Sámal vann FM

Sunnudagin vann Sámal Debes FM í Skeet-skjóting. Kappingin var leygardagin á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag og sunnudagin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúli í Sandvíkum.

 

Tað var Sunda Byrsufelag, sum var stóri vinnarin. Felagið vann liðkappingina umframt at Sámal Debes gjørdist bæði føroyameistari fyri einstaklingar og Føroya Cup, sum er ein nýggj kapping í føroyskari skjóting.

 

Tað var ein sera jøvn kapping í FM fyri einstaklingar. Leygardagin rakti Sámal Debes eina dúgvu fleiri enn Tórur Fløtt. Sunnudagin raktu teir líka nógvar, men tá vann Sámal Debes sokallaða shoot-off, sum verður brúkt, tá skjúttar enda við líka nógvum dúgvum. Teir raktu báðir fyrstu dúgvuna, men tá Sámal Debes so rakti sína, meðan Tórur Fløtt ikki rakti, var FM-heitið tryggjað. Jóhann Fløtt endaði nummar trý.

 

Sámal Debes vann sum nevnt eisini Føroya Cup. Her gjørdist fyrra umfar í FM-kappingini avgerandi. Áðrenn vikuskiftið lá Tórur Fløtt á odda, tríggjar dúgvur framman fyri Sámal Debes. Trý tey fyrstu umførini í FM-kappingini taldu við í Føroya Cup og í hesum trimum umførunum rakti Sámal Debes 70 dúgvur, meðan Tórur Fløtt rakti 65. Tískil vann Sámal Debes við tveimum stigum. Tórur Fløtt endaði nummar tvey og Jóannis Joensen nummar trý.

 

Hesir fýra, Sámal Debes, Tórur Fløtt, Jóhann Fløtt og Jóannis Joensen, umboða allir Sunda Byrsufelag.

 

Teir gjørdu eisini reint borð í liðkappingini. Sunda Byrsufelag A, mannað av Sámali Debes, Tóri Fløtt og Magna Dam, vann liðkappingina, meðan Sunda Byrsufelag B, mannað av Jóhann Fløtt, Jóannisi Joensen og Hans Erik Jensen, gjørdist nummar tvey og Veiðifelagið Byrsumúli A, mannað av Gunnari S. Knudsen, Sjúrði Knudsen og Herleifi Hammer gjørdist nummar trý.