Starv?
Marknaðarfólk hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hvat er tað besta við starvinum?
Eg siti við tiltøkum og stuðli, og tað besta er at gleða fólk, tá man játtar teimum stuðul og sponsorat. Skipi eisini fyri nógvum spennandi tiltøkum. Harumframt havi eg heimsins fittastu starvsfelagar, serliga Fróði Danielsen, ein av okkara KT monnum, hann er heimsins stuttligasti maður at arbeiða saman við og ja hann er sjálvandi suðuroyingur.
Tað keðiligasta?
Uha… tað var verri. At siga nei til stuðuls- og sponsorumsóknir, men mann kann ikki stuðla øllum, tíverri.
Lýs tann perfekta dagin
Veðrið er gott,summar í Føroyum og eg havi frí. Pakki ein matpakka ella eingangsgrillina og fari í fjøllini ella til Bøsdalafoss, Leynasand ella Saksun við mínum kæru og njóti dagin úti.
Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
D&V, 3-2 og mín favorit sendirøð er Sex & The City. Kann hyggja eftir henni umaftur og umaftur. Annars dámar mær væl føroyskar dokumentar sendingar, og so hyggi eg eftir Singleliv og Criminal.
Hvat gert tú, tá tú veruliga slappar av?
Um summarið eri eg í náttúrini, tá eg veruliga slappi av. Um veturin er tað heima við einum teppi á sofuni, nýbakaðum bollum og kaka og einum góðum filmi. Men áðrenn eg veruliga kann slappa av, skulu húsini vera rein. Soleiðis eru vit helst nógvar kvinnur, sum hava tað.
Nær ert tú í góðum lag?
Tá eg spæli fótbólt saman við mínum festligu B36 gellum.
Hvat ger teg illa?
Tá fólk happa ella fara illa við djórum.
Hvør er tín fyrimynd?
Eg havi so nógvar, so vil helst ikki nevna nakra ávísa. Sterkar kvinnur, sum hava broytt korini hjá okkum seinastu øldina, og har eru nógvar. Og so Oda omman í Miðvági, eitt satt konubrot. Hon var á Kappanum við abba og róði út, tá hon var javngomul við meg.
Hvørja bók burdu øll lisið?
Det kompetente barn. Besta bók, um hvussu man virðir og gevur sínum barni ein góðan uppvøkstur, har tað kennir seg virt og elskað.
Hvussu nógv hugsar tú um tína útsjónd?
Ikki serliga nógv. Tað er ikki soleiðis, at eg standi framman fyri speglinum í ein tíma um morgunin og eg fari næstan altíð ósminkað og í joggingbuksum til bakaran í vikuskiftinum. Tað einasta, eg fokuseri uppá, er ikki at blíva for tjúkk… og fái ringa samvitsku, tá eg ikki havi vant í eina viku.
Hvussu vilt tú lýsa tínar matvanar?
Heilt vanligir. Elski føroyskan mat, men eti heldur kips og ostar enn sjokolátu og køkur.
Hvussu nógv hugsar tú um rørslu og venjing?
Nógv, og í løtuni hugsi eg ov nógv og venji ov lítið. I summar vandi eg fótbólt 2 ferðir um vikuna og dømdi og spældi dyst í vikuskiftinum, umframt at eg vandi fitness av og á. Í vetur komi eg bara ikki í gongd . Í vetur spæli eg hondbóltsdyst í vikuskiftinum og innandura fótbólt eitt kvøld um vikuna og venji tvær ferðir fitness, samstundis sum sonurin er til liðvenjing í Vælveru Fitness. Tað er so ætlanin...
Hvussu dámar tær best at halda summarfrí
Saman við mínum kæru og nær náttúruni. Elski at ferðast í Føroyum. Um veturin er tað tó skíðferia, sum er tað besta.
Enda setningin, annars haldi eg...
...at allar Kvinnur skulu læra at elska seg sjálvar júst sum tær eru. So verða tær vakrar og glaðar, og tað er nakað, vit øll fáa gleði av – børnini og ikki minst maðurin.