síðani funnið út av. Tað eru ikki 1600 samkynt í høvuðsstaðnum, heldur ikki 40 í nakrari bygd í Føroyum, sum telur 400 fólk. Men tað mest áhugaverda í hesum faktuella stubba eru orðini: Yderligere skal [...] bólkingar í einumhvørjum samfelagi. Tær eru sum oftast relateraðar til starv, útbúgving, samfelagsstøðu ella knýttar at eini ella aðrari sjúku. Tað tykir mær løgið at bólka fólk eftir sexuellari orientering. Sjálvur [...] grund. Spurningurin er bara hvør grundin er. Ein av grundunum kann vera, at happing av samkyntum ikki er ein trupulleika úti á bygd. Tað er ikki óhugsandi at so er, tí vit eru mong sum búgva úti um landið
sýslumaðurin stórar heimildir. T.d. kann sýslumaðurin geva boð um, hvør kann vera í einum grindarakstrarøki, hann kann reka bátar, skip og fólk úr økinum. Hann kann eisini geva ávísum fólkum og bólkum boð um [...] ger greitt, at grind verður hildin til í Sandágerði, um grindaboð aftur vera í høvuðsstaðnum. – Tað eru trý ár síðan vit fingu grind í Havnini, so lat ongan iva vera um, at stendur tað til okkum og grind [...] yvi. Flestu lond hava í samband við passeftirlit neyvt eftirlit við, hvørji ørindini hjá vitjandi eru. Hava tey óreiðiligar ætlanir, ella tað danir kalla "onde hensigter", so verða tey vend í passeftirlitinum
Soleiðis eru vit helst nógvar kvinnur, sum hava tað. Nær ert tú í góðum lag? Tá eg spæli fótbólt saman við mínum festligu B36 gellum. Hvat ger teg illa? Tá fólk happa ella fara illa við djórum. Hvør er tín [...] Føroyar. Hvat er tað besta við starvinum? Eg siti við tiltøkum og stuðli, og tað besta er at gleða fólk, tá man játtar teimum stuðul og sponsorat. Skipi eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum. Harumframt [...] ikki nevna nakra ávísa. Sterkar kvinnur, sum hava broytt korini hjá okkum seinastu øldina, og har eru nógvar. Og so Oda omman í Miðvági, eitt satt konubrot. Hon var á Kappanum við abba og róði út, tá hon
burturav í framhaldsdeild, og eg eri so errin av at eiga ein lut í menningini av føroyska ungdóminum. Tey eru so fitt og skilagóð, og eg kann eisini læra nógv av teimum. Hvønn tónleik dámar tær best? Mær dámar [...] nærum allan tónleik. Eg lurti eisini nógv eftir føroyskum tónleiki, og vit eiga nógv sera gávurík fólk, ið skapa fantastiskan tónleik. Í løtuni er tað serliga countrytónleikinum, ið eg lurti nógv eftir [...] tað er veruliga nógvur góður countrytónleikur til. Hvat ger teg í góðum lag? Gott veður og positiv fólk. Hvat ger tú í frítíðini? Ein stórur partur av míni frítíð fer til tónleikin, og tað er nakað, ið
hjá Løgmansskrivstovuni um, at vit seinastu árini eru komin í eina nýggja støðu viðvíkjandi makrelinum, har hann vísir á, at risa virði eru í makrelinum, og at vinnan er sinnað at lata til [...] Javnaðarflokkurin, sum eru »ósekir« í hesum. Men hetta slagið tapti løgmaður – eisini innanhýsis í samgonguni, sambært Bárði Nielsen. Áhugavert verður tó at síggja, hvør semja kann fáast um eitt [...] spurningin, um tað ikki er rætt at taka eitt tilfeingisgjald fyri makrelin heldur enn at senda fólk til hús í hópatali, sum aftur merkir verri tænastu til borgaran. Í somu grein á heimasíðu løgmans
