árini hevur tó so at siga bert verið sjónleikur sýndur í húsinum, m.a. av tí, at stólarnir eru fastir í gólvinum, og av tí at gólvið hellir. Umbygging Heðin Mortensen sigur, at ætlanin er at umbyggja og n [...] í salinum, sum nú er. Her verður neyðugt at gera nýtt gólv og at fáa nýggjar stólar, soleiðis at salurin gerst meiri flexibul. Hetta fer so eisini at merkja, at onnur tiltøk kunnu havast í húsinum so sum [...] møguleiki verður at fáa ein kaffimunn samstundis sum húsið verður sýnt fram. Heðin Mortensen, formaður, sigur, at nevndin hevur lagt dent á at fylgja við tíðini. Tað er alla tíðina neyðugt at fylgja við menningini
ein sannroynd, at meðalaldurin á fiskiflotanum er vorðin hægri, og hetta merkir alt annað líka, at skipini eisini gerast meiri ótíðarhóskandi og minni effektiv. Tað er heldur eingin loyna, at hóast flotin [...] John Petersen nevnir er, at hjá minna útróðrarflotanum gongur kanska ikki altíð so lætt at manna bátarnar. ? Nú hava norðmenn ment eina nýggja egningarmaskinu, sum hevur víst seg at virka sera væl. Tað kundi [...] Tað gerst meiri og meiri greitt, at studningurin heilt eigur at vera tikin burtur úr fiskivinnuni. 1. mars fellur íløgustuðulin burtur hjá teimum bátum, ið enn hava henda stuðul, og í tí sambandi arbeiðir
Glyvursnesi, og tað er einki at siga havnarmenn ringar fyri, at teir snodda henda møguleika, tí teir eru heimsmeistarar í at snodda og apa sær eftir útjaðaraøkjunum. Klárir at seta fót Hugsa vit okkum eitt [...] úlvar á skóg at fáa sær, tí útjaðaraøkini hava havt góðar royndir við hesi skipan. Spøkir aftur Og so er Glyvursnes-projektið eisini farið at spøkja aftur, og er tað bara upp aftur prógv um, at hesir havisjúku [...] Vit hildu tað, at nú var friður komin yvir flogvallarspurningin, tá ið tingið samtykti herfyri at seta pening av til fasta sambandið um Vestmannasund, men so gjørdi løgmaður Edmund Joensen bart, setti
Annars vísir hann á, at hann er ikki í meirilutanum í býráðnum. Og hann hevði fingið at vita, at meirilutin onki onki ítøkiligt uppskot at leggja fyri nevndina. Tí helt hann ikki, at hetta hevur skund akkurát [...] útflýggjaða. Hon sigur, at tað kemur ner sera óvanligt , at nevndir í býráðnum ikki eru viðtøkuførar av tí at ov fáir nevndarlimir møta upp. Hon minnist bara eina ferðina áður, at hetta er hent í sosialu [...] Mortensen, sum sigur, at hann hevði ikki tíð at fara á fundin. ? Tað var harmiligt, at so fáir møttu upp, men sjálvur fekk eg ikki verið á fundi. ? Tað er avgjørt ikki vanligt, at fundirnir ikki eru vi
tingi. ? Og tað kann so væl vera, at eitt møguligt løgmansvalevni er at finna teirra millum. Í øllum førum heldur Heinesen at tað verður valúrslitið sum í stóran mun fer at gera av, hvør løgmansvalevni T [...] hjá einum flokki at virða eitt valúrslit. Tí verða toppskorararnir í einum flokki settir á ytsu brík, fer tað at kosta flokkinum dýrt. Kostar at troka onnur burtur Heini Heinesen sigur, at táið flokkar so [...] ? Hvør verður løgmaður er ómøguligt at siga frammanundan. Men tað liggur fast, at er veljarakanningin røtt, er tað eingin ivi um, at løgmaður skal koma úr Tjóðveldisflokkinum. Annars gevur tað onga meining
