DANMARK 1./2. DEILD
Horsens og Johan B. Hansen hava beina kós móti superliguni. Tað varð enn eina ferð undirstrikað sunnudagin. Fyri 17. ferð á rað fóru teir av vøllinum, uttan at teir høvdu tapt í landskappingini. Hesa ferð var tað á heimavølli ímóti Næstved, sum stríðist fyri at varðveita plássið í deildini. Horsens vann 3-1, og nú eru teir átta stig frammanfyri triðja plássið, sum teir skulu detta niður á, um uppflytingin skal gleppa teimum av hondum.
Jón Rói Jacobsen var enn eina ferð í Frem miðverjuni allar 90 minuttirnar. Ella rættari 97 minuttirnar, og tað var rættuliga avgerandi, at dómarin hevði lagt so nógva tíð afturat. Frem hevði í Valby vitjan av Skjold av Eysturbrúgv, sum ofta hevur argað Frem. Spælið hjá Frem var ikki sannførandi, og hugburðurin tóktist ikki at vera nakað serligur.
Skjold legði seg framum við brotssparki, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Tá ið tað restaði eitt korter, eydnaðist tað Frem at javna. So varð stríðsviljin størri, enn hann hevði verið, og tá ið seinna umfarið var meiri enn 51!! minuttir gamalt, eydnaðist tað Frem at skjóta sigursmálið.
Harvið tóku teir í Frem seg nærri næstfremsta plássinum og uppflytingini. Tað gjørdu teir, tí SønderjyskE, sum eftir fleiri umfør hevur verið næstovast, ikki megnaði meiri enn 1-1 í Dalum, sum er á veg niður í 2. deild. Hetta mundi vera mest óvæntaða úrslitið hesa ferð.
Fremad Amager fer hvørki upp eftir ella niður eftir. Hesa ferð stóðu teir seg ógvuliga væl í Fredericia, sum heldur ikki fer nakran veg. Fremad Amager vann 5-1, og harvið tóku teir sjeynda plássið frá júst Fredericia.
Hóast fleiri av føstu monnunum hjá Fremad Amager ikki vóru tøkir, so var bara pláss fyri Andrew av Fløtum síðsta korterið. Tá vísti Andrew, at máltevinum framvegis einki bilar. Hann staðfesti rimmar sigurin.
Eingin John
Í 2. deild vunnu Lyngby og Christian Lamhauge Holst 3-0 á heimavølli móti fyrrverandi stórfelagnum í Odense, B1913. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, men hesa ferð taldist føroyingurin á Lyngby liðnum ikki millum málskjúttarnar.
Holsterbro var og vitjaði eitt annað av fyrrverandi stórfeløgunum í Odense. B1909, sum Tommy Møller Nielsen, ið er væl kendur í Føroyum venur, vann 3-0, eftir at tað í steðginum hevði verið 1-0. John Petersen var ikki í Odense við Holsterbro, sum er næstaftast og harvið í stórum vanda fyri at flyta niður.