teir vóru í holt við. Men tað var har og tá. Revolusjónsromantikkur gamaní. Men Castro og hansara fólk vunnu so. Stóru lýsingarnar, tvær blaðsíður, frá teimum, sum ætlaðu sær at hertaka Vaglið í Havn ein [...] Ikki so frægt sum eitt frískt lot. Stormin orðna veðurgudarnir. Teir duga og tora at leika í, tá teir eru illir. Hitin í øðini hjá fólkinum við Farstøðina og á Vaglinum var so lágur, at hann gjørdi ongan mun [...] brúktar at larma við. Tað einasta av slíkum slagi leygardagin í Havn var á høvdinum á Milju. Hóast fólk vóru vælkomin at hava grýtulok við. Men tey lógu á grýtunum, har var brúk fyri teimum, tí hetta var
siga nei, so verður tað eitt nei. Tað eru serliga loysingarflokkarnir báðir, Tjóðveldi og Framsókn, ið hava funnist at hesum nógv umtalaða radaranum. Flokkarnir eru fyri at fáa ein radara upp í Føroyum [...] internt í Føroyum, sigur løgmaður. LES EISINI: Úr tinginum: Radarakjakið hevur flutt seg - men enn eru stórar ósemjur Tað er danska stjórnin, ið fegin vil hava ein radara upp á Sornfelli eftir ynski frá [...] Føroyum, men ósemjan snýr seg um, hvussu tað skal gerast, og hvør skal taka avgerðina. Flokkarnir meina nevniliga, at løgtingið eigur at taka avgerðina og ikki landsstýrismaðurin einsamallur. Men kjakið hevur
Her stingur so tann trupulleikin seg upp, at ein telda er sjáldan heilt persónlig, tí tað eru oftast fleiri fólk, sum brúka somu teldu. Tað kunnu vera fleiri vaksin í einum húsi, børn og ung í húsinum ella [...] telduna. Per Skov Christensen staðfestir, at tað, sum fólk eiga at læra av hesum, er, at tann, sum eigur eina teldu, skal ansa ómetaliga væl eftir, hvør sleppur framat henni at brúka hana. Men fyri at tryggja [...] løgreglan eitt mál um skendskan og ónærisligan atburð á internetinum. Talan er um upplýsingar, sum eru lagdir út á eina sera vælumtókta og væl vitjaða, sosiala heimasíðu. Onkur hevur tikið sær hesar upplýsingar
fiskimannaflokkur er okkara flokkur. Tað eru í dag fleiri flokkar, sum vilja tilleggja sær, at teir eru verjan av vunnum rættindum, men tað er ikki so. Ein og hvør atkvøða til hesar flokkar er bert ein styrki [...] Javnaðarflokkurin fer at leggja grundarsteinin undir eina slíka ætlan, tí sum nú er, so fer okkara unga fólk, tá tað er liðugt við HF, av oynni, tí tað býðst teimum eingir framhaldandi møguleikar. Hetta skal [...] gerast nakað við. Skattatrýstið, sum er sera høgt, serliga á kommunuøkinum, má lækkast soleiðis, at fólk fáa meira fyri arbeiði sítt. Við einum útbúgvingartiltaki og einum meirapositivum skattapolitikki
uppgávur, og at umvæla skip hvønn tann einasta dag er ikki nóg mikið til teirra fólk. ? Tað er jú eisini væl skiljandi, at so er. Hvør tímir at gera tað sama altíð. Vit leita øll eftir spennandi uppgávum. Eitt [...] ganga undan og vísa okkara egna fólkið og virkjum tað álit, sum krevst. ? Tað kann væl verða, at vit eru eitt sindur dýrari, men tá samanumkemur, so kann tað vísa seg at verða væl givin peningur. ? Hvussu [...] vandin, sum Poul Mohr sær í tí, at skipið verður bygt uttanlands er, tann teknologiski missurin. ? Vit eru í vanda fyri at missa fólkið, og við tí fer kunnleikin, sum er so ótrúliga týdningarmikil, tá tað ræður