Føroya Kolvetni 10 ár á baki

Tíggju ár eru liðin, síðani Føroya Kolvetni varð stovnað. Felagið virkar í dag í øllum liðum frá leiting til framleiðslu, og landafrøðiliga spennir virksemið frá sunnasta parti av Norðsjónum til føroyska partin av Atlantsmótinum. – At gera innrás í norska oljuvinnu var eitt týðandi lop fyri okkum, sigur Nils Sørensen, stjóri

Hvør var fyrri, Atlantic Petroleum ella Føroya Kol­vetni, ella – sagt við øðrum orðum – hvat var tað fyrsta føroyska oljufelagið? Ásann­­ast má at tað er so sum so, tey komu nærum í senn, men skal ein vera neyv­­ur, so var Føroya Kol­vetni ein mánaðans tíð fyrri. Føroya Kolvetni P/F varð skrásett hjá Skráseting Føroya tann 16. januar 1998 sum fyrsta føroyska olju­felagið við tí endamáli at leita eftir og framleiða kolveti. Stovnarar vóru Nils Sørensen, Graham Stewart og Faroe Petroleum Invest­ments Ltd. Faroe Petroleum Investments, ið er høvuðs­partaeigari og fíggjarfelag hjá Føroya Kolvetni, varð stovn­að og skrásett á Guerns­­ey í 1997.

Hóast tað ikki varð lýst við nakrari partabrævasølu, so hevði felagið í 1998 um­leið 150 føroyskar parta­eigarar, sum áttu umleið 5 prosent av samlaða partpen­inginum. Hini 95 prosentini stóðu útlendskir íleggjarar og feløg fyri.

Felagið hevur í dag eitt marknaðarvirði á børsinum AIM í London á 1,8 mia. krónur.

Valið fall á AIM í London

Róm varð ikki bygd eftir einum degi, og so er heldur ikki við Føroya Kolvetni. Tað gingu tvey ár frá stovn­an, til Føroya Kolvetni gjørd­­ist eitt oljufelag við leit­­ingarloyvum. Hesi fyrstu loyvini fekk felagið í føroyskum øki í samband við fyrstu loyvisrundu í 2000.

Fyri at kunna fíggja seis­miskar dátur í samband við fyrsta loyvisumfar hækkaði Føroya Kolvetni í mai 2000 partapeningin við 23,4 mió. krónum. Í august 2000 fekk Føroya Kolvetni tillutað leitingarloyvini 002 og 005 á føroyska landgrunninum saman við italska oljufelag­num Eni.

Í desember 2002 varð Faroe Petroleum sett á stovn við tí endamáli at virka sum holdingfelag hjá Føroya Kolvetni. Í 2003 var Faroe Petroleum skrásett á alterna­tiva keypskálanum í Lond­on, AIM (Alternative Invest­ment Market), har eini 80 oljufeløg vóru skrásett frammanundan.

Men hví valdi Faroe Petrole­um at skráseta seg á AIM og ikki til dømis keyp­skálanum í Keypmannahavn ella Íslandi?

- Virðisbrævamarknaður Føroya, sum seinni kom at samstarva við tann ís­­lendska, var ikki komin tá. Av ymsum møguleikum valdu vit AIM, sum Graham Stewart kendi best til. Eini 80 oljufeløg vóru skrásett á AIM, og hetta ger óivað, at íleggjarar skilja væl olju­feløg sum eina langtíðar íløgu, greiðir Nils Sørensen, stjóri á Føroya Kolvetni, frá.

Í summum førum virkar AIM sum ein lopfjøl hjá smærri fyritøkum á tann stóra partabrævamarknaðin í London, The Main Market. Kunnu vit vænta, at Føroya Kolvetni flytir yvir á Main Market í næstum?

- Vit eru um at vaksa úr AIM, har vit teljast millum tey stóru feløgini í dag. Ofta eru tað fáir men størri íleggjarar, sum gera íløgur í fyritøkur á AIM. Men vit kundu hugsað okkum at sæð fleiri smærri íleggjarar, og tað høvdu vit ivaleyst, um vit vóru á The Main List. So tað er væl hugsandi, at vit skifta yvir á The Main List í næstu framtíð, sigur Nils Sørensen.

