at seta ljóssteyrar upp við brúnna. Tað er Westtrading sum hevur staðið fyri arbeiðnum.
Tað vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at vegurin verður sera nógv brúktur og so at siga allir bussar, sum vitja bygdina, koyra um brúnna til Gjáargarð.
- Økta ferðslan og trygdin í tí sambandi vóru viðvirkandi til, at Sunda kommuna hevur valt at fara undir arbeiðið at breiðka brúnna.
Í Sunda kommunu vænta tey, at arbeiðið verður liðugt í summar.










