klokkan 14.40 í gjár, at løgreglan steðgaði einum bili í Havn, har tey fingu mistanka um, at bilførarin hevði drukkið ov nógv til at koyra bil. Tá hann blásti í alkometri vísti tað seg, at hann hevði drukkið
So er tað í dag, at listaframsýningin við verkum eftir listakvinnuni Silju Strøm letur upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Ferniseringin verður klokkan 15:00, og fer Hilmar Høgenni at røða. Sissal Græ [...] Lindenskov syrgja fyri tónleikinum. Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit, umframt at tað verður møguleiki at heilsa upp á listakvinnuna sjálva eisini. Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr Gamla
kommuna skrivar, at í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Har verður fiskivinnan og siðir á sjónum og landi, ið knýta seg at henni hildnir [...] hildnir á lofti. Tey, sum hava ymisk tiltøk at seta á skrá, kunnu venda sær til Dávur Winther á dw@klaksvik.fo . Til ber til at skráseta tiltøk umvegis leinkjuna her: Tiltøk til Torradagar 2025
sigur sambært útlendskum miðlum, at týski stuðulin til Ukraina skal veksa. - Og hetta má verða beinanvegin, leggur hon aftrat. Annalena Baerbock heldur, at Týskland eigur at samstarva tættari við eitt nú [...] og onnur lond um verju av Ukraina. Nógvir evropeiskir leiðarar hava víst Ukraina sín stuðul, eftir at forseti landsins fekk so kaldliga móttøku á sínari vitjan í USA í gjár.
Kringvarpunum eftir Deg og viku í kvøld. Slíkir dokumentarar plaga at verða sendir hóskvøld. Um ætlanin hjá Kringvarpinum er at fáa politikarar at lurta, so er tað í síðstu løtu, tí Løgtingið fer heim fríggjadagin [...] n helst samtykt, um alt gongur eftir ætlan. Sendingin »Suðuroyartunnilin og skuggatølini« sæst við at trýst her
Í USA hava verið innanhýsis samráðingar undan fundinum um at brúka russiskar kjarnorkuriknar ísbrótarar til at stuðla útbyggingini av gass- og LNG-verkætlanum í Alaska. Tað siga tríggjar keldur, sum kenna [...] kjarnorkuriknum ísbrótarum, sum hava ein sentralan leiklut í at tryggja flutningin av gassi alt árið. Trump-stjórnin hevur stríðst fyri at flyta gass úr Alaska til asiatiskar kundar.
Tað skrivar Reuters. Fráboðanin kemur dagin eftir, at Volodymyr Zelensky, forseti, boðaði frá á sosiala miðlapallinum X, at hann vil hava ein nýggjan forsætisráðharra. Her hevur hann víst á búskaparráðharran [...] Yuliu Svyrydenko. Fyri at Svyrydenko skal góðkennast sum nýggjur forsætisráðharri í landinum, krevst góðkenning frá landsins tjóðartingi. Samstundis hevur Zelensky skotið upp, at Denys Shmyhal tekur við
har skorið verður upp. Heitt verður á fólk um at hava egin íløt við. Enn er ikki heilt greitt, nær tað verður klárt hjá teimum í vestaru bygdunum í kommununi at heinta heimapartar, men tað verður seinni í [...] í kvøld. Nærri kunning um tað kemur á heimasíðuna skjótast gjørligt. Tað er ikki neyðugt at skriva seg upp til at fáa part.
rendi í reyvina á bilinum frammanfyri. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at aftari bilurin eftir øllum at døma ikki varnaðist, at fremri bilurin koyrdi spakuligari, og rendi tí á hann. Talan var tó bara [...] bara um materiellan skaða. Eingin fólkaskaði var. Enn er ikki greitt, hví bilførarin ikki megnaði at bremsa, áðrenn óhappið, men tað verður nú kannað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
septembur var, at streymveitingin til battarístøðina á Porkerishálsi koblaði frá. Av tí at vit bara koyrdu við vindi tá, viðførdi hetta, at frekvensur og spenningur á oynni fullu. Neyðugt varð at taka skipanina