Føroyar kjarnuøki

Í byrjanini vóru tað fleiri, sum skýrdu Føroya Kolvetni fyri at vera eitt útlendskt oljufelag við føroyskum navni. Nakað var um tað, tí eini 95 prosent av parta­peninginum kom frá út­­lendsk­um íleggjarum. Men sambært Nils Sørensen er Føroya Kolvetni við tíð­ini vorðið ”alt meiri før­oyskt”.

– Har bert umleið 5 pro­sent av partapeninginum var føroyskur í byrjanini tosa vit í dag um ein part á millum 15 og 20 prosent, sigur hann.

Hóast Føroya Kolvetni hevur spjatt sítt virksemi nógv seinastu árini, har tað nú fevnir um bæði olju­leiting, meting (appraisal), og framleiðslu í ávikavist føroyskum, bretskum, hollendskum og norskum økjum, so eru Føroyar fram­vegis kjarnuøkið hjá felag­num.

- Vit hava brúkt 150 mió. krónur til oljuleiting við Føroyar, og vit satsa fram­vegis nógv upp á føroyska økið, sigur Nils Sørensen.

Hann letur ongan iva vera um, at Føroya Kolvetni ætl­ar at luttaka í triðja út­bjóð­ingarumfari við Føroyar, sum væntandi verður í vár. Eisini ætlar Kolvetni sær at luttak í komandi útbjóð­ing­um í ávikavist Bretlandi og Noregi.

Í høvuðsheitnum kunnu virkisøkini hjá Føroya Kol­vetni býtast upp í tríggjar partar: Atlantsmótið, Norð­sjógvurin (norðari partur), og Norðsjógvurin (sunnari parturin). Føroyska økið er partur av Atlantsmótinum, ið verður mett sum eitt øki við stórum vága, men sam­stundis møguleika fyri stór­um vinningi, um olja verður funnin (á enskum rópt: high risk/high reward). Í norðara parti av Norðsjónum hevur Kolvetni leitiloyvir, meting­ar­loyvir, og eitt gass­fram­leiðsluloyvi (Schooner). Og í sunnara parti av Norð­sjó­num hevur felagið fram­leiðsluloyvi (Minke Main) og fyrireikingarloyvir.

26 brunnar fyri framman

Føroya Kolvetni skal luttaka í nógvum boringum kom­andi tvey árini. Talan er um ikki færri enn 26 brunnar í bæði føroyskum øki, bretsk­um (Vestanfyri Hetland og í Norðsjónum), og norskum øki. Av hesum eru 11 leit­ingarbrunnar, 9 metingar­brunnar og 6 fyrireikingar­brunnar (til framleiðslu).

Eitt týðandi lið í menn­ingini av felagnum var at gera innrás í Noregi.

- Tað er ikki lætt at sleppa at luttaka í norskari olju­vinnu. Strong krøv eru gald­andi fyri útlendsk oljufeløg, har norsku myndugleikarnir vilja tryggja sær, at eitt felag hevur nakað veruligt at bjóða upp og ikki bara ætlar sær løtuvinning. Eitt av hesum krøvum er pre-kvalifisering. Tí taka vit tað sum eitt herðaklapp at vit eru sloppin inn í Noregi, har vit hava ognað okkum leitingar- og fram­leiðslu­loyvir, sigur Nils Sørensen.

Seinastu tíðina hevur Før­oya Kolvetni fingið stimbr­andi orð við á leiðini frá ymsum greinarum, og parta­brævaráðgevar hava mælt íleggjarum til at keypa partabrøv í felagnum, tí teir síggja felagið sum eina áhugaverda íløgu.

Sjálvandi fegnast Nils Sørensen um hesa gongdina, men hvat kunnu hann og Før­oya Kolvetni brúka slík skotsmál til í veruleika­num?

- Tað er í sær sjálvum gleði­ligt, at fokus verður sett á felagið. Góð skotsmál geva eisini mót og áeggjan. Reint ítøkiliga vilja vit royna at innfría tað, ið grein­arar hava spátt um okkum, sigur Nils Sørensen.

Sum heild metir Nils Sørensen grundina til, at Før­oya Kolvetni hevur fing­ið nógva positiva umtalu í seinastuni vera, at felagið hesi 10 árini síðani stovnan hevur ment eina breiða strategi, har nógv sløg av loyvum eru fingin til vega, spjødd yvir stór landa­frøði­lig økir.

Hetta er við til at spjaða vágan hjá felagnum og skapa grundarlag fyri økt­um virksemi og inntøkum, sum koma at gera tilveruna áhugaverdari hjá parta­eig­arum í Føroya Kolvetni.