Fótbóltur
Um ársskiftið boðaði FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu frá, at komandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti helst verður settur um mánaðarskiftið, januar-februar.
Og nú vit skriva 12. januar tykist hendan tíðarætlan at halda, sigur Høgni í Stórustovu.
- Um vit tosa kappróðrarmál, so eru málið gott og væl hálvt rógvið, og tríggir bátar hava togað seg undan restini, nú vit eru komnir móti einum av hesum molunum hjá Jógvani Arge.
Og ber til at siga, hvørjum bygdum hesir tríggir bátarnir eru úr?
- Tað fái eg ikki sagt í verandi løtu. Men talan er um eitt breitt felt, sum hevur umboðan úr trimum ymsum londum, sigur Høgni í Stórustovu.
Avgerð um 12 dagar
Takið komandi dagarnar hjá FSF er at fáa heilt neyvt at vita, um teir tríggir, sum nú eru á listanum, eru til reiðar at taka við, um starvið stendur teimum í boði.
- Vit hava sjálvandi samskift nakað við allar. Nú ræður um at staðfesta, at okkara krøv og ynski stemma við teirra ditto. Snøgt sagt at vita, um hesir eru til reiðar at koma til samráðingarborðið. Vit hava so starvsnevndarfund tann 22. januar, og tá er so ætlanin, at nevndin skal seta navn á tann, sum vit helst vilja hava, sigur Høgni í Stórustovu.











