hjá Dómsnevndini eru endaligir. Tað verður staðfest í grein 42 í kappingarreglunum hjá FSF. Spurningurin tykist tó vera, hvat hetta hugtakið inniber, og í fløkta málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen [...] ilt við at fylgja við í tí, sum er farið fram. Í botn og grund, so snýr málið seg um, hvørt Páll M. Joensen hevði loyvi at vera partur av liðnum, tá HB tann 25. mars vann á VB/Sumba í kappingini um Løgmanssteypið [...] dyst so vildi Kappingarnevndin ikki einsamøll taka støðu í málinum. Tí varð hetta lagt fyri aðalnevndina, sum kom til júst somu niðurstøðu sum í fjør. Nevnliga at uttan spæliloyvi hevði spælarin ikki loyvi
Tíðindaleiðari í Útvarpinum Leon Smith hevur í í Sosialinum og Dimmalætting mikukvøldið eina atfinningarsama grein ímóti føroyskum fjølmiðlum “við Útvarpinum á odda” í samband við flogvanlukkuna í Noregi og [...] norskar fjølmiðlar. Í einum føri endurgóvu vit norskan fjølmiðil fyri tíðindi um, at starvsfólk hjá Aker-Kværner settu spurnartekin við trygdina hjá føroyska flogfelagnum. Men í sama innslagið høvdu vit [...] vit eisini viðmerking frá stjóranum í Atlantic Airways til norsku atfinningarnar. Í greinini skrivar Leon Smith eisini um viðurskifti, sum ikki passa. Útvarpið umrøddi ongantíð málið, tá fráfarni flogskiparin
útoyggj. - Á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyrr í ár, gjørdi Bjarni Olsen, stjóri í Eik, púra greitt, at tað verður altso ikki við teirra luttøku í nakað serligt mát, at vinnulív í útoyggj verður ment. [...] Portalinum, er útoyggjastevna í Fugloy í morgin, leygardagin. Og soleiðis ger Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, støðuna hjá okkara minstu oyggjum, upp. Og júst pengar eru eitt lyklaorð, skal [...] fíggjar, men so at sjálvur raksturin hvílir í sær sjálvum. - Eydnast hetta í Stóru Dímun, kann hesin leisturin brúkast sum fyrimynd fyri líknandi virkishúsum í øðrum útoyggjum. Hann heldur, at hetta kundi
kannaðir, tykist sostatt nýtt virksemi vera í væntu í Tryggingini, hóast stjórnarnir ikki ítøkiliga hava sagt, á hvørjum økjum teir hava í hyggju at kasta seg út í nýggjar íløgur. [...] mál okkara longu í næsta ár, greiðir Mortan Poulsen frá. Nýtt virksemi í væntu Seinastu tíðina hava røddir verið frammi um, at felagið møguliga fer undir annað fíggjarvirksemi, t.d. í bankavinnuni, og [...] tryggingarmarknaðinum. Eginognin hjá risafyritøkuni er nú 301,4 milliónir. Umskipaði bygnaðurin í felagnum er býttur í trý. Fyrst er móðurfelagið Tryggingarfelag Ognartakaranna, sum eigur partabrøvini, og tað
Christmas Child hevur mong ár á baki, og í fjør vórðu savnaðar yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur við tinganesti í ymsum londum, sum vórðu latnar líðandi børnum í 95 londum. Felagsskapurin aftanfyri Operation [...] ein kristin hjálparfelagsskapur. Í høvuðsheitum snýr átakið seg um at fylla eina tóma skógvaeskju við ymiskum til drong ella gentu í einum ávísum aldursbólki. At brúka júst eina skógvaeskju hevur ta frágreiðing [...] pakkaðar inn í jólapáppír, tí hetta skal verða ein jólagáva, sum umframt at gleða barnið við tí sum er í eskjuni, eisin skal minna tað á bestu jólagávuna, sum givin er. Lesnaður verður lagdur við í eskjunar
