P/F Tryggingarfelagið Føroyar hevur júst lagt fram ársroknskapin fyri 2003, og samlaða úrslitið var eitt avlop á 1,4 milliónir. Sjálvt tryggingarvirksemið endaði við einum undirskotið á 1,5 milliónir, men orsakað av fíggjarinntøkum gjørdist úrslitið tó eitt avlop. Undirskotið á tryggingarvirkseminum er sambært stjóranum Mortani Poulsen orsakað av hørðu kappingini á føroyska tryggingarmarknaðinum. Eginognin hjá risafyritøkuni er nú 301,4 milliónir.
Umskipaði bygnaðurin í felagnum er býttur í trý. Fyrst er móðurfelagið Tryggingarfelag Ognartakaranna, sum eigur partabrøvini, og tað hevði eitt avlop á 44,1 millión áðrenn skatt og 38,6 milliónir eftir skatt. Síðani er tað Tryggingarfelagið Føroyar Holding P/F, ið rekur íløguvirksemið, sum ikki er tengt at tryggingarvirkseminum, og hetta felagið hevði eftir skatt eitt avlop á 15,2 milliónir. Niðast er so sjálvt tryggingarvirksemið í Tryggingarfelagnum Føroyar P/F, sum hevði eitt avlop á 1,4 milliónir.
Ónøgdur stjóri
Stjórin í Tryggingarfelagnum, Mortan Poulsen, er greiður, tá vit spyrja hann um úrslitið.
- Vit eru ongantíð nøgdir við eitt hall á sjálvum tryggingarvirkseminum, og málið er at fáa eitt avlop hesum viðvíkjandi, men harða kappingin hevur higartil ikki gjørt tað gjørligt, sigur Mortan Poulsen. Stjórin leggur afturat, at hetta úrslitið var í ár roknað við, men í næsta ár verður so aftur farið eftir málinum at fáa avlop á tryggingarvirkseminum.
- Hesi tølini eru altíð torfør at fáa at mala runt, og ringt er at siga, nær tryggingar fara at geva yvirskot, men tað er so avgjørt mál okkara longu í næsta ár, greiðir Mortan Poulsen frá.
Nýtt virksemi í væntu
Seinastu tíðina hava røddir verið frammi um, at felagið møguliga fer undir annað fíggjarvirksemi, t.d. í bankavinnuni, og stjórarnir báðir Gunnar í Liða og Mortan Poulsen hava ikki avsannað hetta, tá fjølmiðlarnir hava viðgjørt málið. Mortan Poulsen sigur, at í løtuni kanna teir møguleikarnar fyri nýggjum íløguvirksemi, og við bygnaðarbroytingunum eru karmar skaptir fyri nýggjum virksemi, hóast einki ítøkiligt enn er at siga um hetta.
- Vit eru jú farnir undir bilfígging, og hetta hevur higartil eydnast væl. Nú er vit í tí fasuni, har vit kanna aðrar møguleikar, men meiri ítøkiligt er ikki at siga um framtíðarætlanir okkara, vísir Mortan Poulsen á.
Tá møguleikarnir verða kannaðir, tykist sostatt nýtt virksemi vera í væntu í Tryggingini, hóast stjórnarnir ikki ítøkiliga hava sagt, á hvørjum økjum teir hava í hyggju at kasta seg út í nýggjar íløgur.