afturat. Vit síggja, at Øssur Hansen framvegis umboðar GÍ, at Pól Thorsteinsson umboðar VB, at Jens Erik Rasmussen umboðar Esbjerg, og at Uni Arge og Jens Martin Knudsen standa til at umboða Leiftur. Av [...] Toftir, eftir at tað hevur verið í Gøtu í eitt hálvt ár, at teir í B36 ikki hava syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Pól Thorsteinsson er komið norður um, og at teir í HB ikki hava syrgt fyri, at spæliloyvið [...] Lakjuni var við landsliðnum í Spania. Tað hevur ljóðað, at hann skal til Onglands at venja, og tað hevur ljóðað, at B36 hevur gjørt nógv fyri at fáa hann at flyta úr Klaksvík og til meistaraliðið, men enn er
kortini, at tað gongur framá í smáum. ? Tað kann verða ein spurningur um vilja. Men eg haldi ,at tað er meiri ein ein spurningur um, at nógv, føroysk virki eru so smá, at tey hava ikki kreftir at hugsa um [...] virkini í øllum førum so smá, at tey noyðast at finna sær samstarvsfelagar, skulu tey gera sær nakrar vónir um at sleppa uppí part í oljuvinnuni. Jan Mortensen sigur, at hetta vita norðmenn av royndum [...] gnum, heldur, at enn hava føroysk virkið eitt petti eftir á mál, aðrenn tey kunnu gera seg galdandi í oljuvinnuni. Men nú verður av álvara farið undir at styrkja før-oyskt vinnulív og at menna tað til
í løtuni til at eg kann koma við viðmerkingum. Tað, sum onnur halda og føla, hevur tikið so nógv av tíð míni, at eg havi ikki sjálv havt stundir til hvørki at lesa alla frágreiðinga ella at gera mína egnu [...] gott, at vit fingu hesa kanningina, og at hon nú er liðug. Tað hevur kenst sum at hava ein havt ein mylnustein um seg, nú tú hevur livað við allari hesi óvissuni og gitingunum. Tí er tað ein lætti, at kanningin [...] skelkað av kanningingi sigur Vibeke Larsen, at hon treyðugt verður sjokerað av nøkrum. -Í hvønn mun heldur tú, at undanmaður tín, Bent Klinte, hevur verið við til at geva donskum myndugleikum misvísandi og
Kekkia og Litava hava møguleika at enda millum tvey tey bestu, og eg haldi, at Estland og Føroyar hava møguleika at taka stig frá hinum londunum. Tað kann væl vera, at tað fer at hava týdning fyri endastøðuna [...] hann megnar sera væl at fáa burturúr tilfarinum, men tað er ein veikleiki, at tað nú eru so fáir skotskir landsliðsspælarar í ensku kappingini. Kekkia Ivan Moskalenko veit at siga, at teir hava fingið nýggjan [...] fyrst og fremst hugsað um ítróttarligu síðuna av søkini, halda, at mótstøðulondini eru av einum sovornum slagi, at tað er møguleiki fyri at røkka einum samantaldum úrsliti, sum verður betri, enn úrslitini
n 20 dagar at umhugsa seg í, áðrenn hann skal svara. Og 20 er so leingi í hesum máli, at eg vóni, at tað er loyst langt áðrenn tað. Jóannes Eidesgaard sigur, at ein annar møguleiki er at leggja eitt [...] virði vóru við at fara fyri skeytið. Og tað haldi eg, at tað er í hesum føri. Tí táið ein heilur árgangur av skúlaungdómi er í vanda fyri ikki at fáa prógv, haldi eg, at talan er um at landsins virði [...] gjáramorgun boðaði Miðflokkurin frá, at hann fer at leggja uppskot fyri tingið um málið. Eisini formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard heldur, at tingið eigur at umhugsa, hvussu málið kann loysast