bera til í AB. Eg havi júst verið við felagnum á eini venjingarlegu í Turkalandi, har eg spældi við í tveimum av trimum dystum, so tað tykist, sum fái eg her møguleika at vísa, um dugur er í mær, sigur [...] støðugt hevði vunnið seg alt longur fram í røðini, tá bakk-plássini í Frem skuldu setast, gjørdist fótbóltsheystið hjá Jónasi Þór Næss alt annað enn hugaligt í fjør. Hann og felagið kundu ikki semjast [...] felagið millum tey fremstu í Danmark. Fíggjarliga grundarlagið er nú um- og endurskipað, og ætlanin er, at felagið um eitt ár skal vera við í kappingini um sessirnar til SAS-liguna. Í vetrarsteðginum er felagið
fyrrverandi stórfeløgunum í Odense. B1909, sum Tommy Møller Nielsen, ið er væl kendur í Føroyum venur, vann 3-0, eftir at tað í steðginum hevði verið 1-0. John Petersen var ikki í Odense við Holsterbro, sum [...] teir í Frem seg nærri næstfremsta plássinum og uppflytingini. Tað gjørdu teir, tí SønderjyskE, sum eftir fleiri umfør hevur verið næstovast, ikki megnaði meiri enn 1-1 í Dalum, sum er á veg niður í 2. deild [...] staðfesti rimmar sigurin. Eingin John Í 2. deild vunnu Lyngby og Christian Lamhauge Holst 3-0 á heimavølli móti fyrrverandi stórfelagnum í Odense, B1913. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, men hesa ferð taldist
uppá, hvør í best er egnað til at leiða føðideildina. Men eg skylji ikki, hví slík provokerandi tiltøk skulu setast í verk mitt í einum sáttmálaskeiði. Eitt og hvørt fakfelag vildi reagerað júst soleiðis [...] hjá limunum. Seinast fútabann var sett í gildi, var eftir at Brimil hevði ligið liðugur í Noregi í fleiri mánaðir og bíða eftir eini semju, so hann kundi fara í sigling, og eftir at bann varð sett móti [...] teimum, og tá ið Javnaðarflokkurin sat í andstøðu kravdu arbeiðarafeløgini 60 % lønarhækkan. Nú Javnaðarflokkurin er í samgongu taka tey til takka við 0% lønarhækkan - í krónum og oyrum. T.v.s., at um vit
endanum og foreldur hansara í hinum partinum av húsunum. Húsini, sum vórðu bygd í 30?unum og seinni víðkað í 60?unum, standa nærhendis søguliga prestagarðinum í Ónagerði, har vesturi í bygdini. - Húsini hjá okkum [...] veruleika. Tað er júst hetta sum Gundur Michaelsen á Viðareiði er í ferð við at gera við barnaheim sítt í hesum døgum: At økja um plássið innanveggja. Sum er, búgva hann og hansara familja í øðrum endanum [...] fitt tal av húsum bygd í hesi norðastu bygd okkara. Onnur hava ynskt at búsett seg í bygdini, men hava ístaðin fyri at byggja, heldur valt at keypa sær egin hús. Uppaftur onnur búgva í húsum, sum so líðandi
Sambandsflokkin. Í eini roynd at greina úrslitið í Degi og Viku, og í kjaksendingini Fokus, varð rættiliga stórur dentur lagdur á fullveldismálið. Tjóðveldisflokkurin fekk av álvara vind í seglini eftir [...] flokkurin gjørdist fyri fyrstuferð størsti flokkurin í 1998. Síðani hevur hann sett sjálvstýrismálið meira ella minni út í kortið og slóðað fyri í fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Men nú eru broytingar [...] við ta seinastu tíðina, bæði í vár og aftur nú í samband við fíggjarlógaruppskotið. Flokkurin hevur áður ofta verið tann sosiali garanturin saman við Javnaðarflokkinum, men í dag síggja vit, at flokkurin