nógv. - Vit hava tosað nógv um, hvussu heppin vit hava verið í hesum her. Hevði tað ikki verið tað, at vit steðgaðu í nøkur fá sekund við Statoil, har eg gav konuni pengar, so høvdu vit verið komin tað pettið [...] sonurin, og tað fyrsta hon segði var, at tað var gott at vit ikki vóru fyri, greiðir Hans Jákup frá. - Tá eg so fortaldi henni hvussu nærvið vit vóru, so gjørdist hon eisini ógvuliga skelkað. Seinni vísti [...] ov skjótt í mun til hámarksferðina. Onkur segði eitt stað millum 80 og 100 km/t, men um so er vita vit ikki við vissu. Kundi dripið fleiri Men Hans Jákup var ikki einsamallur við barnavogni á Gundadalsvegnum
aftur er komin á økinum, og at prísurin á ferðaseðlum er minkaður so nógv. Her hugsi eg eisini um ferðaseðilin hjá Atlantic. Eg gangi út frá, at fólk ynskja kapping, men við hetta lag enda vit aftur í monopoli [...] ur hálovaðu nýstovnaða felagnum, tá tað byrjaði, tí nú fóru prísirnir aftur at koma niður á eitt realistiskt støði. - Og tað er eisini hent, men vit kunnu jú ikki halda fram, tá flogfarið flýgur við dundrandi [...] so er eingin vandi í, at flogfelagið fer á heysin, sambært formanninum. - Vit hava sterkan eginpening, 25 milliónir, og vit hava alla tíðina kalkulerað við einum undirskoti fyrsta árið. Men undirskotið
neyvt at vita, um teir tríggir, sum nú eru á listanum, eru til reiðar at taka við, um starvið stendur teimum í boði. - Vit hava sjálvandi samskift nakað við allar. Nú ræður um at staðfesta, at okkara krøv [...] settur um mánaðarskiftið, januar-februar. Og nú vit skriva 12. januar tykist hendan tíðarætlan at halda, sigur Høgni í Stórustovu. - Um vit tosa kappróðrarmál, so eru málið gott og væl hálvt rógvið, og tríggir [...] tríggir bátar hava togað seg undan restini, nú vit eru komnir móti einum av hesum molunum hjá Jógvani Arge. Og ber til at siga, hvørjum bygdum hesir tríggir bátarnir eru úr? - Tað fái eg ikki sagt í verandi løtu
The Main Market. Kunnu vit vænta, at Føroya Kolvetni flytir yvir á Main Market í næstum? - Vit eru um at vaksa úr AIM, har vit teljast millum tey stóru feløgini í dag. Ofta eru tað fáir men størri íleggjarar [...] íløgur í fyritøkur á AIM. Men vit kundu hugsað okkum at sæð fleiri smærri íleggjarar, og tað høvdu vit ivaleyst, um vit vóru á The Main List. So tað er væl hugsandi, at vit skifta yvir á The Main List í [...] sær løtuvinning. Eitt av hesum krøvum er pre-kvalifisering. Tí taka vit tað sum eitt herðaklapp at vit eru sloppin inn í Noregi, har vit hava ognað okkum leitingar- og framleiðsluloyvir, sigur Nils Sørensen
var størri. Nú er tað eisini endaliga staðfest, at VB eisini spælir í 1. deild komandi ár. Níggju stig eru niður til næstniðasta liðið, og við dagsforminum, sum Sumba og TB hava í løtuni, eru vágbingar tryggir [...] verða ein løgin kensla, um tað nú skuldi hent, at GÍ ikki verður eitt av europeisku umboðunum hjá Føroyum komandi ár. Men GÍ-liðið hevur verið óstøðugt í ár, og sum nú er, eru fýra stig upp til NSÍ, sum í [...] Endaspurturin hjá GÍ, sum vit tosaðu um í blaðnum fyri tveimum vikum síðani, steðgaði upp, áðrenn hann veruliga var komin í gongd. Fyri tveimum vikum síðani byrjaði GÍ seinnu helvt av landskappingini við
hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Samgongan er komin væl áleiðis við ætlanini at einskilja Farmaleiðirnar hjá Strandferðsluni, men nú hevur Johan Dahl, løgtingsmaður úr Suðuroy, reist iva um [...] sum yvirtekur tær, fær flutningsskyldu, so at virkini í útjaðaranum ikki vera verri fyri enn tey eru nú. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður vísir á, at ætlanin er ikki at einskilja Farmaleiðir í Sandoynni [...] uppgávan hjá samgonguni at tryggja, at virkini í útjaðaranum ikki á nakran hátt verða verri fyri enn tey eru nú. Og fæst tann trygdin ikki, verður heldur ongin einskiljing, í hvussu so er ikki við sambandsflokkinum
og ítróttarhøllin í Runavík, eru millum tey verk, sum standa eftir felagið, tá tey góvust í 1985. Eigi at gevast nú - Nú eri eg gomul, tíðirnar broyttar, og eg eri broytt. Nú er tíð hjá mær at gevast ? og [...] menningartarnaðu hava fylt heim teirra. Nærmastu grannar eru tvey sambýli; tað hevur eisini ríkað heimi hjá Dianu og Finn. - Okkara vinfólk eru av góðum orsøkum tey menningartarnaðu og teirra avvarðandi [...] so við og við. Og tá Skúlin á Trøðni fór at undirvísa menningartarnaðum, hildu Diana og Finn av, at nú var tíð at flyta heimaftur. Entrepenørur Gjøgum árini hevur Diana eisini fingist við annað virksemi
jur, húkar og onnur amboð. Tað eru tey langt síðani givin við. Nú eru tað tey innføddu, sum reka handil - um vit kunnu kalla tað so. Í økinum, sum vit eru partur av, eru tað fýra sum handla. Hjá tveimum [...] endar á Jørðini, men tað kennist sum um vit eru so langt burtur frá tí, vit eru von við, sum tað ber til. Tað ber til at fanga onkra útvarpsstøð á longbylgju, og vit hava fingið við, at amerikumenn (teir [...] verið nevndir indianarar. Tað er millum teir innføddu, sum eru millum lítið og einki ávirkaðir av tí, sum vit kalla sivilisatiónini, at vit halda jól í ár. Jørðin er rund, og tí ber ikki til bókstaviliga
Hvussu er støðan í Føroyum - Tá ið vit tosa um fyribyrging, tosa vit eisini um umhvørvisviðurskifti og um okkara livihátt. Vit tosa sostatt bæði um viðurskifti, sum vit í felag bera ábyrgdina av, og um [...] samfelagnum. - Hinvegin eru vit í teirri hepnu støðu, at dálkingin frá ídnaði okkara er lítil, av teirri einføldu grund, at vit hava lítlan og ongan tungan ídnað. Harafturat hava vit eina sera góða venti [...] fyri aðrar kroniskar sjúkur. Viðurskiftini í Føroyum eru smá, men spurningurin er, um vit loysa henda partin av krabbameinsviðgerðini nóg væl. Megna vit at geva teimum, sum vita, doyggja áðrenn long tíð er
uppgávum við ambulansu. - Í sjúkraflutningstænastuni hava vit fleiri dagligar uppgávur, sum á ongan hátt eru dramatiskar ella merktar av spenningi. Eitt nú verða bilarnir vaskaðir, útgerðin skal kannast og haldast [...] fyrireiki eg meg upp á tað ringasta. Eisini tosa vit starvsfelagarnir saman í bilinum um, hvat tað er, vit møguliga kunnu vænta at koma fram til, og hvussu vit kunnu gera okkara arbeiði best møguligt. Tað [...] fólk ikki ordiliga skilja, er, at tað ikki altíð eru tær støðurnar, sum mann vildi hildið vóru øgiligar at koma út til, sum í veruleikanum eru tað. Ofta eru tað umstøðurnar rundan um onkra hending, sum kunnu